mikudagur 31. mars 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 63 - 31. mars 2004
Nr. 63 - 31. mars 2004
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
1. apríl eru 35 ár liðin
síðan Býarbókasavnið
læt upp. Í sambandi
við føðingardagin
hevur bókasavnið
fingið nýtt búmerki
og útlán av dvd-
filmum byrjar eisini
tann dagin
TÍÐINDASKRIV
Anna Brimnes
Fyrsta apríl eru 35 ár farin,
síðan Býarbókasavnið læt
upp. Hetta var í leigaðum
hølum í Niels Finsens gøtu
7. Tíðin var komin, at høv-
uðstaðurin fekk eitt fólka-
bókasavn,
ætlað
øllum
borgaranum. Ein fólka-
bókasavnslóg, sum var
samtykt í løgtinginum í
1968, er grundstøðið undir
øllum fólkabókasøvnum.
Hon er dagførd nakrar
ferðir síðan tá, seinast í
2001. Endamálið var og er
framvegis, at bókasavnið
skal vera fyri øll - hugtøk
sum upplýsing, kunnleiki
og
mentanarupplivingar
standa í fremstu røð. Til
hetta endamálið skulu bøk-
ur, tíðarhóskandi tilfar sum
t.d. ljóðbøkur, sjónbond,
fløgur og tilfar, sum fevnir
um tónleik, vera til taks at
læna ella nýta á bókasavn-
inum. Atgongd eigur at
vera til teldur og marg-
miðlar.
Lesistovu og útlán kendu
føroyingar frá Landsbóka-
savninum, tað bókasavnið,
sum fólk høvdu brúkt í 140
ár. Tá hugsað verður um
bókasøvn fyri øll, er tað ein
sjálvfylgja, at Býarbóka-
savnið, sum er tað størsta
fólkabókasavnið í Føroy-
um, lænir út til fólk, ið
búgva uttan fyri Havnina.
Tað hevur verið gjørt øll
árini. Ein sjálvfylgja er
eisini, at eitt fólkabókasavn
hevur rúm fyri børnum.
Bókasavn fyri børn burtur-
av var ikki á Landsbóka-
savninum.
Barnabókasavnið
Tað var nýhugsan seinast í
sekstiárunum, at barna-
bókasavn eigur at hava høli
burturav. Ein rættiliga stór-
ur partur av savninum var
og er barnabókasavn, og
tað hevur øll árini verið væl
vitjað. Bøkur eru fyri børn í
øllum aldri, og teldur, ætl-
aðar børnum, eru á barna-
bókasavninum. Men tíðir
broytast. Vegna plásstrot
hevur tíverri ikki eydnast at
nøkta tørvin, sum í dag
verður settur til hóskandi
tilfar á barnabókasavnin-
um.
Ljóðbøkur
Í seinru helvt av sjeyti-
árunum var sett á stovn eitt
savn við ljóðbókum, ætlað
teimum, ið ikki fáa lisið
vanligar bøkur. Tá vóru
bert ljóðbøkur á donskum. Í
dag er eitt hampiligt úrval
av føroyskum bókum kom-
ið afturat bæði fyri vaksin
og børn. Tey seinastu árini
eru ljóðbøkur komnar bæði
á kassettubandi og fløgu,
og væntandi er, at ljóðbøk-
ur fara bert at verða givnar
út á fløgu í framtíðini, men
enn keypa vit flestar bøkur
á kassettubandi. Eitt nýtt
yvirlit yvir ljóðbøkur, sum
eru til láns, kom í 2003, og
eitt uppískoyti er komið í
2004. Yvirlit og uppískoyti
fáast á bókasavninum.
Filmar
Nógv hevur verið spurt
eftir filmum, men sjónbond
hevur bókasavnið ikki. Tað
stigið hava vit lopið um,
men fara nú at royna við
dvd. Eitt lítið úrval fyri
vaksin og børn av filmum
verður til útláns.
Tónleikur
Tónleikur og sangur er
støðugt í menning her í
Havn og í Føroyum yvir-
høvur. Spurt hevur verið
um møguleikar at útvega
høli burturav til tónleik.
Tað er kostnaðarmikið og
krevur pláss. Eitt tónleika-
savn átti at verið í høvuðs-
staðnum, men neyðugt er at
bíða, til ein nýggjur bygn-
ingur verður bygdur til
bókasavn og tónleikasavn.
Byggiætlanir
Tá hølini vórðu leigað her í
Niels Finsens gøtu 7, var
tað ein fyribilsloysn. Nú 35
ár seinri er bókasavnið enn
í hesum fyribilshølunum, tó
varð víðkað nakað um
plássið fyrst í nítiárunum,
tá vit fingu teknisku deild
hjá
Býráðnum
upp
í
vaksnamannabókasavnið
og ein part av 4. hædd til
goymslu og skrivstovuhøli.
Ætlanir at byggja nýtt
bókasavn hava verið gjørd-
ar nakrar ferðir, men einki
úrslit er komið burturúr
enn. Ein ætlan var fyri í
sjeytíárunum. Ein var aftur
í seinru helvt av áttati-
árunum, og so var aftur ein
ætlan løgd fram síðst í
nítiárunum. Men tíverri er
einki hent enn.
Tað er ein sannroynd, at
bókasavnið liggur væl fyri í
miðbýnum, men fólk, sum
illa orka trappurnar, og tey
rørslutarnaðu hava ongan
kjans yvirhøvur at vitja
bókasavnið, tí eingin lyfta
er.
Støðan í dag
Tað er óheppið og ótíðar-
hóskandi, at bókasavnið er
óatkomuligt fyri mong.
Harafturat er plásstrotið
stórt, so torført er at liva
upp til endamálsgreinina.
Margmiðlar ella tilfar, sum
fevnir um tónleik, eru ikki
til taks, uttan tað lítla
savnið, bókasavnið eigur av
nótum og bókum um tón-
leik. Tá ið tað er sagt, so
skal leggjast afturat, at
nógv fólk kortini nýta
bókasavnið. Tey seinastu
árini hava eini 80.000
vitjað bókasavnið, og mill-
um 65.000 og 70.000 bøkur
hava verið læntar út um
árið. Í útláninum fyri vaks-
in var í farna árinum mest
lænta yrkisbók Koyribókin
og mest lænta fagurbók
Oddvør Johansen: Tá ið eg
havi málað summarhúsið.
Á barnabókasavninum var
mest lænta smábarnabók
Astrid Lindgren: Kennir tú
Pippi Langsokk, og mest
lænta bók fyri stór børn var
Joanne K. Rowling: Harry
Potter og eldbikarið.
Bókasavnið
er
nógv
broytt tey 35 árini, tað hev-
ur virkað. Ein kollvelting
var at fáa teldur og internet
á bókasavnið. Fólk nýta
bókasavnið øðrvísi í dag.
Tú kanst fara á bókasavnið
og nýta teldurnar har, men
til ber eisini at sita við hús
og fara inn á heimasíðuna,
www.byarbok.fo, og útvega
sær kunning um, hvørji
tilboð bókasavnið hevur, og
tú kanst fara til aðrar síður,
sum vit halda eru týdning-
armiklar, tá ið tað snýr seg
um mentan, kunning og
upplýsingar.
Slóðbrótandi er sambandið
við umheimin um netið. Vit
kunnu útvega tilfar, sum vit
áður ikki vóru før fyri. Ikki
fæst alt tilfar, men tað ber
til vitja inn á bókasavnið og
spyrja bókavørðin, og til
ber at ringja nr. 31 3626
ella skriva teldubræv
byarbok@byarbok.fo
Sendir tú vanligt bræv, so
send til Býarbókasavnið,
boks 358, 110 Tórshavn.
Føðingardagurin
Í sambandi við føðingar-
dagin hevur bókasavnið
fingið nýtt búmerki. Útlán
av dvd-filmum byrjar tann
dagin.
Barnabókasavnið fer at
hava páskaklipp fyri børn
upp til skúlaaldur klokkan
10.
Góðgæti verur til børn-
ini, og kaffi og te verur til
vaksin.
Um tú hevur bøkur við
hús, og tú hevur havt tær
longur enn ásettu lánitíð, so
ber til tann dagin at lata tær
innaftur uttan at gjalda bót.
Bókasavnið hevur gjørt av,
at hendan reglan verur í
gildi fram til páskir.
Býarbókasavnið 35 ár og fingið nýtt búmerki
Nýggja búmerkið hjá Býarbókasavninum ímyndar eitt fólk.
sum lesur í eini bók ella situr við eina teldu
Býarbókasavnið verður 35 ár
1. apríl 2004. Anna Brimnes
er býarbókavørður í Havn
Mynd: Álvur Haraldsen
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Góða omma.
Tung vóru boðini tann morgunin,
mamma ringdi og segði mær, at tú nú fyri
seinastu ferð hevði latið eyguni aftur.
Hóast eg visti, hvønn veg tað bar, er tað
ringt. Ein kann fyrireika seg rættiliga
nógv til, at tey nærmastu skulu fara av
hesi fold, men tá dagurin so kemur, vil
tað altíð vera ringt.
Serliga við tær, góða omma, tú, ið hev-
ur fylt so nógv í okkara familju, serliga
hjá okkum ommubørnum. Øll okkara
upplivilsir saman og allar tínar frásagnir
frá, tá tú var ung.
Tað tykist mær ikki so langt síðan, at tú
var her í Sønderborg saman við mammu,
pápa og abba. Tað vóru tíðir, og tú hevur
altíð verið glað fyri Danmark, tí tú jú
hevði búð har í tínum ungu døgum. Tað
tíðina farið eg altíð at hava sum eitt gott
minni.
Sum eg nú siti her og royni at skriva
eina síðstu tøkk til tín fyri alt tað, tú
hevur givið mær og lært meg, renna øll
minnini úr barndómi mínum fram fyri
meg. Eg minnist, hvussu nógv eg elskaði
at koma út til tín. Eg minnist, hvussu
ringt tað var fyri okkum tríggjar systrar,
tá vit fluttu úr Sørvági til Miðvágs, tí vit
vildu ikki vera í Miðvági, vildu bara
sleppa aftur til Sørvágs. Eg minnist so
væl hesa tíðina; hvørja ferð, mamma ikki
var í nánd, og vit høvdu møguleikan,
tumlaðu vit onkran bil og vóru á veg til
Sørvágs aftur. Mamma var ongantíð í iva
um, hvar hon skuldi leita, tí vit vóru jú
úti hjá tær omma, har vit antin sótu og
ótu tínar pannukøkur ella tínar heima-
bakaðu køkur, sum vit elskaðu.
Eg minnist eisini, at systir mín og eg
altíð skuldu út til ommu at fáa pannu-
køkur, tá vit sum vaksnar komu heim á
vitjan úr Danmark. Sum oftast bakaði tú
okkum eina køku at hava við niður aftur,
tá vit fóru avstað aftur.
Eitt av minnunum, ið stendur klárast
fyri mær er, at tú altíð var ein "Dama" við
stóra D, tú gekk jú nógv upp í, hvussu tú
sá út. Altíð skuldi hárið setast og smink-
an síta perfekt, hóast tú bara skuldi oman
at keypa. Eg haldi, at øll, sum hava havt
gleðina at kenna teg, kunnu vera samd
við mær í, at omma altíð sá gott út í
sínum fínu kjólum og pelsum, og við síni
varrastift, ið hon aldrig kundi vera fyri
uttan. Sjálvt nú at enda, tá tú lá bæði sjúk
og avkreftað, var tað sera umráðandi fyri
teg, at tú fekk hárið rullað upp, og at tú
fekk tína varrastift á og ikki at gloyma alt
títt gull, ja, ein kann ikki siga annað enn,
at tú var ein sonn Dama.
Eg eri glað fyri, at eg náddi at vera
heima og vitja í november mánað, ið
skuldi verða síðstu ferð, eg sá teg á lívi.
Vit fingu nakrar góðar dagar saman, og
eg dugdi væl at síggja, at tú var sera
avkreftað og helst ikki hevði langa tíð
eftir. So tá eg fór heim aftur, var tað við
tárum í hjartanum og vit einari ávísar
hugsan um, at hetta helst var síðstu ferð,
eg sá teg á lívi.
Eg vil enda við einum broti úr einum
sangi hjá Klaus Kjellerup, ið eg haldi
hevur ein góðan tekst, ið sigur frá,
hvussu eg veit, at tú hevur tað nú, tú ert í
himmalinum.
Det var meget imod din vilje
alligevel fik døden ram på dig
det er værst at være den efterladte
når nogen rejser deres vej
Og selv om du er væk for altid
så vil jeg ikke græde mere
jeg vil lade som om du lever
og har det godt nok
der hvor du er
Har du fået dine vinger
sidder de nu godt nok ?
og kan du flyve rundt i luften
med de andre i din flok ?
Og jeg ved, at du er optaget
i det store englekor
og at du synger endnu smukkere
end vi har hørt her
på vores jord
Se de positive sider
du har ingen fjender mere
for bitterhed og nederlag
findes bare ikke dér
Er der nogen i himlen
der kan elske dig ?
ligeså meget som jeg gjorde
nogen der får dig til grine ligeså meget
som jeg ?
Jeg håber bare du har det godt deroppe
og at de andre de kan se, hvor dejlig
du er
håber bare, at du når det
alt det, du ikke nåede her
Kirstin
Dagurin
31. mars. Balbina,
deyð umleið ár 120.
Navnið var við í teim-
um fyrstu føroysku
álmanakkunum, men
er síðan lagt burtur.
Hon var dóttir róm-
verska
hermannin
Kvirinus og bleiv tik-
in av døgum saman
við pápanum.
Til minnis um Hedvig Haraldsen
Leygardagin
tann
27.
mars fylti Sigrid Samuel-
sen á Brekku í Klaksvík
75 ár. Mong kenna hana
betri sum Sigrid á Støðini,
har hon hevur starvast í
ein mansaldur.
Sigrid er fødd á Viðar-
eiði, Undir Hoygarðinum;
hon er dóttir Malenu
Elisabeth Joensen, van-
liga nevnd Betta, ið var
dóttir Jóhonnu og Daniel
Johannes Joensen, vanliga
nevndur Dáli, við Garð og
Søren Sørensen Undir
Hoygaðinum, ið var sonur
Birthe Mariu úr Innistovu
við Garð og Wilhelm
Sørensen Undir Hoygarð-
inum á Heygum.
Systkin hennara vóru
Villi Sørensen, ið var lær-
ari í Klaksvík, hann var
eisini blaðstjóri á Sosial-
inum og landsstýrismaður
eitt skifti, Dahl ið var
fiskimaður og keypmaður
og Jógvan, ið var fiski-
maður alla sína tíð.
Pápin Sørin, Dahl og
Jógvan vóru allir seyða-
menn eisini. Eftir á lívi
eru bert Solveig, ið er gift
í Danmark og Sigrid.
Sigrid gekk í skúla hjá
Poul Enok Hansen, ið
segðist vera góður lærari,
og eftir skúlatíð var hon
ofta í handlinum, ið var í
kjallaranum uppi í barna-
heiminum, tá nýggja Hoy-
garðinum.
Mamma hennara doyði,
tá hon var lítil, men fastir
teirra, Sigga Malena, helt
hús við teimum.
Sigrid fór ung á telefon-
støðina í Havn at arbeiða
og var har í nøkur ár, og
seinni kemur hon at ar-
beiða á telefonstøðini í
Klaksvík, tað var, meðan
Elin í Lávíkunum var fyri-
støðukvinna, og hon ar-
beiddi har øll árini, meðan
Hjørdis Klein, Hjørdis á
Støðini, var har, og tá
Hjørdis legði frá sær,
gjørdist Sigrid fyristøðu-
leiðari har og til hon fór
frá fyri aldur, ein drúgv og
trúgv tænasta.
Sigrid giftist í 1955 við
Ragnar Samuelsen, Ragn-
ar hjá Suðuroyar Jóhan og
Annu Mariu úr Útistovu í
Vági í Klaksvík, ið bæði
høvdu siglt við gamla
Smyrli og funnið hvønn
annan har. Ragnar ar-
beiddi sum sýslufulltrúi í
Norðoya
sýslu.
Hann
doyði í 1993.
Sigrid og Ragnar fingu
trý børn: Elisabeth, sum
býr í Havn, Jóhan og
Andras, sum báðir búgva í
Klaksvík, og hon eigur
fimm ommubørn, 2 í
Havn og 3 í Klaksvík.
Sigrid hevur altíð verið
hjálpsom, vinsæl og hon
eigur góðan vinaskara, og
hugnaligt er at koma á
gátt hjá henni og børn,
ommubørn
og
onnur
flykkjast um hana.
Árstalvan sigur sjúti-
fimm, men tað sært tú
ikki á henni, hon er lætt-
lyndisfólk og dugir eisini
av starvsroyndum hend-
inga væl at umgangast
fólk, er avbera handafim,
og kemur tú inn til henn-
ara, situr hon ofta við
onkrum handarbeiði, og
so loysir hon hvørja
krossgátu, hon fær hendur
á.
Hjartaliga
tillukku,
Sigrid og góðan byr í
framtíðini.
Nøkur vinfólk
Sigrid Samuelsen 75 ár
C
M
Y
K
13
12