Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-16, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. november 2012síða 54

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 134 · 16. november 2012 14 VIKUSKIFTI Bakgrund Janus á Ryggi post@sosialurin.fo Filmsheimurin hevur fleiri ferðir roynt at sett orð á fyribrigdið. Eitt nú við Hollywood filminum »Stranger than Fiction« frá 2006. Í filminum fylgir hyggjarin skattainnkrevjaranum Harold Crick, ið verður spældur av Will Farell. Høvuðspersónurin Harold Crick er snøgt sagt ein keðiligur og gráur karakterur, hvørs gerandisdagur er ógvu­liga væl skipaður, og hvør gerð mate­matiskt uppgjørd í sekundum. Men keðiliga gerandisrútman verður brádliga avbrotin við, at Harold gerst varugur við, at hansara lív verður stýrt av ein­um frásøgufólki, sum hann hoyrir í sín­um egna høvdi. Frásøgufólkið sigur frá hvørjum smáluti í lívinum hjá Harold, uttan at hann fær samband við frá­søgufólkið, sum ikki tykist lurta eftir honum. Óttafullur leitar hann sær hjálp hjá sálarfrøðingum, men endar ístaðin hjá einum bókmentafrøðingi, sum eggjar honum til finna frásøgufólkið onkun­ staðni úti í veruliga lívinum. Boðið frá bókmentafrøðinginum er, at Harold annaðhvørt er partur av einari tragediu ella komediu. Filmurin fylgir síðani Harold í hansara leitan eftir frá­søgu­ fólkinum, sum leggur hansara lív til rættis niður í minstu smálutir. Innari viðmerkjarin Tey flestu munnu onkuntíð hava sitið við einari kenslu av, at teirra lív er væl lagt til rættis frammanundan. At onkur annar heldur eyga við teimum. Sam­ stundis nýta flest øll nakrar av teim­um somu søgunum, lýsingunum og tví­støð­ unum, tá tey skulu lýsa seg sjálvi og sítt lív fyri øðrum. Persónliga søgan gevur okkara lívi eina søgugongd og ein struktur, soleiðis at lívið hjá okkum ikki hongur søguleyst í einum tómrúmi. Við øðrum orðum er endamálið við persón­ ligu søguni at seta okkara lív í eitt ávíst meiningsgevandi høpi. Fyribrigdið hevur lagt lunnar undir sálarfrøðiligu greinina »narrativ sálar­ frøði«, har grundleggjandi hypotesan er, at vit eru frágreiðandi verur, ið áhald­ andi fortelja ávísar søgur um okkum sjálvi fyri at geva tilveruni meining. Øll hava eina ella fleiri lívssøgur, sum tey áhaldandi siga frá. Narrativa sálarfrøðin lænir úr bókmentafrøðini og skoðar hvørt einstakt menniskja sum eina ser­staka søgu við egnum tema, plotti og høvuðspersóni. Frásøgufólkið sjálvt er nógv umrøddi innari viðmerkjarin – egið – ið rationaliserarar øll stig og allar gerðir í lívinum. Við øðrum orðum: Tosa øll, so ella so, við seg sjálvan – um seg sjálvan og sítt lív. Vit royna at svara spurningum sum t.d. hvussu eri eg? Eri eg væl eydnaður? Hvar eri eg í lívinum nú? Og hvat er næsta stigið? Men eru okkara lívssøgur eins ser­ stakar, sum menniskju eru ymisk? Svarið frá narrativu sálarfrøðini er, at nakrir reyðir tráðir eru at hóma mill­um lívssøgurnar. Eitt nú er lagnu­trúgv ein afturvendandi reyður tráð­ur sálar­frøð­ ingar hava staðfest við at greina stórar mongdir av persónligum lívs­søgum. Eins og ráðandi samfelagsligir normar, persónstypa og heilakemi eru nøkur boð uppá, hvat tað er, sum ávirkar tað, ið innara frásøgufólkið sigur. Lagnutrúgv er nátúrlig Vit hava eina innbygda universellan tendens til at greina hendingar og um­ støður sum verandi partur av einum hægri endamáli. Hetta er niðurstøðan hjá ameri­kanska sálarfrøðinginum Jesse Bering, ið hevur skrivað bókina »The Belief Instinct«. Slóðbrótandi bókin byggir á eina røð av opnum samrøðum, Jesse Bering hevur gjørt við fólk, ið høvdu til endamáls at avdúka, hvørt tey uttan nakra eyðsýnda ávirkan umrøddu týðandi hendingar í sínum lívi sum eitt úrslit av endamáli og meining, ella um tey nevndu tilvild og egið val sum mest týðandi ávirkanina á lívsgongdina. Vanliga seta vit lagnutrúgv í sam­ band við religión, men niðurstøðan hjá Jesse Bering er, at eisini fólk, sum tilvitað lýstu seg sum »ikki religiøs« ella »ikki trúgvandi«, eisini ótilvitað lýstu nógvar týðandi hendingar við orð­ingum sum t.d. »tað var helst mein­ ingin« ella »hetta hendi so eg kundi læra av tí« og so framvegis. Tað gevur Ert tú hetja ella offur? Vit liva øll í einari søgu, okkaru egnu persónligu søgu. Við hvør sínum høvuðspersóni, plotti og afturvendandi tvístøðum. Søgurnar, vit siga um okkum sjálvi, geva okkara tilveru eitt ávíst innihald og seta okkara lív inn í eitt størri høpi. Men hvør skrivar í roynd og veru tína søgu? um teg Søgan Tey flestu munnu onkuntíð hava sitið við einari kenslu av, at teirra lív er væl lagt til rættis frammanundan. At onkur annar heldur eyga við teimum