Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-16, síða 56
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. november 2012síða 56

‹ fyrra síða allar 56 síður

Tekstur á síðuni

nr. 134 · 16. november 2012 Træið hevði drukkið Jenny McCarthy hevði sex við einum træ í rúsi Vagaportalurin So verður ikki nógv kvota til okkum Makrelurin fer til Afrika Portal.fo Ruddið forsíðuna! Gott veður í Klaksvík nordlysid.fo Ja og? Bilar á bilstøðini Auto Vikublaðið Tað eru nógv blandað bomm Atlantic Petroleum keypir fyri 80 milliónir krónur Torsportal.fo Í ranga strúpan Meira Twilight Nú kann enn ein filmur í vampyr-røðini Twilight upplivast á hvíta tjaldinum. Hóskvøldið varð filmurin við heitinum Twilight Breaking Dawn 2. partur frumsýndur, og roknað verður við, at eisini hesin Twilight-filmurin fer at draga nógv fólk í biohøllirnar. Twilight Breaking Dawn 2. partur Frá 16/11 Durita í Smiðjuni Fríggjadagin letur málningaframsýning við Duritu Dam upp í Smiðjuni í Lítluvík. Hetta er triðju ferð, at Durita Dam sýnir myndir sínar fram í Smiðjuni. Hesaferð fer dóttir Duritu, Ragnhild Dam, eisini at sýna fram tush-tekningar og hondsmíðaðar smúkkur úr silvuri. Framsýningin hevur opið fram til mikudagin 21. november Framsýning við Duritu Dam Smiðjan í Lítluvík í Havn 16/11-21/11 TB-útvarp­ arin á Hvonn Leygarkvøldið sendir Rás2 aftur Hvonn Live. Hetta er live-sending, sum verður send av Hvonn í Havn. Gestir hesaferð verða millum annað Rikke Nielsen, fyrrverandi danskur landsliðsspælari í hondbólti, Atomic Kitten, brestskar poppstjørnur, og Niels Petersen, landskendi útvarparin á TB-rásini. Eisini verður live-tónleikur Hvonn Live Rás2 Leygarkvøldið 17/11 kl. 20.00 Lokalbrak í London Ein av størstu granna­ uppgerðunum í enskum fótbólti er, tá ið tey bæði stórfeløgini í Norðurlondon, Arsenal og Tottenham, bresta saman. Leygardagin fara júst hesi bæði feløgini at dystast á leikvøllinum hjá Arsenal. Arsenal - Tottenham Leygardagin 17/11 kl. 12.45 Rithøvundar leggja stríð til viks Í eini 15 ár hava tveir av kendastu rithøvundum í heiminum, John Le Carré og Salman Rusdie, ikki tosað saman. Hinvegin hava teir tosað um hvønn annan – og ikki serliga pent. Stríðið millum teir komst av einum kjaki um umstríddu bókina Satanisku Ørindini hjá Rusdie. Men nú er líkt til, at teir hava lagt stríðið til viks og eru farnir at rósa skaldskapinum hjá hvørjum øðrum. Tað er í øllum førum komið fyri fleiri ferðir seinastu tíðina. Tann dag í dag trúgvi eg ikki einum orði av tí, tá ið fólk siga við meg, at eg eri vøkur Uma Thurman, sjónleikari Eg trúði ikki, at eg nakrantíð kom at uppliva hetta Ovfarin Heðin Mortensen eftir valúrslitið baksíðan... lagt til rættis: Eyðun Klakstein