fríggjadagur 16. november 2012síða 38
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 16. november 2012 · Nr. 134
38
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Tróndur Arge – Runavík
Heidi Sevdal var munurin, tá VÍF/
Tjaldur mikukvøldið vann 30-24
á einum nærmast kreppuraktum
Stjørnuliðið, sum ikki megnaði at
byggja víðari upp á sigurin á Kyndli
seinast umfar.
Tað gekk javnt á fram til stutt
fyri hálvleik, tá Stjørnan misti takið
á dystinum, og VÍF/Tjaldur fór frá
9-9 til 13-9. Í fyrra hálvleiki var tað
serliga Adina Petrea, sum gekk á
odda fyri felagsliðið. Hon skjeyt
seks av teimum 13 málunum í fyrra
hálvleiki.
Seinni hálvleikur byrjaði sum
fyrri endaði. VÍF/Tjaldur helt fram
við at útbyggja leiðsluna, og eitt
skiftið var heimaliðið á odda 18-11. So
kom Stjørnan fyri seg. Í 14. minutti
fekk VÍF/Tjaldur eina útvísting og
Stjørnan minkaði um munin til 18-
21. Men ein feil útskifting gjørdi, at
gestirnir úr Klaksvík mistu stevið,
og vóru ongantíð nærri at vinna
enn tey trý málini.
Heidi Sevdal skoraði sjey mál í
seinna hálvleiki, og seks av teimum
upp á skjótálop. Nógvu feilirnir
í álopinum hjá Stjørnuni vóru
revsaðir alt fyri eitt, og tí vann VÍF/
Tjaldur. Endaliga støðan gjørdist
30-24.
Stór útskifting
Spurningurin er so, hví tað gongur
so ill hjá Stjørnuni, sum bara hevur
fingið tvey stig í ár.
– Tað eru sikkur fleiri orsøkir til
tað, og ein av teimum er, at vit eru í
holt við at byggja eitt nýtt lið upp.
Vit hava eisini havt trupulleikar við
hópinum. Tað hava verið nógvar
útskiftingar til hvønn dyst, og tað
hevur ávirkað rútmuna á liðnum.
Ein onnur orsøk er eisini, at vit í
verandi løtu ikki eru betri, ásannar
Svein Rógvi Nielsen, venjari hjá
Stjørnuni.
Einastu stigini komu í farna
umfari, tá Størjan var aftanfyri
móti Kyndil, men í seinna hálvleiki
vendi Stjørnan dystinum á høvdið
og vann.
– Tað er umráðandi at hava tann
seinna hálvleikin í bakhøvdinum,
og vit gera næstan tað sama í dag.
Tá spæla vit væl í 30 minuttir. Í dag
mangla vit tíggju av teimum min
uttinum, so kundu vit havt vunnið
dystin. Tí tað vísur seg, at Stjørnan
framvegis kann spæla hondbólt,
men botnstigið er ekstremt lágt. Vit
mugu avrika meiri støðugt, sigur
Svein Rógvi Nielsen.
Vendipunkið
Miðskeiðis í seinna hálvleiki er
Stjørnan á veg inn í aftur dystin,
eftir at VÍF/Tjaldur hevur verið á
odda við fleiri málum. Men ein feil
útskifting, har ein leikari hjá Stjørn
uni fer á vøllin, uttan at ein annar
leikari er komin av vøllinum, kostar
dýrt. Umframt eina útvíst, so missir
Stjørnan stevið eftir hetta.
– Tað er eitt vendipunkt, sum
er til fyrimun fyri VÍF/Tjaldur. Vit
hava takið á dystinum og eru bara
afturúr við trimum málum. Vit eru í
yvirtal, tá feil-útskiftingin fer fram
og so eru vit fimm móti fimm á
vøllinum. Hálvur annar minuttir í
yvirtal hevði kanska kunna koppa
dystin til okkara fyrimun, sigur
Svein Rógvi.
Serliga eru tað skjótu mótálopini,
sum riggað væl hjá heimaliðnum.
Upp á skift senda VÍF/Tjaldur spæl
arar Heiðin Sevdal avstað í vinstru
síðu. Hon er skjótari, kvikari og
snildari enn verjan hjá Stjørnuni, og
so skorar hon eisini hvørja ferð hon
er einsamøll við málverjanum. Seks
mál skoraði Heidi upp á skjótálop í
seinna hálvleiki.
– Orsøkin til, at VÍF/Tjaldur
sleppur at gera hasi málini er, at vit
gera feilir í álopunum har vit av
levera beint í føvningin á teimum.
Tað er lætt at renna í skjótálop, men
tað er tungt at renna aftaná. Eg vit
ikki hví fleiri av okkara royndu
leikarum gera slíkar feilir, men tað
er ikki gott nokk, staðfestur Svein
Rógvi.
Tað endar við, at VÍF/Tjaldur
vinnur 30-24, og spenningurin er so
sum so seinasta korterið.
– Eg helt at vit høvdu funnið
rútmuna frá eftir dystin móti
Kyndli, men so var ikki. Tað var
keðiligt at síggja okkara álopsspæl í
dag. Vit gera nógvar tekniskar feilir,
og tað kostar okkum sigurin í dag.
Vit brenna eisini eini 12 ella 14 stór
ar møguleikar, so kant tú heldur
ikki vinna ein hondbóltsdyst, sigur
venjarin hjá Stjørnuni.
Vónin livir enn
Stjørnan hevur bara fingið tvey
stig higartil, og tað er langt upp
til Neistan, ið liggur fremst. Hóast
tað, so hevur Svein Rógvi ikki mist
mótið og vónar at røkka einum
finalu plássi.
– Tað hevði verið gott at komi í
eina finaul, og vit sleppa ikki vónini
fyrr enn hon er burtur. Eg trúgvi at
Stjørnan bara blívur betur og betur.
Steypakappingin er ikki byrjað enn.
Vit eru eitt sigursvant lið, men eisini
tey renna seg í eina mótbrekku. Vit
fremja eitt genratiónsskifti á lið
num, og tað tekur tíð, sigur Svein
Rógvi.
Millum tær ungu, sum skulu
spælast á liðið eru Ella Petersen,
Eyðvør Klakstein og Edith Hansen.
Men venjarin ásannar eisini, at tað
er ringt at spæla eitt nýtt lið inn, tá
tað gongur so illa.
– Tað er bara at venja meiri. Vit
mugu rætta upp á teir feilir vit hava
gjørt, og vit mugu verða meiri støð
ugar, bæði í dysti og til venjing, sig
ur Svein Rógvi at enda.
trondur@sosialurin.fo
VÍF/Tjaldur - Stjørnan 30-24
VÍF/Tjaldur: Heidi Sevdal 8, Adina Petrea 8, Liljan Djurhuus 6, Eilin Hansen 3,
Amanda Kristensen 3, Ansy Sevdal 2
Stjørnan: Ema Bezanovic 9, Ella Petersen 5, Una Olsen 5, Annika Ljósstein 3,
Alina Anghel 2
Trúgva framvegis
upp á finalu pláss
Hondbóltur Sigurvanda stjørnuliðið hevur fingið eina óvanliga vánaliga byrjan upp
á kappingarárið, og mikukvøldið taptu tær fyri VÍF/Tjaldrinum. Hóast tað, so hevur
venjarin eina vón um, at felagið verður at síggja í eini finalu hetta kappingarárið
Heidi Sevdal var munurin, tá VÍF/Tjaldur mikukvøldið vann 30-24 á einum nærmast kreppuraktum Stjørnuliðið
Myndir: Álvur Haraldsen
Stjørnuvenjarin, Svein Rógvi
Nielsen, trýr uppá finalupláss
hóðast trupla startin