Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-16, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. november 2012síða 48

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 134 · 16. november 2012 8 VIKUSKIFTI Tónleikur Jákup Mørk post@sosialurin.fo – Hetta er tað svakasta, sum eg nakran tíð í lívinum havi funnið uppá. Soleiðis byrjar prátið, tá vit spyrja Hall um verkætlanina, sum í næstum fer av barkastokki. Í døgunum frá 23. november til 7. desember verða Hallur Joensen og Jákup Zachariasen í Nashville, har nýggj útgáva skal takast upp. Ein útgáva, sum eftir øllum at døma verður ein heilt serligur varði inn­an føroyska tónleikasøgu. Hallur skal nevnliga syngja duettir saman við eitt nú Bobby Bare, Bellamy Brothers og Charlie Pride. Øll siga ja Hóast dagarnir til fráferðina nú eru heilt fáir í tali, so tykist Hallur sjálvur ikki reiðiliga at fata, at tað hevur eydn­ast honum at fáa hetta í lag. – Tá Jákup og eg fóru at tosa um at gera nýggja fløgu, kom tankin um onkra duett eisini upp at venda. Sjálv­ ur helt eg, at tað hevði verið stuttligt, um vit fingu bara ein kendan country- sang­ara við til onkra duett, og so var bara at fara ígongd. Eg royndi sjálv­ andi at brúka onkur sambond, sum eg hevði, og brádliga stóð greitt, at her vóru ein rúgva av nøvnum, sum høvdu hug at vera við. Enn er navn­listin ikki heilt endaligur, men tað stendur í øllum førum greitt, at Bobby Bare, G. Thomas, Charlie Pride, Bellamy Brothers og Christer Sjøgren verða við. Eisini hava vit spurt okk­um fyri hjá Hank Williams Jr. Hann hevur ikki játtað enn, men hann hevur so heldur ikki sýtt fyri at vera. Og tað vildi veruliga verið tann heilt stóri trumfurin, um hann eisini verður á útgávuni. – Hank Williams Jr. er eitt tað størsta navnið, sum tú kanst finna. Hann er helst ríkasti maðurin inn­ an country-heimin, og javnan hev­ur hann skapt mikla øsing við tí, sum hann hevur upp á hjartað. Eitt nú í samband við amerikanska forseta­ valið, har hann hevði sínar avgjørdu mein­ingar um, hvat var rætt og ikki. So tað vildi veruliga verið nakað, sum hevði vakt ans, um hann var við, sigur Hallur. Nýtt og gott gamalt Hvørjir sangirnir verða á útgávuni, er heldur ikki greitt enn, tó at Hallur við­gongur, at sumt er meira upplagt enn annað. – Tað er væl lítil ivi um, at ein duett við mær og Charlie Pride verður við »Kiss an Angel Good Morning«, og kanska verður talan um okkurt væl kent lag í øðrum førum eisini. Hin­ veg­in hava vit eisini fleiri nýggj løg við í við­førinum, og fleiri av hesum skulu so eisini við á fløguna, so vit fáa at síggja, hvussu endaliga úrslitið verður. – Nú ræður fyrst og fremst um at fáa løgini heilt liðug. Síðani mugu Jákup og eg gera okkara tankar um, hvussu alt skal setast saman, og so verð­ur setningurin sjálvandi at tillaga hetta, soleiðis at samansetingin eisini er nakað, sum hinir kunnu taka undir við, sigur Hallur. Ringt at selja »Hallur« Umframt at geva góðan tónleik út, so vónar Hallur eisini, at ein slík útgáva kann vera við til at styrkja altjóða brand­ið hjá Halli sjálvum. – Hesi seinastu árini hevur tað veruliga verið stuttligt, og tú kanst kanska siga, at eg nú livi dreingja­ dreymin, sum birtist, tá eg fyrstu ferð spældi til dans. Tá var eg bara 13 ár, og í mun til tá, so taki eg kanska tónleikin meira róliga nú. Í øllum førum er tað ikki soleiðis, at øll tilveran stend­ur og fellur við, hvussu næsta út­gáv­an stendur seg á marknaðinum. Hin­ vegin verið eg heilt rørdur, hvørja ferð onkur útlendsk bílegging kemur á heima­síðuna. Mítt endamál hevur bara verið at spæla góðan gamlan country-tónleik, og eru onnur, ið dáma hetta, so styrkir tað meg bara í trúnni um, at eg á hendan hátt kann geva country-tónleikinum nakað, sig­ ur Hallur. Við framførslum í eitt nú Noreg, Dan­mark og Hetlandi hevur Hallur seinnu árini spakuliga skapt mær eitt navn, og nú er setningurin sjálvandi at styrkja um hetta. – Tá er tað ikki altíð so lætt at eita »Hallur« og koma úr Føroyum. Mín vón er í øllum førum, at eg eisini kann verða kendur sum ein, ið hevur sungið duettir saman við øllum hesum stóru nøvnunum. – Kann útgávan skumpa meg rætta vegin í so máta, so er tað í øllum før­ um ein veldugur síðuvinningur. Men høvuðsvinningurin er fyrst og frems, at tað yvirhøvur hevur eydnast at fáa hetta í lag, sigur Hallur um tað, sum hann altso kallar fyri tað svakasta, sum hann nakran tíð hevur gjørt. Føroyski country-kongurin skal nú roknast millum teir heilt stóru. Um eina viku fer Hallur Joensen til Nashville, har upptøkur saman við nøkrum av størstu nøvnunum innan country standa á skránni við Halli Stjørnuhimmal Tað var í 2008, at føroyingar veruliga fingu eyguni upp fyri framúr tónleikagávunum hjá Halli Joensen. Í aríl í 2008 varð Pickin’ Time in Nashville send á marknaðin, og við brestin gjørdist Kyss Ein Eingil Hvønn Morgun eitt rimmar hitt á føroysku út­varps­ støðunum. Men tað var nú ikki tað, sum Hallur hevði í huganum, tá hann fór undir fyrstu útgávuna. – Pápi mín var bara 54 ár, tá hann doyði. Seinasta kvøldið, sum hann var á lívi, sótu vit báðir og jammaðu, og so var hann bara farin. Ein hending, sum sjálvandi setti síni skelkandi spor hjá einum 17 ára gomlum unglingi. – Tað gingu tó nógv ár, áðrenn hug­skotið um fløguna kom. Eg flutti aftur til Føroya í 2007, og nakað seinni segði systir mín við meg, at hon hevði funnið nakrar myndir av pápa okkara, og tað var akkurát hetta, sum setti ferð á. – Er lívið veruliga so einfalt, hugsaði eg. Er tað bara so, at tú fert av foldum, og so eru bara nakrar myndir eftir. Tað vildi eg ikki, og tí setti eg mær fyri, at eg skuldi gera eina fløgu til pápa mín. Eina fløgu, við góðum country-tónleiki, júst sum tað, ið vit báðir plagdu at lurta eftir. Hvat hetta kostaði, legði eg ikki tað stóra í. Eg vildi heldur gera hetta, og so betala rokningina næstu 20 árini, ístaðin fyri at brúka pengar til ein dýran bil ella onkran annan brúkslut, sigur Hallur. Men rokningin gjørdist tó ikki tann stóra, tá avtornaði. – Eg skuldi sjálvur ein túr til Danmarkar sunnudag, sum fløgan kom út mánadag. Oddbjørn, bróð­ir, hevði lovað at fara runt at selja fyri meg, og sjálvur vónaði eg, at eg kundi røkka einum 1.000 fløg­um ella so. Tí var tað ein skelkur av teimum heilt stóru, tá Oddbjørn ringdi til mín hósdagin við boðunum um, at hann hevði selt 3.000 eintøk! Vit høvdu bara prentað 2.000 eintøk, so tað var einki annað at gera enn at bíleggja fleiri eintøk, sigur Hallur, sum síðani hevur verið ókrýndi coyntry-kongurin í Føroyum. Fløgan var til pápan