Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-16, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. november 2012síða 37

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

37 Fríggjadagur 16. november 2012 · Nr. 134 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 60 ára føðingardagur Týsdagin 13. november fylti Jógvan á Lakjuni 60 ár. Í sambandi við føðingardagin verður opið hús í Ribarhúsi í Fuglafirði leygar­dagin tann 17. november - millum kl. 15 og 18 - har øll eru hjartaliga vælkomin. 40 ára føðingardagur Mikudagin 28. november verður Eyðun Klakstein 40 ár. Í tí sambandi verður opið hús í Spaniastovu í Klaksvík leygardagin 24. november frá kl.12.00 til 15.00. Øll eru hjartaliga vælkomin. Silvurbrúdleyp Mikudagin 5. des hava Hallgunn & Jarmund Berthelsen verið gift í 25 ár. Dagurin verður hildin 21 des í Bygdarhúsinum á Strondum kl 18. Tey, ið ynskja at halda dagin saman við okkum, vinarliga sigið frá á tlf. 253805/277105 ella á 447105 innan 30. nov. Brúdleyp Leygardagin 17. november kl. 13, giftast í Siloa í Fuglafirði, Anna Maria Erlingsdóttir Antoniussen Fuglafjørður og Sólberg Kárason Jacobsen Vágur. Eftir vígsluna verður Reseptión í Siloa. Veitslan verður fyri innbodnum. Prógv Rannvá Dybczak Mørkøre, Tvøroyri, hevur í dag lokið prógv frá Roskilde Universiteti sum cand.scient.adm. Tøkk Hjartaliga takki eg øllum, sum gjørdu mær 90 ára føðingardagin so minnisríkan. Takk fyri gávur og blómur. Takk til tykkum, sum komu inn á gólvið, og til tykkum, sum á annan hátt mintust til dagin. Blíðar heilsanir Ragnhild Mortensen Tøkk Hjartans tøkk til tykkum sum mintust mín 90 ára føðingardag 11. oktober. og eini góð jól til tykkum øll. Blíðar heilsanir Andrea Guttesen Giske, Ålesund Norge merkisdagar Brúdleyp Leygardagin 1.12.12 giftast Karina Finnbjørnsdóttir, Trongisvágur, og Tórður Thom­sen, Hvalba. Vígslan verður í Salem kl. 13 og drekka­muður verður aftaná, har møguleiki er at heilsa upp á brúðarparið. Veitslan verður fyri innbodnum á Segl­loftinum kl. 18.00. Vinningurin hesaferð er gávukort, virði 4000,- frá Cosméto Niels Finsensgøta 38 • FO-100 Tórshavn • Telefon: 31 80 70 • www.cosmeto.fo