Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-16, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. november 2012síða 43

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 134 · 16. november 2012 3 VIKUSKIFTI Kom á Hvonn og lurta ... ella hoyr alt á Rás2! Leygarkvøldið 17. november 2012 kl. 20.00 RIKKE NIELSEN Samtundis sum hon lá í sakarmáli við fyrrverandi felag sítt, var við barn og fyrireikaði brúdleyp, fekk hon staðfest krabbamein. Og tá barnið var føtt, vísti tað seg at hava Downs syndrom. Rikke Nielsen, sum er fyrrverandi danskur landsliðsspælari í hondbólti, greiðir frá, hvussu tað, sum líktist størsta niðurtúrinum í lívinum, endaði sum eitt undur. Og hon sigur frá, hvussu týdningar- mikið tað er at læra av lívinum, tá ið tað sær svartast út. NIELS PEtERSEN Niels Petersen er blivin landskendur sum tann ídni – og til tíðir óstýriligi – útvarparin á tB rásini. Hann leggur ikki fingrarnar ímillum, tá ið hann útvarpar dystirnar hjá tB. Prátað verður við Niels Petersen um útvarping, um at taka rívan til, og um at liva seg inn í tB-dystirnar. Eisini hoyra vit onkur brot frá útvarping hjá Niels. JógvaN SKORHEIm Hann er politiska stjørnu skotið í Klaksvík og skal nú taka yvir sum borgarstjóri í landsins næststørstu kommunu. men hví hevur tað gingið so skjótt upp á tindin hjá 30 ára gamla Jógvani Skorheim, og hvussu hevur hann seinastu dagarnar telvað seg fram at valdinum í Klaksvík? Lív NæS Hon hevur seinnu árini hugtikið føroyingar við sínari vøkru og mjúku rødd, og sangirnir, sum hon hevur givið út, hava verið nógv at hoyra. Leygarkvøldið spælir Lív Næs live í sendingini. Sosialurin 341800