fríggjadagur 16. november 2012síða 44
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 134 · 16. november 2012
4
VIKUSKIFTI
Samrøða
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Hann er kendur sum tann glaði gospel
sangarin og hugfarsligi hotelstjórin.
Fryntligur og fyrikomandi. Og altíð til
reiðar við einum smittandi smíli.
Tá ið ringasta kreppan í nýggjari tíð
neit føroyska samfelagnum fast fyrra
partin av 90’unum, sang hann, at tað
var ein glotti fyri framman. Og tað
var tað sjálvandi – tey vóru bara so
syndarliga fá, sum fingu eyga á hann,
glottan.
62 ára gamli M.C. Restorff hevur
ígjøgnum fleiri áratíggju verið profilur
í føroyska samfelagnum. Við sangi og
tónleiki – á útgávum síðani 1971 – hev
ur hann ríkað føroyskt tónleikalív og
givið gospelumhvørvinum lættar og
fangandi tónar. Sum inngrógvin partur
av Hotel Hafnia, ið familjan átti og rak
í nógv ár, var hann við til at bjóða før
oyingum og útlendingum, høgum og
lágum, innivist og mat – eitt heim
heimanífrá.
Men tað hevur eisini ein kostnað at
liva eitt langt lív og altíð verða tann fitti
og blíði. Tann, sum nikkar og bukkar.
Tann, sum ikki loysir av, og tekur upp
gerðirnar áðrenn tær breiða seg, ella
ger vart við seg, tá ið tað hevði verið
upp á sítt pláss.
– Eg plagi at siga, at mann kann
bukka so nógv, at buksirnar skrædna,
sigur M.C. hugsin.
Og tað er kanska komið hol á buks
irnar hjá M.C., tí hann er farin at ganga
á skeið fyri at læra seg at siga frá, og
fáa bilbukt við hetta og hitt, sum hann
hevur latið hópað seg upp innan í
sær gjøgnum árini. Tíðin er komin til
sjálvrannsakan.
– Livir tú eitt lív, har tú fittur og
blíður, letur hana og hann kleina teg
út, letur tú grugg hópa seg upp innan
í tær. Og á lívsleiðini er meira enn so
komið fyri at bikarið hevur verið fult.
Og er bikarið í tær fult, má og skal tað
onkursvegna tømast – annars verður
galið, sigur M.C.
Eingin diskusión
M.C. Restorff leggur eitt danskt vikublað
á borðið. Hann hevur blaðað upp á eina
síðu, har samrøða er við Bengt Burg,
sum hevur eina sjónvarpssending sam
an við 23 ára gamla soni sínum. »Den
gamle mand og hvalpen« eitur send
ingin, har feðgarnir saman við øðrum
kjakast um ymisk evni. Í greinini verður
Bengt Burg spurdur um, hvat ger hann
glaðan, og hann svarar: »Eg eri glaður
fyri eina góða diskusión, sum gevur
ymiskar vinklar og ger meg klókari.«
– Hetta fær meg at gána – what?
Alt frá barni av hevur ein diskusión
í mínari verð verið orsøk til frástøðu
og súrar minur. Heima hjá mammu og
pápa bleiv ongantíð diskuterað.
– Nú er tað tíbetur ikki óvanligt at eg
hoyri fólk hava eina góða diskusión um
okkurt, og hesi koma til eina niðurstøðu
og koma víðari. Men sjálvur haldi eg
meg ikki fram at fatinum! Havi ongar
royndir á økinum og havi altíð roynt
at hildið meg burtur frá orðadrátti og
konfliktum. Og tá ið tað galt mín egna
persón, havi eg ikki evnað at sagt frá,
tá ið eg átti at gjørt tað, sigur M.C.
Restorff.
– Tað passaði væl saman við tað,
sum mamma mín plagdi at siga: »Frið
urin leingi livi«. Hon var eitt fantastiskt
friðarsøkjandi menniskja, og tað var,
– Livir tú eitt lív, har tú fittur og blíður, letur hana og hann kleina
teg út, letur tú grugg hópa seg upp innan í tær. Og á lívsleiðini er meira
enn so komið fyri, at bikarið hevur verið fult, sigur fløguaktuelli M.C.
Restorff, sum er farin á skúlabonk fyri at broyta lívsmynstur
Tað kostar
at vera
fittur
mynd: álvur haraldsen