fríggjadagur 16. november 2012síða 51
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 134 · 16. november 2012
11
VIKUSKIFTI
tó, at okkara BA-skipan prógvar, at tað
ber til at skapa eitt veruligt universitert
umhvørvi.
Spurningurin er, hvussu vit koma
víðari, tí hóast BA loysnin at síggja
til er ein suksess, eru vit í ferð við at
fáa minni fyri meira, tí vit megna ikki
spesialiseringspartin (MA). At hava
masterlesandi er líka týdningarmikið
fyri føroyska universitetsdeild, sum tað
er fyri øll onnur universitet. Ein kann
enntá pástanda, at eitt universitet við
ongum masterlesandi í veruleikanum
ikki er eitt universitet.
Hálvur leistur – hálvt úrslit
Á sumri 2013 verða tey fyrstu 30 les
andi liðug sum bachelor (BA) í nýggju
skipanini á SSD. Tá hava tey 2 møgu
leikar í at velja.
Eini er at verða verandi í Føroyum,
har tey við sínum BA fara út á føroyska
arbeiðsmarknaðin.
Hin er at fara uttanlands at lesa seg
lidnan, tvs. taka MA. Hetta er natúrliga
valið, tí fult akademiskt prógv krevur
fimm ára útbúgving (MA). At taka BA í
Føroyum og so fara av landinum er eis
ini ført fram sum stórt framstig. Argu
mentið er, at jú longri ungdómar støðast
í Føroyum, ju betri eru sannlíkindini
fyri, at tey koma aftur.
Hesin hálvi leisturin gevur í besta
lagi hálvt úrslit. 3 munandi vansar
eru:
• Akademisk útbúgving og størv
eru soleiðis, at tey vanliga krevja
masterprógv (MA). Tí koma tey
við BA heldur at kappast um
størv innan skrivstovu o.l. Men
hví útbúgva BA til at kappast við
størv, ið fólk við øðrum og minni
kostnaðarligum førleikum
kunnu klára?
• Hóast fleiri
við BA kanska
koma aftur, so
fer framvegis ein
munandi partur
teirra millum, fram
vegis at velja Føroyar
frá. Fyri Grønland
kann ein positiv »BA-
effekt« ikki síggjast. Hví
skal so henda í Føroyum?
Við okkara flytitølum í huga,
má ein eisini undrast á, at ein
»meira-sannlíkt-at-tey-koma-aftur-
politikkur« er nøktandi.
• Skal eitt universitet verða ein drív
kraft í samfelagsmenning, herundir
fáa fólk at støðast, so má tað hava
eitt komplett umhvørvi at virka í,
bæði fyri starvsfólk og fyri lesandi.
Her er enn langt á mál hjá Setr
inum. Dømini aðrastaðni frá vísa
tó sera greitt, at tað ber til og ger
mun. Triði og í veruleikanum størsti
vansin er tí, at ein BA-leistur einans
skapar ikki eitt veruligt universitets
umhvørvi, tí sjálv spesialiseringin
manglar.
Hálvt úrslit gevur ikki ein nøktandi sam
felagsligan vinning, og kjarnutrupul
lekin fyri Setrið, arbeiðsmarknaðin og
samfelagið sum heild er, at alneyðuga
spesialiseringin manglar. Henda
spesialiseringin er tann, sum á einum
universiteti fer fram á millum annað
masterstigi (MA). Við støði í nevndu
vansum tori eg at pástanda, at ein
skipaður MA-innsatsur er ein fyrsta og
heilt avgerandi fyritreyt fyri eini líkn
andi menning í Føroyum, sum vit síggja
frá universitetunum í Akureyri, Tromsø,
Aalborg, ja »you name it«. Avbjóð
ingin liggur í, hvussu vit skipa
hetta í mun til tað samfelag
og tann arbeiðsmarknað
vit liva í.
Master-læra
M a s t e r ú t b ú g v
ingar á nútímans
universiteti eru
vanliga skip
aðar eftir hóp
framleiðslu
u p p s k r i f t
ini. í kapp
ing verður
eitt hav av
standardi
seraðum út
búgvingar
g o n g d u m
bjóðaðar út,
sum lesandi
kunnu velja
ímillum. Her
kunnu
vit
ongantíð ger
ast kappingarfør,
tí vit eru og vilja
altíð vera alt ov smá.
Men vit kunnu nakað
annað.
Ístaðin fyri at taka støði
í útbúgvingini, kunnu vit taka
støði í tí einstaka lesandi. Tað er
her hugtakið »master-læra« kemur
inn. Ein leistur kundi verið:
• Hvør granskari bjóðar fram síni
raðfestu granskingarøki.
• Tey lesandi kunnu so gjøgnum
eina fastlagda skipan bjóða seg
fram til at taka Master hjá ávísum
»meistara«.
• Tá tann lesandi er upptikin, verður
saman við »meistaranum« løgd
ein ætlan fyri bæði Masterárini.
Hendan fevnir um:
• a) Hvørji øki og tema »lærlingurin«
skal taka uttanlanda (1 ár). Hetta
tryggjar neyðuga teoretiska ballast
og neyðugt útsýni.
• b) Ætlan fyri »sveinastykkið«,
tvs spesialið (1 ár), sum vanliga
vil hava støði í einum konkretum
»føroyskum« problematikki. Av tí
talan er um 1 árs spesiali (vanligt
er ½ ár), kann hetta eitt nú koplast
saman við einum uppihaldi á einum
virki ella stovni.
Ein spesialisering við »master-læru«
hevur fylgjandi dygdir og fyrimunir:
• Tað verður møguligt at bjóða
Master, har hvør lesandi fær eina
miðvísa individuella útbúgving, eitt
nú gjøgnum uppihald á ymiskum
universitetum og fakøkjum, um
framt at spesialið er 1 ár. Hetta er
við til at tryggja neyðugu breiddina
av kompetansum á føroyska
arbeiðsmarknaðinum.
• Gjøgnum master-lærlinga sam
bandið tryggja vit, at tann einstaki
master-lesandi varðveitir sítt
tilknýti til føroyska universitetið
og føroyska samfelagið. Við støði
í »egnum veruleika« gevur hetta
eitt innlit, sum ongin annar hevur
ella kann fáa. Tað økir vitanina um
føroyska samfelagið, og eisini hetta
fer at smitta av aftur á føroyska
arbeiðsmarknaðin og samfelagið
sum heild.
• Tann master-lesandi og einstaki
granskarin koma at hava eitt tætt
tilknýti. Hetta er mótsatt tí, vit
hoyra aðrastaðni frá, har fólk
lesa í áravís uttan at hava sæð
ein veruligan professara. Við hesi
skipanini kunnu vit tí fáa nøkur
Masterlesandi við rættiliga høgum
kompetansum. Vinningurin gerst
enn størri av, at á hesum stiginum
fara tey lesandi eisini at geva nakað
aftur til granskaran, sparring,
data, o.s.fr sum hevur týdning fyri
granskingina hjá tí einkulta.
• Tann menningin eitt veruligt
universitert umhvørvi skapar, fer
eisini at kunna fáa eina positiva
synergi millum »tey verandi« og
»tey uttanlands«, tí hesi í størri
mun koma at spegla sær í hvørjum
øðrum, ein møguleiki sum í dag
ikki er til staðar. Við hesum er eisini
sagt, at eg síggi ikki ein mótsetning
millum tey, ið velja at fara, og tey,
sum velja at verða; tvørturímóti.
Avbjóðingar eru sjálvsagt eisini. Ein tílík
skipan krevur ávísa umsiting, óhepnir
mótsetningar millum »meistara« og
»lærling« kunnu uppstanda, vm. Men
hetta er í prinsippinum ikki øðrvísi enn
tað, sum hendir í øðrum útbúgvingar
samanhangum.
Endi
Uppskot mítt um master-læru merkir
ikki, at vit ikki skulu bjóða út vanligar
master útbúgvingar, tí sjálvandi skulu
vit tað. Tað skapar nettupp rúm fyri
at menna nøkur sterk fakøki, sum er
grundarlagið undir einum veruligum
lestrar- og granskingarumhvørvi.
Hetta uppskotið er sjálvsagt ikki
kostnaðarfrítt, men lætt er at rokna út
kostnaðin, og skuldi tað eisini passa fínt
inn í verandi skipan hjá Studna. Undir
øllum umstøðum er talan um evarska
lítla investering til eina skipan, har fólk
koma at framleiða í tí landi, sum hevur
goldið teirra útbúgving.
Er man bangin fyri enn eini almenn
ari útreiðslu, so kundi ein tílík skipan
koyrt sum royndarætlan í eitt nú 3 ár.
At talið av lesandi føroyingum á hægri
útbúgvingum uttanlands, sambært
Studna, uppá 1 ár er vaksið við umleið
350, átti í hvussu er at fingið onkran
at vakna.
Fyri viðmerkingar til útkast til hesa greinina takki eg Terja á
Lakjuni, Kára Mikkelsen, Hans A. Sølvará, Erling Isholm og lesandi á
»sosialvísind og samfelagsplanlegging« á Søgu- og Samfelagsdeildini.
Sí nærri:
http://setur.fo/soegu_og_samfelagsdeildin/utbugving/