mánadagur 19. november 2012síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 19. november 2012 · Nr. 135
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
seg ikki kunna viðgera sjúk
lingar á nøktandi hátt um
vegis videoskíggjar? Hann
visti hetta ikki. Nýggjar
loysnir skapa ið hvussu er
nýggjar tvístøður.
Fleiri fyrilestrarhaldarar
hugleiddu um, hvat vælferð
arsamfelagið í grundini er
fyri ein skipan. Ein vísti á, at
modellið er ein skipan, sum
skal sleppa øllum borgarum
undan váða. Fyri skattin,
vit gjalda, fáa vit røkt og
stuðul, og eru tænasturnar
nøktandi, góðtaka vit tann
skattin, vit gjalda, men eitt
pínumark er altíð, og verður
skatturin ov høgur saman
borið við dygdina av tænast
unum, mótmæla vit. Tá kem
ur vælferðarmodellið undir
trýst.
Ísland hevur verið hart
rakt av fíggjarkreppuni síðan
2008. Har hevur verið neyð
ugt at seta í verk skerjingar,
men íslendingar ætla ikki at
avtaka ta mangan hámettu
norðurlendsku
vælferðar
skipanina. Tvørturímóti ætla
teir sær at varðveita hana, tí
hon hevur undir kreppuni
prógvað sítt virði og fingið
vaksandi undirtøku. Eisini ís
lendingar eru tó greiðir yvir,
at byrðan kann gerast ov
tung, um tað almenna bara
veksur, og skatturin skal
fíggja alt gildið.
Thóroddur Bjarnason, pro
fessari á lærda háskúlanum á
Akuroyri, nevndi, at borgarar
millum 0 og 20 ár liva av veit
ingum frá tí almenna, og tað
gera í flestu førum eisini
borgarar millum 60 og 100
ár. Tey, sum lata tí almenna
pengar umvegis skattin, eru
fólk millum 20 og 60 ár. Hesi
eru tey, sum taka tøkini. Í
hesum bólkinum er meðal
stættin, sum hvørki er í
stórum sosialum vanda ella
ovurrík, men stríðist miðvíst
fyri at fáa endarnar at røkka
saman og heldur vælferðini
uppi.
Góðtekur
meðalstættin
skattatrýstið, hongur væl
ferðarmodellið saman. Góð
tekur hon tað ikki, viknar
savningarmegin í samfelag
num. Beinta í Jákupsstovu,
professari í samfelagsvís
indum, nevndi, at skatta
politikkurin í Føroyum hevur
við sær, at ríkidømið hjá
teimum hægstløntu veksur.
Spurningurin er so, um næsta
stig verður, at vælferðar
tænasturnar verða skerdar,
tí almenni sektorurin skal
minka. Hvør syrgir tá fyri fel
ags tryggleikanum, verður so
spurningurin.
Sjálvboðin og familjur
Betty-Ann
Bryce,
ameri
kanskur serfrøðingur hjá
OECD, greiddi frá, at nógva
staðni
kring
heimin
er
høvuðstrupulleikin, at fólka
samansetingin skeiklast, ser
liga tí ungfólk flyta. Hon var
í mangar mátar hugtikin av
vælferðarsamfeløgunum
í
Norðurlondum, men segði
seg framvegis royna at fata,
hvussu tað ber til, at fólk
góðtaka eina samfelagsskip
an við so høgum skatti. »I’m
still trying to understand
the welfare state,« segði hon
smílandi.
Kortini ásannaði hon, at
í Norðurlondum verða væl
ferðartænasturnar fataðar
sum grundleggjandi rætt
indi. Vit gjalda okkara skatt
og vænta so, at vit eru nøku
lunda trygg. So væl eru tey
ikki fyri í Kina. Har hava 312
milliónir fólk ikki so frægt
sum atgongd til reint vatn,
og saniteru viðurskiftini eru
nógvstaðni út av lagi vánalig.
Vit hava tað tí gott í útnorði,
men vælferðartænasturnar
mugu effektiviserast, um
byrðan verður ov tung, og
tí má hugsast út um gomlu
skipanina
fyri
at
skapa
nýggjar loysnir inni í henni,
segði Betty-Ann Bryce.
Ein loysn kann vera, at
privat fara at veita ein part
av teirri hjálp, sum tað al
menna higartil hevur átikið
sær. Í Bodø í Noregi er talið
á sjálvbodnum, sum eru við
í sjálvhjálpararbeiði, stútt
vaksandi.
Fólk
siga
síni
borgarligu størv upp fyri
heldur at fara til verka at
hjálpa fólki umvegis hjálpar
felagsskapir. Talan er um
fólk við sterkum sosialum
medviti, sum spyrja, hvat tey
kunnu geva øðrum, áðrenn
tey spyrja, hvat tey kunnu
fáa.
Leikluturin hjá familjuni
varð eisini nógv umrøddur.
Hvussu við røktini heima,
tá fólk hava brúk fyri hjálp?
Skal tað almenna gera alt, ella
skal familjan gera ein part?
Skapar vælferðarsamfelagið,
har tað almenna tekur sær av
tí mesta, eitt hjartaleyst sam
felag, har familjurnar ikki
longur tíma at taka sær av
sínum næstu? Ella skulu vit
lutvíst fara aftur til tað gamla,
har familjan var hornastein
urin undir tryggleikanum hjá
tí einstaka?
Fólk mugu arbeiða
Neyðugt verður so at hugsa
nýtt, um færri verða at gjalda
skatt, og fleiri verða at for
syrgja. Skal skatturin fáast í
kassarnar, má eisini skapast
vinnuligur vøkstur, so fólk
hava nakað at gera. Ynskið
um ein góðan vælferðarstat
krevur haraftrat, at sam
feløgini hava ein virknan
arbeiðsmarknaðarpolitikk,
so fólk ikki bara gera sær
dælt av almennari hjálp, men
fara til verka, um tey kunnu.
Onki er so ómotiverandi fyri
tey, sum skapa virðini, at
summi nokta at arbeiða.
Ewa Persson Gøransen,
stjóri á Norðurlendska Væl
ferðarsentrinum
í
Stokk
hólmi, helt, at bæði til høgru
og vinstru í politikki er semja
um, at vælferðarmodellið skal
varðveitast
onkursvegna.
Men ofta føra borgarligir
politikarar fram, at nógvar
tænastur verða betri, um tær
verða privatiseraðar. Hetta
hevur bara ikki víst seg at
vera serliga rætt, segði hon.
Sjúkrahús og røktarheim
eru privatiserað í Svøríki,
men tænasturnar eru langt
frá altíð vorðnar betri, so hví
ikki bara hava tær almennar,
spurdi hon.
Kanska
kostar
hetta
nógv, og skattatrýstið verður
verandi høgt, men vælferðar
samfelagið er skrúvað so
leiðis saman, segði hon, at tað
tryggjar børnum ein tryggan
uppvøkstur, gevur eldri ein
tryggan aldurdóm og veitir
veikum eitt virðiligt lív. Um
fólk vilja hava hendan trygg
leikan, og tænasturnar eru
nøktandi, góðtaka fólk at
gjalda høgan skatt. Effektivi
seringar mugu tó fremjast,
ásannaði hon, serliga har
færri fólk verða í arbeiðsfør
um aldri, og tey eldru gerast
fleiri – sum t.d. í Føroyum.
ua@sosialurin.fo
Nora
• NORA er samstarvsfelagsskapur,
sum umfatar Føroyar, Grønland,
Ísland og Strandanoreg
• Árliga ráðstevnan hjá felags-
skapinum var í Reykjavík 7.
og 8. november 2012
• Til viðgerðar vóru avbjóðingar
innan heilsuverk, almanna-
veitingar og útbúgving
• OECD almannakunngjørdi í 2011
frágreiðing um fyrimunir og
vansar í londunum
• Frágreiðingin varð løgd fram í
Keypmannahavn, har 20 ymiskar
sendistovur vóru við
• Áhugin fyri útnorði er ovur-
stórur kring allan heim, serliga
tí økið er stórt og ríkt
Fakta: