mikudagur 31. mars 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 63 - 31. mars 2004
Nr. 63 - 31. mars 2004
17
Tónleikurin var fram-
úr, tá ið Lena Anders-
sen hevði konsertir
um vikuskiftið. Góðir
tónleikarar, góðir
sangir og ein væl upp-
lagdur sangari bóru
framførsluna allan
vegin
TÓNLEIKUR
Jan Müller
Myndir: Álvur Haraldsen
"Eg fekk bara tíð at mála
mær neglirnar á fótunum.
Tit kunnu koma og hyggja
eftir teimum aftan á, tær
eru ordiliga flottar".
Soleiðis
segði
Lena
Anderssen skemtandi, tá ið
hon á pallinum í Norður-
landahúsinum leygarkvøld-
ið greiddi frá stóra stríðn-
um seinastu vikurnar. Tey
hava gjørt fløguna lidna, og
síðani fóru tey beinleiðis í
venjingarhølini, har fram-
førslan
um
vikuskiftið
skuldi venjast væl og virði-
liga.
Hetta hevði gjørt, at hon
hevði havt lítlar stundir at
Dreymapoppur
hugsa um alt annað í sam-
bandi við konsertina -
klæði og annað. Og so helt
hon fyri, at hon bara kláraði
at smyrja sær neglirnar á
tærnum áðrenn fyrstu kon-
sertina.
Men hetta var nú ikki av-
gerandi fyri konsertina.
Tónleikurin var í miðdepl-
inum, og tað var framúr
gott.
Super
Bólkurin, sum spældi undir
hjá Lenu, var mannaður við
góðum og royndum tón-
leikarum, og teir syrgdu
eisini fyri, at grundarlagið
hjá Lenu at syngja á var
trygt og framúr gott.
Niclas Johannesen, Óli
Poulsen, Finnur Hansen,
Ólavur Øster, Jákup Zach-
ariassen og hini sungu og
spældu ótrúliga væl, og tá
ið høvuðspersónurin sjálv-
ur eisini var á toppinum
hetta kvøldið, kundi tað
bara enda við eini super
konsert.
Lena sang framúrskar-
andi væl, og ongantíð hevði
nakar varugan av, at hon
spardi seg í nøkrum sangi.
Alt var gjørt við lív og sál,
og tað merktist.
Frálíkur poppur
Sangirnir, sum vóru á
skránni, vóru teir, sum eru
við á nýggju fløguni hjá
Lenu Anderssen ? Can´t
Erase It - og teir vóru fínir.
Lena hevur skrivað teir
saman við manni sínum
Niclas Johannesen, og so
hevur produsarin Óli Poul-
sen eisini havt ein avger-
andi fingur við í spælinum.
Sanginir eru ymiskir og
spennandi. Summir fanga
beinanvegin oyruni, meðan
aðrir helst hava brúk fyri
eitt sindur av tíð. Men í øll-
um førum er talan um nak-
að av tí besta popptónleik-
inum, sum er skrivaður í
Føroyum í langa tíð.
Fólk vildu heldur ikki
sleppa Lenu, tá ið konsertin
var av, og hon noyddist
sjálvsagt spæla eitt eykalag
fyri fólkinum.
Nú verður spennandi at
vita, hvat ferðin til Kanada
kann hava við sær hjá teim-
um
báðum,
Lenu
og
Niclasi.
Ein fantastisk konsert við fantastiskum tónleikarum
Óli og Jákup í essinum
Fegnir tónleikarar eftir sera hepnu framførsluna í Norðurlandahúsinum
Lena kundi einsvæl staðið á altjóða palli, so væl kom hon frá uppgávuni
C
M
Y
K
17
16
Was machen wir?
Bilasølan
við Øssur Johannesen
Vegurin Langi - 188 Hoyvík - tlf. 31 53 54 - www.audi-vw.net
Menningin heldur fram. Sum eru teir ramir í gandi, taka
týsku verkfrøðingarnir enn einaferð bilaheimin á bóli.
Tann spildurnýggi VW Caddy verður frumsýndur á bilasølum
í Europa leygardagin 3. apríl millum kl. 10.00 - 13.00.
Preise von 139.000,-
team85