Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-16, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. november 2012síða 47

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 134 · 16. november 2012 7 VIKUSKIFTI Hví valdi tú at gerast myndamaður? Mær hevur altíð dámt væl at taka myndir, og tí var tað eitt nattúrligt val at fara tann vegin. Sum skiftisnæmingur í USA var foto eitt av mínum fakum, og har yviri lærdi eg nógv. Tí var tað ein løtt avgerð at fara til Australia at lesa til mynda­mann eftir student. Hvussu er tann fullkomna myndin? Tað er eingin uppskrift til ta fullkomnu myndina, tí tað er upp til hvønn einstakan at meta um. Ein mynd, sum kann vera fullkomin í mínari verð, kann t.d. vera fullkomiliga óviðkomandi fyri ein annan persón. Persónliga haldi eg, at ein góð mynd skal hava høgan »wauw« faktor og sjálvandi skulu mynd­evni, kompositión, litir, og fakligt handa­lag sum heild vera í lagi eisini. Hvussu sær ein vanligur arbeiðsdagur út? Tað góða við mínum arbeiði er, at innihaldsliga er eingin arbeiðsdagur eins. Uppgávurnar eru sera víttfevnandi. Alt frá brúðarmyndatøkum, sum eru bókaðar eitt ár frammanundan til eina spontana uppgávu sum t.d. at fara til Íslands næsta dag. Eg oyni tó at halda arbeiðistíðirnar frá 9-17, men sum oftast arbeiði eg eisini um kvøldar­nar ella í vikuskiftinum. Hvørjum tónleiki lurtar tú eftir? Fyrr var alt Metallica. Nú á døgum eri eg ikki so einstáttaður, og fløgusamlingin fevnir um alt frá Pantera til Adlibitum. Eg lurti eftir tónleiki, ið hóskar til løtuna. Kann gott lurta eftir elektroniskum tón­ leiki eitt heilt leygarkvøld ella 80‘ara rokki, meðan eg arbeiði um kvøldið. Tað skal tó ikki einans vera tónleikur við futti í, men eisini balladur. Hvat er besta lag, sum er gjørt? #41 (Dave Matthews Band) og Every Breath You Take (Police) eru tvey løg, sum geva mær gásahúð, hvørja fer eg hoyri tey, men eins og við myndini skal lagið siga einum nakað ta røttu løtuna. Hvussu heldur tú teg í form? Eg royni at venja næstan hvønn dag antin flogbólt ella styrkivenjing. Hvussu eru tínir matvanar? Alt ov vánaligir eftir nútímans tilmælum. Eg hevði ikki hildið meir enn ein dag í »Fit« sendingini, tí mær dámar alt ov væl ósunnan mat. Eg royni tó ikki at eta alt ov nógv ósunt og skeri alt óneyðugt feitt burtur. Harafturat havi eg eina søta tonn, men eg havi hugsað um at fara at trekkja hana út. Hvat gert tú í frítíðini? Venji flogbólt, styrkivenjing, spæli poker, hugni mær við vinfólki, men tað nýtist ikki altíð at henda okkurt. Nú, tá daman býr niðri, eru tó nógvir tímar farnir við skypesamrøðum. Hvat dámar tær at ferðast í egnum landi? Tað dámar mær bara væl, hóast eg tíverri havi gjørt ov lítið av tí. Í summar kemur tó vend í, tí vit hava júst keypt nýggjan kampingvogn, sum skal nýtast til fulnar. Ikki einans til festivalarnar. Hvør er tín lívrættur? Lambskjøt í øllum teimum ymisku variantunum og sherry afturvið sjálvandi. Hvørjum hyggur tú at í sjónvarpinum? Fyri tað mesta dokumentarsendingum ella eitt nú »Top Gear« – tað fær man ikki nokk av. Í næstum fara tó óivað nógvir tímar við mínum nýggja Apple TV og Netflix. Hvør bók liggur á náttborðinum? »Adobe Photoshop for photographers« og Facebook. »Hvor er folket?« Spurdi hon, tá hon steðgaði súkkluni í túninum við Christiansborg. Fólkið? Spurdi eg, hvat fyri fólk? Tey, sum ætla at mótmæla, svaraði hon og tók súkkluhjálmin av. Men tey eru helst á veg. Mær nýttist ikki at spyrja, tí eg bæði sá og hoyrdi, at hon var virkin vinstru megin miðjuna í sjeytiárunum. Og var framvegis røttu megin miðjuna, sum nú aftur er vinstru megin miðjuna í Dan­mark. Mótmæla? Mótmæla hvørjum í forgarði fólkaræðisins. Danska stjórnin er jú reyð, sigst. Kanska ikki myrkareyð, men onk­urs vegna reyð kortini. Hví mót­ mæla? Sjálvur var eg veg inn í miðbýin eftir ein góðan danskan frokost við nógvum feitti og góð­ um vistfrøðiligum snapsi á hinari vektskálini. Visti ikki um nakað mót­mæli. Avgjørdi at bíða í fólka­tings­tún­ inum fyri at vita, hvat hendi. Nøkur fólk vóru longu har. Ein pallur var eisini settur upp, og uppi á honum royndu tey ljóðið. Okk­urt var á vási. Fólkið ætlaði at gera vart við seg. Jú, har kom ein mótmælis­ gonga av Ráðhústorginum. Við reyðum fløggum, herrópum og arbeiðarasangum, júst sum tá í sjeytiárunum. Tað ger sum sagt ongan mun, um ríkisstjórnin er reyð. Alt er av fananum til kortini. Lummapengarnir úr stats­kassanum minka. Dagpengar, arbeiðs­loysi og fátækradømi. Øll hasi hjáárinini av vælferðini. Nøkur fá eiga allar pengarnar í land­inum. Tey, sum longu eiga, fáa bara meira og meira. Onnur hava bara ráð til øl. Tíbetur er øl bíligt í Dan­mark. Hóast stjórnin er reyð, ræður kapitalisman. Tey marsjera inn í túnið og taka støðu. Síðani røður og tónleikur. Kendi onkran sangin aftur frá skúla­tíðini í Tvind, í Den Rejsende Højskole. Boðskapurin í røðunum júst tann sami sum fyri fjøruti árum síðani. Her var so fólkið í fólkaræðinum í túninum hjá borgini. Hví byrgir fólka­ræðið seg inni aftan fyri múrar av stórum steinum? Onkur fólkavaldur gloppaði eitt vindeyga heilt har uppi fyri at hoyra betur, men vindeygað fór skjótt aftur aftur. Har vóru eisini fakfelagsfólk og fólk á Eindarlistanum, sum stuðlar stjórnini. Og professionell mótmælis­ fólk, sum hava mótmælt øllum stjórnum seinastu 40 árini. Pseudososialisman var ikki júst tað, sum tey droymdu og framvegis droyma um. Hon er ov semjusøkjandi og byggir á neyðloysnir, sum byggja á aðrar neyðloysnir. Kommunismu rópar eingin um longur, nú verður bara teskað um hana. Anarkisma. Hvat var tað nú, tað var? Tað er ein demokratiskur rættur hjá øllum at mótmæla demo­kratinum. Kanska enntá ein demokratisk skylda. Ella ein demo­kratisk neyðloysn bara at mót­mæla í staðin fyri at brúka skarpari lút. Hvar er fólkið? Tað er ein góður spurningur. Konan í hjálm­ inum á súkkluni setti súkkluna frá sær, og fór at bíða eftir fólk­ inum, sum var á veg av stóra torg­inum. Hon væntaði ongan bardaga, so hon tók hjálmin av og hongdi hann á hjólhestin. Hjálmurin er eini harraboð frá demokratinum, so millum annað tey, sum mótmæla demo­ kratinum, fáa ikki ilt í høvdið. Eg lurtaði eina løtu eftir mót­ mælum og fór so út í arbeiðara­ proletarbýlingin at drekka eina sterka øl fyri kollveltingina, sum heldur ikki kom tann dagin. Fólkið kom, sá – og tapti eina ferð afturat. Umafturafturum høgni djurhuus Móðurmálsviðursløn 2012 Finnur Justinussen lagt til rættis: Rannvá Gaard Fossaberg Fyrr var alt Metallica Finnur Justinussen starvast dagliga sum mynda­ maður. Hann heldur, at tann góða myndin skal hava høgan wauw-faktor. Fyrr lurtaði hann bara eftir Metallica, men í dag lurtar hann eftir tónleiki, ið hóskar til løtuna. Og so hevur hann eina søta tonn, sum hann kundi hugsað sær bleiv trekt út Fólkið er enn á veg