Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-16, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. november 2012síða 25

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Fríggjadagur 16. november 2012 · Nr. 134 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Lagt til rættis: Rannvá í Homrum Egholm og Bjørk Jakobsen starvsvenjing Vit hava tosað við nakrir praktikantar, sum ganga í 9. flokki í Vestmanna skúla. Teimum dámar øllum væl. Tey halda, at tað er stutt­ligt og læruríkt at vera á starvs­ venjing. Tey flestu skemt­aðu tó við, at tey hildu tað verða deiligt at sleppa frá skúla­ num og skúlatingum í heilar tvær vikur. Guðrun Højgaard Ein genta, sum er í starvs­ venjing, er Guðrun Højgaard. Hon er í starvsvenjing hjá Salong Madonnu. Hon ætl­ ar sær at verða frisør, tá ið hon verður eldri. Tað er tí, at hon hevur valt at vera í starvsvenjing hjá einum fri­ søri. Hon vil sleppa at síggja, hvussu ein frisør ger, so at hon er fyrireikað, tá ið hon ætlar sær á ein frisørskúla. Ronja Johannesen Ronja Johannesen slapp ikki á tey fyrstu trý støðini, sum hon vildi mest sleppa at verða í starvsvenjing. Nú er hon í starvsvenjing á Hotel Føroyum, sum hon vald­i aftan á hini trý støðini. Lukku­liga dámar henni væl á Hotel Føroyum, og hon trív­ ist eisini væl. Hon heldur, at tað er stuttligt, og at har er al­tíð nokk at gera. Heidi Róadóttir Linden­skov Heidi Róadóttir Linden­ skov slapp heldur ikki á tey fyrstu trý støðini, men fyri tað, heldur hon, at tað er stuttligt, har sum hon er. Hon er í starvsvenjing hjá Stein­prenti. ,,Tað er løgið, men stuttligt!" segði Heidi um at verða hjá Steinprenti. Hon heldur, at tað at fara í starvs­venjing lærir ikki bert ung at arbeiða, men eisini at taka ábyrgd og at halda avtalur. Rebekka á Rógvi Johns­dótt­ir Rebekka á Rógvi Johns­dótt­ ir er í starvsvenjing í blómu­ handlinum Akkuleya. Hon nýtir starvsvenjingina til at finna útav, um hon vil arbeiða í einum blómuhandli, tá ið hon verður eldri. Hon hev­ur altíð hugsað um at ar­beitt í einum blómuhandli, men hon ivast í tí. Hon tím­ir ikki at brúka tíð til at læra til nakað, sum hon ikki fer at brúka. Tá heldur hon, at starvs­venjing er ein góð­ur máti at finna útav, hvar ið man vil arbeiða sein­ni í lívi­ num. Hon hopar, at tá ið hon er liðug við starvs­venj­ing, veit hon, um hon vil - ella ikki vil - arbeiða í einum blómu­handli. Elisa Maria Joensen Elisa Maria Joensen er í starvs­venjing í handlinum Inter­sport. Hon valdi at fara har, tí at tað ljóðaði sum eitt spennandi stað at verða í starvsvenjing. Ikki tí at hon vil sleppa at arbeiða har seinni, ella vil vita, um hon vil arbeiða har seinni. Hon trívist væl í Intersport, men hon skal altíð standa uppi. ,,Eg sleppi bara at sita niðri í døgurða steðginum!" sig­ ur Elisa Maria. Hon sigur, at hon ætlar sær at nýta tað, sum hon fer at læra á starvsvenjing, seinni í lívi­ num. Ung í starvsvenjing Rebekka Ronja Ung fara ofta í starvsvenjing, men hvat halda tey um tað? Og hvat nýta tey tað til? Heidi Guðrun Elisa Maria