fríggjadagur 16. november 2012síða 39
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
39
Fríggjadagur 16. november 2012 · Nr. 134
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Tróndur Arge
Tvey lið hava fingið stig móti KÍF í
ár. Umframt VÍF, sum vann í høllini
í Kollafirði farna vikuskiftið, so
megnaði Kyndil eisini at fáa stig úr
Kollafirði fyrr í kappingarárinum.
Tann dysturin endaði við javnleiki
30-30.
Tann dysturin var sera spenn
andi og lítið bendi á, at tað var
tann stóri munurin á liðnum hetta
kappingarárið, men tað hevur ikki
gingið heilt so væl hjá teimum
grønu, sum hjá kollfirðingum. Fram
til seinasta vikuskiftið var KÍF eina
ráðandi, men ein skakandi vánalig
byrjan upp á dystin móti VÍF gjørdi,
at liðið tapti sín fyrsta dyst.
Fyri Kyndil hevur tað stóran
týdning at vinna dystin, so felagið
ikki missir samband við oddaliðini.
Fyri KÍF er tað týdningarmikið at
reisa seg eftir ósigurin fyri VÍF.
Bæði Arnbjørn Hansen og Gert
Hansen aftur í hópinum hjá KÍF.
VÍF og H71 elta
VÍF hevur reist seg eftir ósigurin
fyri H71, og hevur vunnið tveir
torførar útidystir móti Kyndli og
KÍF. Teir eru á vitjan hjá StÍF, sum
somuleiðis hevur vunnið tveir
teir seinastu dystirnar. Tó móti
botnliðnum Team Klaksvík og
Neistanum. StÍF er bara trý stig
frá oddinum, men úrslitið seinast
móti VÍF bendir á, at tað eru teir
bláu og gulu úr Vestmanna, ið eru
favorittar. Tá vann VÍF 29-23.
Neistin hevur tað ikki lætt í ár.
Teir plaga at megna at fylgja við í
ein hálvleik, áðrenn orkan gongur
undan. Liðið er nýtt og venjarin, Áki
Mørk, hevur sagt, at tað í ár snýr
seg um at menna leikarar.
Teir fáa vitjan av einum H71
liðið, sum hevur vunnið tríggjar teir
seinastu dystirnar. Siðani teir mitt
í farna mánaði taptu á Strondum,
so hava teir vunnið á VÍF, Team
Kalksvík og Kyndli. Ongin ivi um,
at hoyvíkingar eru stórir favorittar
at vinna grannauppgerðina á Hálsi
sunnudagin.
Neistin og hini
Hjá kvinnunum er tað Neistin og
so hini. Tær eru í serflokki og hava
tvífalt so nógv stig sum nummar
tvey. Neistin spælir sunnudagin
móti Stjørnuni, sum mikukvøldið
tapti fyri VÍF/Tjaldur.
Á Hálsi verður dystur millum
Kyndil og VB, sum liggja nummar
ávíkavist trý og tvey. Seinast liðini
hittust endaði tað við 23-23 javnleiki,
so lagt er upp til ein spennandi
dyst.
Á Strondum skal VÍF/Tjaldur
royna at halda fram við góðu
gongdini, nú liðið hevur vunnið
tveir dystir á rað.
trondur@sosialurin.fo
Atlantic Airways Deildin menn
nr. Lið
Dystir
Vunnin mál
Tapt mál
Munur
Stig
1 KÍF
7
212
162
50
11
2 VÍF
7
189
165
24
10
3 H71
7
199
176
23
10
4 StÍF
7
192
161
31
8
5 Kyndil
7
186
178
8
7
6 Neistin
6
129
151
-22
2
7 Team Klaksvík
7
119
233
-114
0
Fremsta deildin kvinnur
nr. Lið
Dystir
Vunnin mál
Tapt mál
Munur
Stig
1 Neistin
5
169
122
47
10
2 VB
5
123
129
-6
5
3 Kyndil
5
110
119
-9
5
4 VÍF/Tjaldur
5
126
124
2
4
5 StÍF
3
76
89
-13
2
6 Stjørnan
5
100
121
-21
2
Pætur Albinus
Í gjárkvøldið var 18 ára gamli
Eirikur Simonsen úr Havn á fyrsta
sinni við á besta liðnum hjá Viborg
HK, sum spælir í bestu donsku
deildini. Eirikur slapp ikki á vøllin,
men hann var við á bonkinum og
má hetta sigast at vera tíðliga at
sleppa at snúsa til besta liðið og
boðar frá góðum í framtíðini.
Sat á beinkinum
Eirikur Simonsen hevur áður
spælt við Kyndli, men hevði ikki
rokkið besta liðnum áðrenn hann
sum 16 ára gamal fór at ganga
á college í Viborg. Í løtuni tekur
hann HHX-miðnámsútbúgving á
Viborg Handelsgymnasium.
Eirikur hevur verið fastur
fúsur í bakketuni hjá U18-liðnum
hjá Viborg HK, og nú hevur altso
íslendski venjarin á besta liðnum,
Oskar Bjarni Oskarsson, valt at
givið Eiriki møguleikan at royna
seg ímillum teir bestu.
Hann hevur vant við teimum,
og nú er altso líkt til, at hann er
við at gera seg galdandi.
Taptu dystin
Eirikur og liðfelagar hansara
spældu hóskvøldið eina tætta
grannauppgerð ímóti Skive FH,
sum undan dystinum lá á aftasta
plássi av teimum 14 liðunum, með
an Viborg HK var á 11. plássi.
Tað gekk eftir ætlan frá byrjan
hjá Viborg HK, sum eisini sleppa til
hálvleiks á odda 11-10, men ímóti
dystarenda streyk Skive FH avstað
og vann dystin 25-23.
Tað merkir, at Skive FH nú
hevur yvirhálað Viborg HK og er á
10. plássi. Viborg HK er framvegis
á 11. plássi, men er í stórum vanda
fyri at verða yvirhálað av teimum
trimum liðunum aftanfyri, sum
eru jøvn og eitt stig aftanfyri,
somuleiðis sum tey hava spælt ein
dyst færri.
albinus@sosialurin.fo
Eirikur í bestu donsku deildini
Hondbóltur Ungur fyrrverandi kyndlamaður er við at gera vart við seg í donskum
hondbólti, har hann í gjárkvøldið á fyrsta sinni var við á besta liðnum hjá Viborg HK
Atlantic Airways deildin:
17/11 Kyndil - KÍF 16.00
18/11 StÍF - VÍF 16.00
18/11 Neistin - H71 16.00
Fremsta deild kvinnur:
17/11 Kyndil - VB 14.30
18/11 StÍF - VÍF/Tjaldur 14.30
18/11 Neistin - Stjørnan 14.30
Oddaliðið úr Kollafirði skal til Havnar at dystast móti Kyndli
Myndir: Álvur Haraldsen
Oddaliðini eru á útivølli
Hondbóltur KÍF, VÍF og H71 eru øll á útivølli um vikiskiftið. KÍF tapti fyrsta
dystin í ár farna vikuskiftið, og VÍF og H71 elta nú kollfirðingar