Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-19, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. november 2012síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 19. november 2012 · Nr. 135 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen Næsta ár skal Heilsuverkið spara 20 milliónir krónur Og Karsten Hansen, lands­stýris­maður, ásannar, at tað fer at tað fer at raka onku­stað­ni. Hann sigur, at sparingar í Heilsuverkinum næstu tíð­ ina fara fáa avleiðingar fyri tæn­astu­støðið og harvið sjúk­ling­in, sigur hann. Men nettupp tí er tað átrok­andi at fara undir bygn­ að­ar­broytingar í Heilsu­verki­ num Næsta ár er talan um 3,6 milliónir í bein­leið­is sparingum. Men har­um­ framt fær Heilsu­verk­ið ikki endurgjald fyri lønar­hækk­ ingar, sum væntandi verða 5,45 milliónir næsta ár. Og Heilsuverkið fær held­ ur onki endurgjald fyri, at rakstrarútreiðslurnar hæk­ ka, tær hækkingarnar vera væntandi einar 12 milliónir krón­ur av tí at heilivágur, olja og aðrar útreiðslur dýrk­ að. Enn er kortini stór óvissa um lønarvøksturin av tí, at fleiri sáttmálar ikki eru komnir uppá pláss á heilsu­ økinum. Men tilsamans rindar heilsu­verkið 545 milliónir krón­ur í lønum og hvørja ferð, lønin hækkar 1% svarar tað til, at starvsfólkatalið verð­ur lækkað eini 15 árs­ verk. Karsten Hansen sigur, at av tí at játtanin ikki hækk­ ar, kann tað hava við sær, at starvsfólkatalið í heilsu­ verkinum fer at lækka. Men ætlanin er í mest møgu­ligan mun, at talan verð­ur um natúrliga frá­ gongd. Trygdin í hásæti Landsstýrismaðurin sigur, at arbeitt verður nú við at fáa greiði á, hvussu sparingin skal fremjast, men enn er ikki komin á mál. - Aðalmálið er sjálvsagt, at trygd­in skal vera í hásæti, so spar­in­g­ar verða ikki settar í gildi í óðum verkum. Hann nevnir eisini, at tað hev­ur eydnast á summum økj­um at fáa tað at hanga sam­an, tí í ár hava ongar deild­ir verið lukkaðar, sum van­ligt hevur verið og ser­við­ gerð uttanlands hevur held­ ur ikki verið avmarkað í ár. Alt seinna hálvár í fjør vórðu bara sjúklingar, sum høvdu bráð­neyð­uga viðgerð fyri neyð­ini, sendir av landinum til viðgerð. - Ein partur av spar­ing­un­ um verður fáa betur avtalur um serviðgerð uttanlands, sam­stund­is sum arbeitt verð­ur við at taka viðgerður heim. - Harumframt verður ar­ beitt verður fyri, at heilsu­ verk­ið skal kunna krevja brúkara­gjøld gjøld. Men hetta eru bara brúkara­gjøld fyri heilsu­vátt­ an­ir til vinnuna, sum ikki hava beinleiðis við sjúku og sjúkuf­yri­byrging at gera. Niður í løn Karsten Hansen , at tað verður neyðugt at tál­ma útreiðslunum í Heilsu­verki­ num. - Tað ber ikki til bara at pum­p­a pening í Heilsuverkið uttan at kanna tær skipanir, sum føra til, at tað alsamt dýrk­ar. - Øll í Heilsuverkinum er sinn­að at gera sítt til at vit fáa meiri fyri minni. Og Karsten Hansen held­ur, at tað ber væl til at rational­isera, tí tað er nógvur pening­ur í skipanini. Eitt nú eru samráðingar við læknarnar um nýggjar sátt­málar og har er peningur at spara, sigur Karsten Han­ sen. Hann nevnir, at lækna­ vik­ar­ar, sum fara av Lands­ sjúkra­húsinum, á sjúkra­hús­ ið í Klaksvík og á Tvøroyri at arbeiða, fáa yvir 70.000 krón­ ur í løn um vikuna. Hann nevnir eisi­ni, at yvirlæknar á Lands­ sjúkrahúsinum hava pri­vat­ ar viðtalur, umframt at teir arbeiða fyri føroyska Heilsu­ verkið. Einstakir av teimum hava eina inntøku upp á yvir eina mill­ión um árið av sínum privata virksemi, umframt yvirlæknalønina, teir fáa frá heilsuverkinum. - Her eru pengar at spara og á hesum øki verða mun­ andi broytingar í næstum, stað­festir Karsten Hansen. Heilsuverkið spara 20 milliónir næsta ár HEILSUVERK Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, ásannar, at sparingar í Heilsuverkinum næsta ár fara at raka onkran Áki Bertholdsen Nú skal Karsten Hansen, lands­stýrismaður í heilsu­ mál­um, greiða Løg­tingi­ num nágreiniliga frá, hvørj­ ar sparingar skulu ger­ast á teimum trimum sjúkra­ húsu­num. Tað er greitt, eftir at Rig­ mor Dam, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, nú hev­ ur reist málið í Løg­tingi­ num við einum skriv­ligum fyrispurningi til lands­ stýrismannin um støðu­na á teimum trimum sjúkra­hús­ unum. Í hesum sambandi vil ting­kvinnan hava at vita, hvussu nógv útreiðslurnar skulu økjast um so er, at ong­ar sparingar verða settar í verk, bæði hvat rakstrinum við­vík­ur og í sambandi við, at nýggjar og øktar tæn­ ast­ur í Heilsuverkinum, eitt nú í sambandi við eina heildarætlan fyri tey, sum hava sukur­sjúku, kopp­set­ ing ímóti krabba­meini í lív­móð­ur­hálsi­num barna- og ungdómspsykiatri og ætlan­ina um at stytta bíði­ list­ar­nar. Rigmor Dam vil eisini hava at vita, hvørja meting sjúkra­húsini sjálvi hava av spar­ing­unum og um, hvussu játtan­in kann haldast. Somuleiðis vil ting­kvinn­ an hava at vita, hvussu lækn­ar­nir á sjúkrahúsinum sær fyri sær, at tað ber til at spara 15 milliónir á játtanini til serviðgerð uttanlands, utt­an at landssjúkrahúsið fær hægri játtan til at taka við­gerð­ir heim. Í hesum sambandi vís­ir tingkvinnan á, at á summ­ um økjum er prís­hækk­ ing­in stór, eitt nú er olju­ prís­ur­in hækkaður 9% og rav­magn er hækkað 7% hetta seinasta árið. - Á matvørum, sum er ein stórur postur í heilsu­ verk­inum, kunnu vit eisini vænta stórar príshækkingar kom­andi tíðina, væl upp um tey 2,2%, sum prísvøksturin er í løtuni. Vil hava meiri at vita um sparingar á sjúkrahúsunum HEILSUVERK Landsstýrismaðurin í heilsumálum skal nú greiða Løgtinginum frá um sparingar á sjúkrahúsunum næstu árini Ætlanin er í mest møgu­ligan mun, at talan verð­ur um natúrliga frágongd Neyðugt - Tað verður neyðugt at tálma útreiðslunum til Heilsuverkið og tað er peningur at heinta, uttan at seta trygdina í vanda upp á nakran máta, sigur Karsten Hansen