Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-16, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. november 2012síða 50

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 134 · 16. november 2012 10 VIKUSKIFTI útbúgving Gestur Hovgaard Lektari í Samfelagsvísind, gesturh@setur.fo Í hesi grein skal eg við støði í royndum frá Søgu- og Samfelagsdeildini (SSD) argu­mentera fyri einum slíkum leisti at skipa Master (MA) uppá. Hesin leistur tekur atlit til fakliga breidd og góðsku og tey vilkor, sum før­oyski arbeiðs­ marknaðurin setir. Saman­hangur hesi millum er neyðugt, um fólk skulu støð­ ast. Fyrst skulu vit tó umrøða, hvørjar avbjóðingarnar eru. Samfelagsliga avbjóðingin. Medvitað ella ikki, so útbúgva vit fólk av landinum við ógvusligum tapi av menn­iskjaligum resursum og sam­ felags­ligum møguleikum sum fylgju. Løgna fyribrigdið er, haldi eg, at politiska skipanin tykist í lítlan mun vekta tey, sum medvitað velja Føroyar fram­um, tí á øllum økjum er tørvur á mál­rættaðum útbúgvingum, sum vit ikki arbeiða fyri at dekka. Samstundis tykist vanliga skipanin við fólkaskúla, mið­námi – og nú miðalhøgari útbúgv­ ing – mest at vera einvegis ferðaseðil av landinum. Ikki tí, eisini tey sum bevíst velja Før­oyar framum, ynskja sær útbúgving. Merkis­vert er t.d., at fólk lesa pedagog, taka akademiskar eftirútbúgvingar og enn­tá Ph.D. aðrastaðni, men samstundis velja Føroyar sum sína basu. Vanligu argumentini móti út­ búgvingar­politikki sum munar nakað eru: 1) Vit hava ikki ráð! 2) Hvat skulu hesi gera? Aftanfyri páhaldið liggur ofta ein mót­setningur millum »tey sum fram­ leiða« og »tey sum umsita«. Tey fyrru skapa virðini, sum tey sum umsita – og tey sum verða umsitin – skulu liva av. Oftast verður hesin mótsetningur eisini settur upp sum »tað privata« mótvegis »tí almenna«, »praksis« mótvegis »teori«. Hesin mótsetningur er ikki bara falskur, men eisini skaðiligur, tí har­við kvetta vit teir møguleikar, sum liggja í, at framleiðsla-umsiting, privat- al­ment ella praksis-teori eru øll virðis­ skap­andi og stuðla undir hvørjum øðr­ um, t.e. tvær síður av somu søk. Tá um hægri útbúgvingar ræður, er av­bjóðingin hvørki pengar ella, hvat fólk skulu gera. Tað er ein sannroynd, at útbúgving er ein íløga, sum loysir seg, og jú betri útbúgving, jú betri um­ siting og meira íverkseting. Restin er ein spurningur um politiskan vilja og organisa­toriskt talent. Veruliga avbjóðingin er lítla støddin av okkara samfelagi, ið merkir, at á eini síðuni kunnu vit ikki bjóða fram ta breidd av Master-útbúgvingum, eitt modern­að samfelag krevur, samstundis sum vit eru tvingað at skapa eina breidd. Tað er hesa avbjóðing, vit mugu takla. Royndir frá Søgu- og samfelagsdeildini Á SSD menna vit eina tvørvísindaliga tematiska vísind, hetta við støði í kon­ kretum praktiskum viðurskiftum hjá samfelagsbólkum og skipanum. Av royndum vita vit, at slíkur leistur gev­ ur breiðar fakligar førleikar, fólk sum duga at hugsað í heildum, men sum sam­stundis megna reiðskapini og før­ leikar­nar til analytiska dýbd. Vit halda, at hetta passar væl inn inn í tann kunnleikatørv, føroyska sam­ felagið hevur. Hesar dygdir hava sam­ stundis stórt virði á einum nú­tímans arbeiðs­marknaði. Tí er hesin leistur eis­ini ein máti at takla ta samfelags­ ligu av­bjóðing nevnd varð framman­ undan. Á hesum grundarlagi havi vit nú tríggjar BA útbúgvingar, har tey les­ andi velja seg inn á nakrar linjur. Tey verða tí BA í antin »søgu«, »politikk og umsiting« (Stjórnmálafrøði) ella »sosialvísind og samfelagsplanlegging«. Ynskiligt er at fáa ein BA í »virkisskipan og leiðslu«, soleiðis at vit dekka eina sam­felagsliga breidd, men hetta hevur ikki verið orka til. Søgu- og Samfelagsdeildin byrjaði nærum av nýggjum á heysti 2010, har nøkur og 30 lesandi vóru tikin inn. Bæði í 2011 og 2012 hevur verið nýggj upptøka, soleiðis at tað nú eru oman­ fyri 100 fulltíðarlesandi á deildini. Har­ afturat eru tað eini 120 stakskeiðs­les­ andi, mest innan lóg. Av posi­ tivu roynd­ unum hesa tíð­ina kann nevn­ast: 1) tað er áhugi fyri at lesa í Før­ oy­um, tí talið av um­sókn­ um er vaks­andi. 2) Onki bend­ir á, at tað eru tey við lægstu mið­ náms­prógv­um, sum velja eina »før­oyska« loysn. 3) Frá­ fall­ið er inn­an rími­ligt mark. 4) Lestrar­um­ hvørvi er skapt, tí fleiri ár­gangir eru, sum aftur skap­ar økt­an trivn­að og ágrýtni mill­um tey les­andi, og tí – av ser­lig­um týdn­ingi – økta fak­ lig­heit. Ein minni heppin roynd er, at ein ógvu­sliga økt undir­vís­ingar­byrða, uttan at resursu­parturin fylgir við, um skamma stund fer at fáa eina positiva gongd til at ganga øvugtan veg. Tað áhuga­verda í hesum samanhangi er Flest øll eri samd um, at høg raðfesting av útbúgving er vegurin fram at fáa fólk at støðast. Skal hesin tankin gera mun, so krevur tað at vit arbeiða fram nýggjar »føroyskar« mátar at hugsa og skipa okkara útbúgvingar uppá, ikki minst hægru útbúgvingarnar Hví blíva við at framleiða fólk av landinum? Nýskapan má til, eisini innan útbúgving Eitt svar er »Master-læra«