fríggjadagur 16. november 2012síða 42
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 134 · 16. november 2012
2
VIKUSKIFTI
Hvonn Live
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
– Hvat er hatta, tú hevur á hálsinum?
Tað er sjeikurin hjá Rikke Nielsen,
fyrrverandi donskum landsliðsspælara
í hondbólti, sum spyr.
Rikke Nielsen er mitt í einum sakar
máli ímóti sínum fyrrverandi felag, hon
er við barn og er í holt við at leggja
brúdleypið hjá teimum til rættis. So
knúturin á hálsinum stendur ikki
fremst í køini, og tað mann ikki verða
nakað, heldur hon.
Men hon fer skeiv. Hon fær staðfest
krabbamein, og barnið, sum hon føðir,
vísur seg at hava Downs syndromið.
Men tað, sum líkist størsta niðurtúr
inum í lívinum, endar sum eitt undur.
Leygarkvøldið verður Rikke Nielsen
við í sendingini Hvonn Live á Rás2. Hon
fer at greiða frá sínum upplivingum,
um at merkja tær keðiligu síðurnar
av elituhondbólti, men samstundis,
hvussu týdningarmikið tað er at læra
av lívinum, tá ið tað sær svartast út.
Atomic Kitten
Í sendingini leygarkvøldið verða tvær
av songkvinnunum úr heimskenda
poppbólkinum Atomic Kitten eisini við
í sendingini. Atomic Kitten eru komnar
til Føroya at hava framførslu á Rex, men
áðrenn framførsluna leygarkvøldið
leggja tær leiðina framvið á Hvonn til
eitt prát við Rás2.
Niels Petersen er blivin landskendur
sum tann ídni – og til tíðir óstýriligi –
útvarparin á TB rásini. Hann leggur ikki
fingrarnar ímillum, tá ið hann útvarpar
dystirnar hjá TB. Prátað verður við
Niels Petersen um útvarping, um at
taka rívan til, og um at liva seg inn í
TB-dystirnar.
Hvonn Live er á skránni hjá Rás2
leygarkvøldið kl. 20.00.
Vallestur
eftir valið
Redaktørur: Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Sniðgevi/umbróting: Pætur Eyðunsson Jensen, Sosialurin
Forsíðumynd: M.C. Restorff / Mynd: Álvur Haraldsen
klumman
Eyðun
Klakstein
Samstundis sum danska hondbóltsstjørnan Rikke
Nielsen lá í sakarmáli við felag sítt, gjørdist hon
sjúk av krabbameini og fekk eitt barn við Downs
syndromi. Leygarkvøldið greiðir hon frá sínum
upplivinum í sendingini Hvonn Live á Rás2
Fyri nógv fólk er valkvøldið løtan, tá ið
politiska ballónin brestur. Valevni, sum í
vikur hava stríðst og strevast fyri at vinna
sær undirtøku, mugu ásanna, at teimum
lukkaðist ikki at skava so mikið av atkvøðum
saman, at tey sluppu heilt inn í lovaða
landið, har teir stóru dreingirnir og tær stóru
genturnar taka tær avgerandi avgerðirnar.
Fyri summi er ivaleyst eisini talan um eitt
vónbrot og ein niðurtúr, tí tað, sum tey vænt
aðu sær, var bert ein ynskidreymur í valfepri.
Tey, sum lata seg stilla upp og stilla seg
upp til dóms, hava stórt dirvi, og tað áttu
tey í grundini at fingið nakrar atkvøður
fyri. Men marknaðurin ar avmarkaður, og
nógvar av atkvøðunum eru markaðar væl og
virðiliga, áðrenn nakað valstríð byrjar, og tí
verður tað ein vónleysur kampur fyri mong
valevni at sleppa í eitt kommunustýri.
Men ein kampur er tað – og tað hevur
tað eisini verið hesaferð, serliga á steimum
størru plássunum. Valevni hava kýtt seg at
skriva og lova og vísa á, hvat tey vilja betra
og menna og virða, at tað hálva er meira enn
nokk. Undir valstríðnum virkar tað yvir
gearað og ógvusligt, tá ið valevnini hvør í
sínum lagi vísa á, hvat tey vilja gera – og
summi oysa út av villum vallyftum.
Men hava tit roynt at lisið valgreinar
og valfaldar eftir valið? Tað er komedia og
tragedia alt í senn. Tá ið valkvøldið er farið
aftur um, allar avgerðirnar eru tiknar um,
hvør slapp inn, og hvør ikki slapp inn, og
nógvir av borgarstjórasessunum eru mann
aðir, sæst av álvara, hvussu víðgongt eitt
valstríð i grundini er.
Meðan valstríðið gongur fyri seg, verða
vit øll tikin eitt sindur við og venja okkum
við, at lovað verður í eyst og vest, men tá
ið øll eru komin niður á jørðina aftur –
summi við eitt brak – er tað næstan pínligt
at blaða ígjøgnum valtilfarið og lesa eitt
sindur í tí. Maka til endaleysar og nyttu
leysar flosklar skal leitast leingi eftir, og
hóast onkur skilagóð valevni og greinar og
lyfti eru í rúgvuni, verður alt bara køvt av
meinings(leysum)tosi uttan enda.
Hevur tú eina løtu um vikuskiftið, kundi
tú roynt at lisið eitt sindur av valtilfarinum í
bløðunum og faldarum frá valstríðnum. Tað
er hugvekjandi – og kanska eitt sindur undir
haldandi eisini.
Men fólkaræðið og skrivifrælsið leingi
livi. Góða eydnu til øll, sum eru vald í
kommunustýrini kring landið, og takk til øll
hini fyri ein heilhjartaðan dyst. Vit hoyrast
aftur um fýra ár!
So segði
hann...
Niðurtúrurin
varð eitt undur
Tit liva eitt luksus lív her. Ongin mafia,
kriminalitetur ella mutur. Eg haldi bara ikki,
øll vita, hvussu gott tit hava tað
Sorin Anghel, rumenskur
fótbóltsspælari í Føroyum
Rikke Nielsen,
sum er kend sum
landsliðsspælari í
hondbólti, greiðir í
sendingini Hvonn Live
leygarkvøldið frá tí,
sum líktist størsta
niðurtúrinum í hennara
lív, men sum endaði
sum eitt undur