fríggjadagur 16. november 2012síða 24
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 16. november 2012 · Nr. 134
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Emilja og Tóki ganga í
10. flokki í Skúlanum við
Løkin. Í hesum døgum
eru tey í starvsvenjing í
Unique Models í Danmark.
Tey hava verið har í eina
viku, tað dámar teimum
sera væl.
Emilja
og
Tóki
eru
bæði áhugaði í tí, sum
mótaheimurin
hevur
at bjóða, og tí hildu tey,
at tað hevði verði sera
spennandi at sæð hvussu
ein arbeiðsdagur á einum
modelbureau er.
Tey sleppa at gera alt
millum himmal og jørð.
Tey hava millum annað
borið klæði út í handlar,
sum tey hava lænt til
"photoshoots",
eisini
hava tey verið til ymsar
spennandi fundir, og hava
eisini verið úti og “scouta”
(tað er, tá man fer út á
gøtuna at finna modellir),
og tey hava gjørt mangt
annað.
Teimum
dámar
tað
ordiliga væl. Fólkini, sum
tey arbeiða saman við, eru
serstakliga fitt og fyrikom
andi. Tað sæst, at tey eru von
við at arbeiða við ungum
fólki. Tað hevur eisini verið
sera lærutíkt at arbeiða
saman við starvsfólkunum
á UNIQUE MODELS, siga
Emilja og Tóki.
Tey halda avgjørt, at
tað er gott og læruríkt at
fara í starvsvenjing. Tað er
deiligt at hava møguleikan
at kunna royna at arbeiða
við tí, ið ein gongur og
droymir um. Tá kanst tú
møguliga eisini finna útav,
um tað er nakað, sum tú
vilt stremba eftir ella ikki.
Í vikuni hava Emilja
og
Tóki
verið
heima
hjá
Jacqueline
Friis
Mikkelsen,
stjóranum
á
Unique
Models,
og
drukkið drekkamunn, og
eisini vóru tey ein lítlan
túr á Strøgnum saman við
henni.
Emilja og Tóki ætla bæði
at arbeiða við onkrum inn
an mótaheimin, men um
tað akkurát er á einum
modelbureau, vita tey ikki.
Í starvs
venjing
hjá Unique
Models
Leivur og Eliesar sum ganga
í 10. flokki í Skúlanum við
Løkin, Hava nú tí seinastu
vikuna starvast hjá Poul
Hansen. Har sleppa teir at
royna seg í nógvum, teir ikki
hava roynt áður.
Leivur og Eliesar vistu
ikki, hvar teir skuldu fara í
starvsvenjing, so høvdu teir
tosað við ein vinmann, og
hann ráddi teimum at fara
til Poul Hansen.
Teir sleppa millum annað
at stápla á plattar og gera
klárt til vøran skal út og
sleppa við at koyra vøruna
út til teir ymsu handlarnar.
Teir skulu eisini sópa, rudda
og koyra seyðarhødd í sekkir.
Eitt dámar teimum sera væl,
og tað er at koyra trukk á
lagrinum.
Teimum dámar tað væl,
men tað er eisini strævið og
kalt, serliga tá mann skal
arbeiða í frystaranum ein
heilan dag. Men tá er gott
at mann kann fáa sær steðg
og eta góðan mat, tá man
hevur hug, fortelja Leivur
og
Eliesar.
Eisini
halda
teir, at tað er gott teir eru
komnir nú beint uppundir
jól, teir hava allatíð úr at
gera. Starvsfólkini hjá Poul
Hansen halda, at tað er ein
góð hjálp.
Okkum
dámar væl
at koyra
trukk
Lagt til rættis: Sólrun Klein á Líknargøtu og Elin Dahl Hansen
starvsvenjing