fríggjadagur 16. november 2012síða 55
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 134 · 16. november 2012
15
VIKUSKIFTI
ábendingar um, at okkara heili er pro
grameraður til at hugsa í endamáli og
ikki tilvildum, er niðurstøðan hjá Jesse
Bering.
Frágreiðingina finna vit í okkara
evolutioneru fortíð, har menniskja
fyri at yvirliva menti evni til at finna
tilætlan í umhvørvinum, t.d. um nú
onkur møgulig føði lá og lúrdi. Somu
frágreiðing nýtir Jesse Bering at greina,
hví gudstrúgv tykist koma nógvum so
nátúrligt.
Men heilaevnafrøði er neyvan øll
søgan. Dan P. McAdams, professari í
kliniskari sálarfrøði á Northwestern
University í USA hevur í sínari gransk
ing funnið tað seramerikanska aftur í
persónssøgunum hjá luttakarunum í
sínum kanningum. Hann nevnir hesa
serligu søguna fyri »the redemptive self«
ella »tað endurloysandi egið«. Reyði
tráðurin eru idealiseraðar lívssøgur, har
frásøgukjarnin er »eg stríðist nú, men
mítt stríð kemur komandi ættarliðum
til góða« og »í seinasta enda verður
dreymurin veruleiki«, og »eg komi at
gera ein mun í heiminum«.
Við øðrum orðum er eitt afturvend
andi tema í amerikonsku sjálvsfatanini
sjálvsuppofran fyri einum hægri enda
máli. Tað er meining við líðingini nú.
Niðurstøðan hjá Dan P. McAdams er,
at henda søguprototypan stingur djúpt í
amerikanskari mentan og fer líka aftur
til europeisku niðursetufólkini, sum
kendu á sær, at tey høvdu eitt serstakt
kall í heiminum. Lagnan sum ein rættu
ligur »self made man ið skal broyta
heimin« er sostatt dømi um, hvussu ein
samfelagsligur normur kann seta djúp
spor í innara frásøgufólkinum og gerast
partur av persónligu sjálvsuppfatanini.
Í hesum førinum í einum givnum
mentanarligum samanhangi.
Hetja ella offur?
Ert tú ein hetja ella offur, sambært tær
sjálvum? Heimurin er fullur av sjálv
hjálparbókum, ið skulu hjálpa okkum
at siga eina positiva søgu um okkum
sjálvi og økja um sjálvsálitið. Og van
liga fatanin er, at vit gera, sum vit
hugsa. Tí ræður um at hugsa rætt. Men
nakrir sálarfrøðingar leggja nú á annan
bógvin og venda hesi fatan á høvdið.
Tvørturímóti, so verður tú tað, sum tú
gert og sært, er boðskapurin.
Í einari klummu í bretska blaðnum
The Guardian verður professarin í sálar
frøði Timothy Wilson, frá University of
Virginia, siteraður fyri at siga, at upp
runaliga orsøkin til, at vit t.d. lata eina
pengamappu inn, kann væl vera fyri
at gerast væl umtókt millum fólk, men
gerðin sjálv kann elva til, at vit broyta
fatan av okkum sjálvum og føra til ta
niðurstøðu, at erliga atferðin hóast alt
veruliga er ein partur av okkum. Við
øðrum orðum hava sosialu umstøðurnar
og sjálvar gerðirnar eina støðuga ávirk
an á søguna, vit siga um okkum sjálvi.
Og persónliga søgan er ongantíð at
skild frá teimum upplivingum okkum
tilvildarliga koma fyri, sum t.d. at vit
finna eina mappu á vegnum.
Henda sálarfrøðiliga tilgongdin
nevnist »Self perception theory« og
byggir á eina røð av sosial sálarfrøð
iligum royndum. Eitt dømi eru royndir,
har luttakarar við lágum sjálvsáliti
verða manipuleraðir til at halda nógv
um seg sjálvar, bert við at fyriskiparar
ávirka sosialu umstøðurnar og fáa
aðrar lutakarar at bera seg at mótvegis
teimum á ávísan álitisgevandi hátt.
Tilgongdin gevur eina ábending um,
at okkara sjálvsuppfatan er lættari at
ávirka enn tey flestu vanliga hugsa.
Timothy Wilson hevur víst á, at
hendan einfalda tilgongdin í veru
leikanum er rættuliga djúp, tí hon av
dúkar at vit í roynd og veru eru okkum
sjálvum rættuliga fremmand – vit hava
støðugt tørv á at eygleiða og tulka okk
ara egnu sosialu atferð – fyri betri at
skilja hvørji vit eru og hvat okkum
dámar. Við øðrum orðum kunnu vit
ikki taka høvuðspersónin í persónligu
søguni fyri givið.
Taka vit hesa tilgongd í álvara, er
okkara samleiki og persónliga søgufrá
greiðing altíð til tingingar við okkara
sosialu umstøður og teir leiklutir um
støðurnar geva okkum. Men tilgongdin
gevur samstundis eina vón um, at
okkara leiklutir ikki nýtast vera eins
fastlastir sum vit ofta hava lyndi til at
halda.
Grundleggjandi hypotesan er, at vit eru
frágreiðandi verur, ið áhaldandi fortelja ávísar
søgur um okkum sjálvi fyri at geva tilveruni meining
Vanliga seta vit lagnutrúgv í samband við
religión, men niðurstøðan er, at eisini fólk,
sum tilvitað lýsa seg sum »ikki religiøs« ella
»ikki trúgvandi«, ótilvitað lýsa nógvar týðandi
hendingar í lívinum við orðingum sum t.d.
»tað var helst meiningin« ella »hetta hendi
so eg kundi læra av tí« og so framvegis.