Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-19, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. november 2012síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 19. november 2012 · Nr. 135 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Uni Arge Hevur tú góða heilsu og tjenar nóg mikið av peningi, tørvar tær ikki hjálp frá tí almenna. Men bilar heilsan, mást tú til lækna ella á sjúkrahús, og miss­ir tú arbeiðið, mást tú hava arbeiðs­loysisstuðul. Í norður­lendsku vælferðar­ sam­feløg­unum er hjálpin næst, tá neyðin er størst, tí so­leiðis eru samfeløgini skip­að. Øll fáa almenna hjálp, gerst hon neyðug, og av tí sama er skattatrýstið millum heims­ins hægstu. Skattatrýst og vælferð hanga óloysiliga saman í væl­ferðar­samfeløgunum, men samfeløgini broytast alla­tíðina. Verða færri at gjalda skatt og fleiri at for­ syrgja, koma almennu kass­ ar­nir undir trýst, og trupl­ari verður at gjalda fyri væl­ ferðar­tænasturnar. Soleiðis er støðan í NORA-londunum, Ís­landi, Føroyum, Grønlandi og smáplássunum í Noregi. Væl­ferðarmodellið er undir trýsti, tí fólkasamsetingin skeik­last. Tørvur er tí á ný­ hugsan. Á ráðstevnu hjá NORA í Reykjavík 6. og 7. november umrøddu búskaparfrøðingar, søgufrøðingar, heimspek­ing­ ar, vinnulívsfólk og al­menn­ir leiðarar, hvørjar avbjóð­ing­ ar londini verða noydd at viðgera í framtíðini á væl­ ferð­ar­økinum. Í øllum lond­ unum er sama gongd. Sam­ fel­øg­ini bløða ungfólk, og tey eldru fjølgast. At avtaka væl­ferðar­modellið kemur ikki upp á tal, men at tað má effekti­vi­serast, var ongin ivi um. Hjálpa sær sjálvum Hetta fer at krevja, at politik­ arar mugu sleppa vana­hugs­ anum og seta í verk nýggjar loysnir, ið gera almennu sek­torarnar bíligari at reka. Longu nú verður hetta gjørt í Føroyum, nevndi Petra Jónsdóttir Joensen, stjóri í Al­manna­verkinum. Hon upp­ lýsti, at eitt paradigmuskifti fer fram í Føroyum. Stórir stovn­ar verða lagdir saman, fólk skulu hava hjálp til sjálv­ hjálp, og strembað verður eftir, at fólk verða heima so leingi sum gjørligt. Tann vinstravendi lesarin fer kanska her í baklás og hugsar, at soleiðis er kar­ ráur høgrapolitikkur. Eisini hetta varð tosað púra opið um á ráð­stevnuni. Ong­ ir politik­arar vóru har, so nak­að hugsjónarligt elju­ stríð tók seg ikki upp, men at talan kann gerast um eitt stríð millum høgra og vinstra, tá tað almenna skal effektivi­serast, er upplagt. Spurn­ing­urin er kortini, um trupulleikin ikki er nógv djúpri og álvar­sligari enn so. Orka vit ikki at gjalda, tí vit onki broyta, hokna sam­feløg­ ini bara. Í Grønlandi er spurning­ urin um at veita borgarum væl­ferðartænastur nógv øðr­vísi enn í t.d. Føroyum. Á heims­ins størstu oyggj búgva 56.000 fólk, harav 8.600 búgva í smá­um bygdasamfeløgum. Vegir eru ongir til hesi pláss, so neyðugt er at flúgva ella sigla. Eyðsýnt er, at trup­ult er at fáa fakfólk at støð­ast á smáplássunum, og spurn­ ing­urin er eisini, um tað al­ menna yvirhøvur skal átaka sær at veita fólki somu tæn­ ast­ur í smábygdum sum í bý­ unum. Henrik Leth, formaður í felagnum Polar Seafood Group, var ógvuliga ósenti­ mentalur, tá hann umrøddi hes­ar spurningar. Tey 75 bú­ plássini í Grønlandi kunnu ikki vænta sær eins tæn­astur, tí alt ov trupult er at veita tænasturnar. Nógv prak­ tisk­ari hevði verið at stuðl­ að fólki at flutt av smæstu pláss­unum inn í býir­nar, so lættari gjørdist at veita neyðugu tænasturnar. Hann helt, at smábygdir hoyra for­ tíð­ini til og forða fyri væl­ ferð­ini hjá fólki. Hesin spurningur er eisini viðkomandi í Føroyum. Kann eitt eldri fólk í Svínoy vænta sær somu sjúkratænastu sum eitt eldri fólk í Havn, har allur fakkunnleikin er á stað­num? Semja tóktist vera um, at á smáplássum kunnu fólk ikki vænta sær somu tænastu, men eitt slag av minimumstænastu. Áhuga­ vert var, at ein spurnar­ kanning millum ráð­stevnu­ fólkið vísti, at argumentið um, at fólk mugu flyta á stór­pláss fyri at fáa nøktandi tæn­astur, fekk góða undir­ tøku. Skattur og pínumark NORA-samstarvið fevnir eis­ini um Norðurnoreg, sum um­fatar 470.000 fólk. Leif Erik Nohr, sum umboðaði fyri­tøku, ið mennir tele­ medisinsk­ar loysnir til heilsu­verkið, vísti á, at um­ støð­ur­nar í Norðurnoregi eru av­bjóð­andi, tí annaðhvørt búgva fólk í fjøllunum ella við strendurnar. Trot er á lækn­um, og trupult er eisini at draga onnur starvsfólk hagar. Heilsustøðan er góð, men neyðugt er at hugsa øðr­vísi og eitt nú lata vera við at byggja kostnaðar- mikil sjúkra­hús á hvørjum tanga. Leif Erik Nohr upplýsti, at hansara fyritøka hev­ur ment fleiri loysnir innan tele­medisin og inter­net­tæn­ astur, sum kunnu fáa fólk av sjúkrahúsum, so tey held­ur kunnu fáa hjálp til við­gerð heima. Teledialysa rigg­ar væl, vísti hann á, og sjúkling­ar­nir fegnast um tænastuna, men læknarnir fegnast ikki. Missa læknarnir vald? Halda teir Í øllum londunum er sama gongd. Samfeløgini bløða ungfólk, og tey eldru fjølgast. At avtaka vælferðarmodellið kemur ikki upp á tal, men at tað má effektiviserast, var ongin ivi um Ráðstevna Vælferðarsamfeløgini í útnorði eru undir trýsti, tí ungfólk flyta burtur, og tey eldru fjølgast. Spurningurin verður, um almennir kassar skulu tryggja alla vælferðina, ella um sjálvboðin og familjur skulu taka sær av einum parti av tænastunum. Neyðugt verður ið hvussu er at hjálpa fólki at hjálpa sær sjálvum, kom fram á ráðstevnu hjá NORA í Reykjavík 6. og 7. november Nýhugsan skal bjarga vælferðini í útnorðri Nora