Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-16, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. november 2012síða 45

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 134 · 16. november 2012 5 VIKUSKIFTI – Sum hjá flestu øðrum vóru smeitir á leiðini, men eg dugdi ikki at gera vart við meg. Tó, betri seint enn ongantíð – nú skal hetta og hitt upp á pláss og ruddast av vegnum, sigur M.C. Restorff. Nøkur ár eru liðin, síðani M.C. av heilsuávum gavst á Hotel Hafnia, men lív er enn í havnadronginum, sum nú um dagarnar gav út nýggja fløgu við gospelsangum sum sagt, heldur einki kjak heima hjá okkum. Tók frástøðu M.C. arbeiddi ein stóran part av lívi sín­um saman við pápanum á Hotel Hafnia, men teir høvdu ikki eitt tætt per­són­ligt forhold, sum ynskiligt var. – Fyri ikki at koma í óneyðugt stríð við pápa, skrivaði eg mangt brævið til hansara á náttarvøkum, tá eg var ørkyml­aður. Hesi skriv vóru so løgd fyri hann á skriviborði hansara – væl at merkja tá ið hann ikki var har. Minnist ikki at vit nakrantíð settust saman og røddu um tað, sum eg frá tíð til aðra skriv­aði til hansara. Áni ikki, um hann læs brøvini, ella um tey fóru beint í papírs­kurvina. – Tá eg var 16 ár, var eg úti fyri ein­ ari hending, sum eg ikki fortaldi fyri nøkr­um, men sum eg illa fekk borið. Eg mistreivst, spýði og varð øgiliga klæn­ ur. Ein dagin sigur pápi mín við meg »M.C., eg skammist av at verða pápi tín, tí tú ert so klænur. Tú sært virku­ liga illa út« Mín reaktión var at taka frá­støðu og biða hann passa sítt lív og lata meg fáa frið. – Havi eftirsíðan hugsað, um støðan hevði verið øðrvísi, um eg í staðin hevði tikið mót til mín og sagt pápa frá mínum trega. Tó, tað svarið fái eg ongan­tíð – hann fekk jú ikki kjansin. – Vit systkin høvdu fyri so vítt ein góðan pápa, hóast hann hevði ikki havt nakra pápa-fyrimynd. Hetta komst tað av, at pápi hansara doyði, tá ið hann var sjey ára gamal. – Pápi mín og eg fingu eitt deiligt for­hold, tá ið hann varð 82-83 ára gamal. Tá gavst hann á Hafnia, og eg fekk eitt pápa-son forhold til hansara. Vit fingu 4 góð ár saman, til hann doyði sum 87 ára gamal. Áðrenn vóru vit tveir, sum víst arbeiddu saman, men høvdu so ymiskt sýn uppá arbeiðið og lívið fyri alt tað, at vit kundu verið komnir av hvør sínari planet. Men eg ivist onga løtu í, at hann elskaði meg. Lærir seg at fáa nevan M.C. Restorff greiðir frá, at hann mang­ an á leiðini hevur verið fyri neiligum hendingum, uttan at hava evnað at sagt frá á røttum stað, og givið síni sjónar­ mið til kennar. Hetta síðsta tekur hann tó sjálvur ábyrgdina av: – Eg eri sloppin mær alt ov lætt undan uppgerðum og konfronta­tión­ um. – Summi fólk hava tað vælsignaða, at tey evna at rysta alt av sær, og tú sært tað ikki á teimum, meðan onnur okk­ara fara í knæ av onkrum, sum í veru­leik­anum ikki hevði so øgiliga nógv uppá seg. – Og man eg ikki onkuntíð havi stung­ið nøsina í so langt fram og havi fingið tey sløg, sum ein hevði uppi­ borið? Heilst víst – fyrr var illa. – Eftir eitt langt lív eri eg tó loksins komin til ta niðurstøðu, at tað er bert ein per­sónur, sum kann ansa eftir tær, og tað er tú sjálvur. Tú hevur ábyrgd­ina av tær sjálvum. Tí siti eg nú hvørt hóskvøld saman við fólki, sum hava havt sorg ella eru komin út fyri ymiskum neiligum. Her eru fólk, sum vilja broyta lívsmynstur. Hetta er eitt 12-stig-skeið, sum verður hildið í kristnum samanhangi, og sum í Jesu navni er ætlað at hjálpa fólki at gera upp við tað, sum vit stríðast við, og læra okk­um betur at takla avbjóðingarnar av alskyns slag , sum liggja og bíða tær og mær á leiðini. – Eg læri meg nú at fáa ein framm­ aná – uttan at fara um koll. Summi fingu hesi evni í vøggugávu og megna tað, men eg eri bara ikki føddur so­ leið­is. Eg eri følin. Veit væl, at tað, sum eg havi upplivað, ikki í námind kann saman­berast við teir ræðuleikar, sum nógvir landsmenn hava verið úti fyri, men á lívsleiðini havi eg so fingið smeitir, sum ikki eru fingnir upp á pláss. Tí havi eg brúk fyri sjálvrannsakan í roynd­ini at frá hetta illgrasið upp við rót, sigur M.C. Restorff. mynd: álvur haraldsen Nýggjasta ískoytið til bønirnar hjá M.C. Gud, gev mær sálarfrið til at góðtaka tað, ið eg ikki kann broyta, mót til at broyta tað, ið eg kann, og skil til at síggja munin. Amen M.C. Restorff hevur um dagarnar givið nýggja tónleikafløgu út, sum hann kallar »Sanganna Veingir«, og mikudagin 21. november kl. 15.30 verður út­gávutiltak í Skálanum í Norðurlandahúsinum. Sjónbandaløg av nýggju fløg­ uni verða at síggja. Millum ann­að er grønlendski rapparin, Vilhelm Levisen, Jóhan Magnus Olsen av Toftum, og M.C. í fullum útblástri á heitis­lagnum »Sanganna Veingir«, har viðkomandi myndir og sjónbandaupptøkur av grannum okkara í útnorði verða at síggja. Sangkvinnan, Birita Poulsen av Sandi og M.C. halda sær at gaman í sangi, og heima­ bakaðar smákøkur, kaffi og the trýtur ikki. Øll eru væl­komin til hugnaløtuna í sam­bandi við útgávuna. Nýggj útgáva og hugnaløta