Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-31, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. mars 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 63 - 31. mars 2004 15 Slatur, samansvørj- ingar og ísakaldur, svartur humor. Við heilum og hálvum lygnum spinna vinkonurnar sítt sjúka lokkanet runt um seg sjálvar og áskoðarnar. Men lokkanet eru við- brekin. Togar tú í ein tráð, so … Nýggi leikurin "Vinkonur" hjá Klaksvíkar Sjónleik- arfelag var frum- sýndur seinasta leygarkvøld SJÓNLEIKUR Anna V. Ellingsgaard ave@post.olivant.fo Minnist tú heksina frá tínum flokki, sum altíð avgjørdi, hvør slapp uppí ella ikki, og sum allar vildu vera vinkonur við? Ella hina, sum altíð hekk uppi í reyvini á øllum, bara fyri at hava onkra at fylgjast við? Og so hana sjálva á fremsta bonki, sum dugdi alt og skrivaði so forbiðið pent. Oys, tær vóru troyttandi. Gott, man hevur gloymt alt um tær. Men tær hava ikki gloymt teg, og nú spøkja "Vinkon- urnar" aftur í Atlantis. Skúlagarðurin Tú verður ávarað, longu áðrenn tú fert inn í sjón- leikarahølið: Alt, sum tú nú fert at síggja og hoyra, skal takast við fyrivarni. Líka stórum fyrivarni sum tað, 12-13 ára gamlar gentur kunnu finna uppá at skriva í eina poesibók, og tað sigur ikki so lítið. Síðurnar hjá Em, Bee og Chris eru skræddar úr poesibókini og settar saman sum leikskráin til sjónleikin "Vinkonur." Eitt sera hittingarsamt hug- skot, sum bumbar teg lúkst aftur í skúlagarðin, har vin- konur vórðu skiftar út líka skjótt og eirindaleyst, sum penalhúsið ella plakatirnar av poppstjørnum á veggin- um. 18 ár seinni. Vinkonurnar eru nú í 30’unum, men hóast útbúgving, familja og karriera eru komin afturat, standa tær framvegis fang- aðar í sálarliga skúlagarð- inum. Klokkan Klokkan er átta hetta leyg- arkvøldið í Atlantis. Tað er hon eisini í summarhúsin- um í Fraklandi, har Em, Bee og Chris hittast aftur. Og eins og vit áskoðarar seinni hetta kvøldið fara at ivast eina løtu, um tað nú er aftur ella fram klokkan skal flytast til summartíð, byrjar leikurin eisini við hesi afturvendandi trætuni. Frá byrjan verður tíðin eitt lutfallsligt hugtak á sama hátt, sum minnini frá fortíðini. Sjálvt um tær ætla tað øðrvísi, er tað, sum hendir hetta kvøldið í summarhúsinum í veruleik- anum eitt framhald av klandrinum á veg í og úr skúla. Klandrið er nú vorð- ið eitt sofistikerað makt- stríð, har vinkonurnar krampakent royna hvør í sínum lagi at fáa eithvørt slag av uppreisn við at venda gomlu leiklutunum á høvdi. Men tað er ikki so einfalt, tí upplivingar, sum hava fylgt einari alt lívið, hevur ein onnur púra gloymt. Tað, ein minnist við ræðslu, minnist ein onnur sum tað bera tvætl. Og meðan teirra ymisku útgávur av hendingunum so við og við splintra illusjón- ina um eina felags fortíð, gerast tær tríggjar alsamt meir fremmandar hvør fyri aðrari. Vóru tær í grundini nakrantíð vinkonur? Er tað yvirhøvur nøkur meining í at hittast aftur? Var hetta ikki mest av øllum eitt vinalag, tær allar helst vildu verið fyri uttan? Lova mær út! "Spyr hana, hví eg havi klaustrofobi", rópar Bee aftur og aftur, og røddin piprar av ræðslu. Minni um spælið hjá Chris, har Bee skuldi jarðast í einum 3 metur djúpum holi, tí hon luktaði so illa, hevur fylgt Bee alt lívið, og nú vil hon sleppa upp, út, langt burtur frá hesum sjúka vinalag- num. Men Chris er eisini á veg burtur. Hon hevur sett eitt lag á fløguspælaran og syngur droymandi um at sleppa "at dansa hetta lokkanetið av okkum." Eftir gongur Em og roynir framvegis at rudda upp í fortíðini, inntil eisini hon gevur upp og finnur sín egna skelkandi máta at enda hesa ræðusøguna. Men klokkan skal jú flytast hetta kvøldið. So um nú Em flytur klokkuna ein tíma fram og ein aftur, er seinasta hendingin jú ongantíð hend, ella hvussu … Halt ondini Leikurin byggir ikki á eina vanliga søgugongd, har ein hending førir eina aðra við sær. Tað eru leikarnir og samanspælið teirra millum, ið ber leikin uppi og fær søguna at flyta seg. Og tað megna tær tríggjar Jacobina Heinesen, Jakobina Joen- sen og Eyð Matras sum ávikavist Em, Bee og Chris framúr væl. Eitt orð, eitt eygnabrá, eitt skift í tóna- lagum og huglagið á pall- inum broytist, sum vórðu leikarnir raktir av einum snarljósi. Tað er ógjørligt hjá áskoðarnum at gita seg til, hvat fer at henda, og tí situr tú sum á nálum og heldur ondini og varnast ikki, at ongin pausa var, fyrr enn leikurin er liðugur. Slíkt krevur sín leikara. Eg dugi illa at ímynda mær nakran, ið kann spæla so sannførandi fjálturstungin og bláoygd, sum Jacobina Heinesen. Eyð Matras hev- ur tað, ið skal til fyri at fylla pallin bert við sínum and- lits- og eygnabrøgdum, meðan Jakobina Joensen hevur ein serligan eginleika til at tykjast fullkomiliga órørlig og kensluleys. Tess ógvusligari verður tað, tá hon umsíðir brestur við sín- um eirindaleysu avdúking- um, har ongin verður spardur fyri teir andstyggi- ligu smálutirnir. Eftir mín- um tykki, eru tað eisini hesi brotini við ákærunum frá Bee, sum raka dyggast og standa sterkast í leikinum. Nýskapandi "Tað er ikki fyri mark at krevja nakað av áhuga- leiki". Nakað soleiðis segði ein av okkara meir ber- søgnu ummælarum herfyri í sínum ummæli av einum áhugaleiki. Veit ikki, um eg skilti hann rætt, men við- merkingin fekk meg at hugsa um skúlakomediur, har eitt væleydnað avrik merkti á leið tað sama sum, at ongin datt av pallinum ella gjørdi mammu og mostir fyri skommum. Undir øllum umstøðum er samanberingin heilt burturvið. Ongin áhuga- leikari fer at brúka mánaðir uppá venjing undir truplum umstøðum, um hann onki hevur uppá hjarta, og onki heldur seg hava at bjóða. Tað vita vit, og tí taka vit tey í álvara og vænta nakað av teimum. Við leikinum "Vinkonur" prógvar Klaksvíkar Sjón- leikarfelag enn einaferð, at vit ikki skulu vera bangin fyri at krevja nakað av áhugaleiki, og at tey heldur ikki eru bangin fyri at krevja nakað av sær sjálv- um. Nýggi sjónleikurin hjá felagnum er nýskapandi og øðrvísið, bæði í innihaldi og uppseting, og boðar frá einum áhugafelag, ið ikki ræðist avbjóðingar ella at ganga nýggjar leiðir á pall- inum. Eitrað vinabond Fakta um »Vinkonur« Em: Jacobina Heinesen Chris: Eyð Matras Bee: Jakobina Joensen Týðarar: Andreas Justesen og Birita Mohr. Pallmynd og búnar: Edward Fuglø Leikrit: Tamsin Oglesby Leikstjóri: Birita Mohr Við leikinum »Vinkonur« prógvar Klaksvíkar Sjónleikarfelag, at vit ikki skulu vera bangin fyri at krevja nakað av áhugaleiki, og at tey heldur ikki eru bangin fyri at krevja nakað av sær sjálvum Mynd: Kls. 15 14 Nr. 63 - 31. mars 2004 Í 2004 verður sam- starvið millum tey átta norðurlendsku postverkini styrkt gjøgnum frímerkja- átakið Top of the World of Stamps. Tríggjar tær fyrstu útgávurnar hava evnið: Norrøn Guda- læra. Tann 26. mars verður fyrsta útgávan, sum er um guddómar Allar útgávurnar verða savnaðar í eini mappu, so tað verður lætt at ogna sær frímerki úr øllum Norður- londum, tvs. Danmark, Finnlandi, Føroyum, Grøn- landi, Íslandi, Noregi, Svø- ríki og Álandi. Í mappuni eru allar átta tulkingar - átta frímerkja- ørk við 1 ella 2 frímerkjum í hvørjum. Støddin er tann sama á øllum smáørkunum. Sagnirnar verða fortaldar við myndum á frímerkja- ørkunum og við tilhoyrandi teksti á upprunamálinum umframt á enskum og týsk- um. Mappan er til keyps hjá norðurlendsku postverk- unum. Norðurlandamappan Top of the World of Stamps -04 verður alment givin út á frímerkjastevnuni NorrPhil 04 í Täby uttan fyri Stock- holm tann 26.-29. mars 2004. Í januar verður ein síða løgd út á internetið har bæði mappan og tær ein- støku útgávurnar verða sýndar fram. Síðan eitur www.topoftheworld.nu. Norðurlendskt samstarv síðan 1956 Norðurlendska samstarvið á postøkinum byrjaði í 1946, tá Danmark, Finn- land, Ísland, Noreg og Svø- ríki settu Norðurlendska Postfelagið á stovn. Enda- málið var betri at kunna samskipa postgongdina landanna millum. Eitt úrslit av samstarvinum er m.a. felags frímerki og eru hesi sonevndu Norðurlandafrí- merkini vorðin sera áhuga- verd hjá savnarum. Fyrsta norðurlendska felagsútgávan kom út í 1956. Londini ið við vóru, vóru Svøríki, Noreg, Dan- mark, Finnland og Ísland. Myndevnið hjá londunum var tað sama, fimm flúgv- andi svanir, sum ímyndaðu tey fimm londini. Seinnu útgávurnar høvdu eisini sama myndevnið, Víkinga- skip 1969, Norðurlanda- húsið í Reykjavík 1973 og Nykurtir 1977. Í 1980 fóru tey fimm londini at geva út egin myndevni til sama evni. Eldri Brúkslist var evnið í 1980, Ferðavinna í 1983, Vinabýir í 1986 og Fólka- búnar í 1989. Nú vóru eisini Føroyar komnar upp í samstarvið, og tvey ár seinni komu Áland og Grønland eisini við. Norð- urlandaútgávurnar hildu áfram í 1991, 1993, og 1995 við evninum Ferða- mannamál, 1998 við Sigl- ing og 2002 við Almennari List. Í alt 14 Norðurlanda- útgávur hava verið síðan 1956. Nú byrjar samstarvið sostatt av nýggjum við mappuni Top of the World of Stamps og frímerkja- røðini Norrøn Gudalæra. At stíga fram saman og hava eitt net yvir um landa- mørk er eyðvitað fyri norð- urlendingar. Søgan, felags mentunararvurin og mál- nýtslan hava birt upp undir hetta. Í dag er fleiri ymiskar rásir við norðurlendskum samstarvi, harímillum Norðurlandaráðið og Norð- urlendska Ráðharraráðið. Í nýggja frímerkjasam- starvinum Top of the World of Stamps geva postverkini í teimum átta norðurlond- unum út eina frímerkjarøð í trimum pørtum við evn- inum Norrøn Gudalæra. Fyrstu frímerkini verða givin út í 2004 og eru um gudaheimin. Við í útgávuni eru postverkini í Danmark, Finnlandi, Føroyum, Grøn- landi, Íslandi, Noregi, Svøríki og Álandi. Við hvør sínum smáarki, sum verða savnað í eini felags mappu, geva tey teirra mynd av sagnunum. Komandi útgávurnar verða í 2006 og 2008. Útgávurnar og sam- starvið verða nærri lýst á www.topoftheworld.nu. Kelda: Frímerkjadeildin Fríggjadagin 26. mars gav Frímerkjadeildin hjá Postverki Føroya út tvær nýggjar frímerkjaútgávur. Onnur er um "Tórur og Rán" úr Norrønu gudalæruni og hin er um eina ferð við jaktini Mariu í 1854 FRÍMERKJAÚTGÁVA Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Norðurlond hava somu søgu og sagnir. Fyrsti part- ur av frímerkjarøðini varð givin út tann 26. mars 2004. Útgávan fevnir um átta frímerkjaørk, sum hvør á sín hátt tulka norrønu sagnirnar. Føroysku frí- merkini eru um Tórur og Rán. Rán veiddi á havinum við nót, ið hon dróg teir sjó- lætnu inn við. Tær villu bylgjurnar vóru døtur hennara. Tórur var umtókt- ur av føroyingum, ið róptu ting- og høvuðsstað sín fyri Tórshavn. Tvey ymisk frí- merkir vóru í hesi útgávuni. "Ferðin við jaktini Mariu í 1854" Hin útgávan er úr eini ferðafrásøgn hjá bretunum Samuel Rathbone og E. H. Greig, um rundferðina millum oyggjarnar við jaktini "Mariu", summarið 1854. Ferðafrásøgnin er ein skemtilig og stundum speisk lýsing av saman- stoytinum millum tveir viktorianskar gentlemen og eina burturoldaða mentan. Men frásøgnin gevur eisini eina rættiliga beinrakna lýsing av trupulleikunum hjá einari tjóð, sum um hetta mundið var við at leggja miðaldar hugsjónir- nar frá sær og byrja sína ómetaligu menningarferð fram til okkara nútímans samfelag. Ferðafrásøgnin er mynd- skrýdd við vøkrum stein- prentum, sum verða endur- givin á frímerkjaarkinum. Átta ymisk frímerki eru í hesi útgávuni. Bókin verður endurgivin í sínari heild á nýggja tematiska databasanum hjá Frímerkjadeildini: www.faroephilately.fo Postverk Føroya, Frímerkjadeildin: Top of the World of Stamps – nýtt norðurlendskt samstarv Postverk Føroya, Frímerkjadeildin: Tvær nýggjar frímerkjaútgávur Føroysku frímerkini hava stóran áhuga hjá fremmandu ferðafólkunum. Her er Sámal Bláhamar, frá Toru Tourist Traffic, við einum norskum bólki, sum kom við Norrønu mánadagin 29. mars Mynd: Magnus Gunnarsson Top of the World of Stamps er eitt nýtt norðurlendskt frímerkjasamstarv Frímerkini "Ferðin við jaktini "Mariu", summarið 1854 Frímerkini "Tórur og Rán" úr Norrønu gudalæruni C M Y K 14