Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-19, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. november 2012síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 19. november 2012 · Nr. 135 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen Í hesum døgum er Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, í ferð við at leggja síðstu hond á eitt uppskot, sum skal leggjast fyri Løgtingið um at broyta lógina um fosturtøku. Tað kom fram á lands­ fundinum hjá Mið­flokki­ num leygardagin. Jenis av Rana, formaður Mið­floksins, sigur, at hetta er eitt mál, sum er heilt av­ ger­andi fyri Miðflokkin at fáa framt. - Hetta er eitt mál, sum Mið­flokkurin hevur havt á breddanum síðani hann varð stovnaður, so tað er heilt avgerandi, at vit fáa eina broyting, leggur hann aftur­at. - Tað skal verða lættari at koma í verðina, staðfestir for­maðurin í Miðflokkinum. Karsten Hansen sigur, at hann ætlar, at uppskotið verð­ur lagt fyri Løgtingið um ársskiftið. Ráðgeving Endamálið við at broyta lóg­ina um fosturtøku er, at hereftir skulu allar kvinnur, sum vilja hava fosturtøku, taka ímóti ráðgeving frá ser­frøð­ingi. Endamálið er at skipa eina føroyska ráðgeving eft­ir sama leisti sum danska Mødre­hælpen, sigur Jenis av Rana. Tað merkir, at eitt ráð skal setast á stovn, sum skal hava nakrar serfrøðingar á yms­um økjum knýtt at sær. - Vil ein kvinna hava fostur­tøku, skal læknin vísa kvinnuni til hetta ráðið. Ráð­ið skal so fáa greiði á, hví kvinnan vil hava fostur­ tøku. - Tá ið tað er greitt, hví kvinn­an vil hava fosturtøku, skal ein ráðgevari á økinum, kvinn­an hevur trupulleika á, venda sær til kvinnuna at tosa við hann, um at loysa trupul­leikan, uttan fostrið verð­ur tikið. - Er talan um sosialar orsøk­ir, skal tað vera ein sosial­ráðgevari, sum tosar við kvinnuna. Er talan um andaligar orsøkir, skal tað vera ein prestur, sum tos­ ar við kvinnuna, er talan um sjúku, skal ein lækni tosa við hana og er tað sál­ ar­lig­ur trupulleikar, skal sálarfrøðingur tosa við kvinn­una. Løgfrøði í buktini Men tað er ikki vist, at tað verður so lætt at gera hesa broyt­ingina. Talan er um danskt máls­ øki og nú hevur løg­frøði­lig­ ur ivi tikið seg upp um tað yvir­høvur ber til at tvinga kvinn­ur, sum vilja hava fost­ur­tøku at taka ímóti ráð­gev­ing. Hinvegin er onki, sum forð­ar fyri, at ein nevnd verð­ur sett og at kvinnur, sum vilja hava fosturtøku, skulu fáa tilboð um at leita sær ráð hjá serfrøðingi. Jenis av Rana ivast ikki í, at tað letur seg væl gera at skipa eina tvingaða ráð­ gev­ing. - Tvær ella tríggjar ferðir hava vit havt uppskot um hetta fyri Løgtingið, men um­si­t­ingin hjá Løgtinginum hev­ur aldrin reist tann spurn­ing­in, at tað ikki ber til at hava eina tvingaða ráð­gev­ing í Føroyum. Formaðurin í Mið­flokki­ num fær seg illa at trúgva, at hetta er annað enn kans­ ka undanførslur, so hann vil síggja tað á skrift, áðrenn hann trýr tí. - Í Danmark ber til at hava eina tvingaða ráð­gev­ ing fyri kvinnur, sum vilja hava fosturtøku eftir 12. viku og so mugu vit finna útav, hvat krevst fyri at vit kunnu fáa eina tvingaða ráð­geving í Føroyum. - Men tað skal vera fyri all­ar fosturtøkur, ikki bara eft­ir 12. Viku, sigur Jenis av Rana. Ikki upp á tal Tá ið málið varð umrøddur á landsfundinum, var spurn­ ing­ur­in eisini framm um før­oysk­ar kvinnur eisini skulu fáa tilboð um at kan­ na fostrið fyri down syn­ drom, so at tær kunnu fáa fostur­tøku av teirri orsøk. Eisini í Føroyum hevur spurn­ing­urin verið frammi. Men í hesum føri er Kar­ sten Hansen púra av­gjørd­ ur, at tað kemur als ikki upp á tal í Føroyum. Miðflokkurin fekk ein nýggjan nevndarlim á lands­fundinum leygar­ dagin. Nývaldur í nevndina er Frank Jacobsen, sum annars hevur verið skriv­ari floksins. Annars varð Mia av Kák Joensen aftur­valdi nevnd­ina, hon hevur ver­ið floks­stjórn­ar­leið­ ari. Hinir nevnd­ar­limir­ nir eru Beinta Áargarð, Vi­n­jard Johansen, Dánjal Mourit­son Joen­ sen, sum um­boðar Ung fyri Mið­flokk­in og Jen­is av Rana, sum er po­li­t­ isk­u­r fo­r­mað­ur og sum løg­tings­lim­ir og lands­ stýris­fólk, velja. Nevndin skipar seg sjálv. Nýtt fólk í nevndina Vilja hjálpa kvinnum at seta børn í verðina LÓGIN UM FOSTURTØKU Nú verður lógin um fosturtøku broytt við tí endamáli, at hjálpa kvinnum at sleppa undan fosturtøku So mugu vit finna útav, hvat krevst fyri at vit kunnu fáa eina tvingaða ráðgeving í Føroyum Formaðurin í Miðflokkinum fær seg illa at trúgva, at hetta er annað enn kanska undanførslur Fosturtøka - Tað skal vera lættari at sleppa í verðina heldur Miðflokkurin og nú leggur Karsten Hansen síðstu hond á eitt uppskot um at broyta lógina um fosturtøku