mánadagur 19. november 2012síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 19. november 2012 · Nr. 135
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Heri Simonsen
Talan gjørdist um eina minniliga
útgávukonsert hjá feðgunum Jógv
ani og Bárði á Lakjuni í Mentanar
húsinum í Fuglafirði. Talan gjørdist
um eitt fult mentanarhús við 250
áhoyrarum.
Saman við garvaðum tónleik
arum og strúkarum, kórsangarum
og børnum í familjuni framførdu
feðgarnir á Lakjuni løgini á tí
nýggju fløguni »Gakk tú tryggur«.
Jógvan á Lakjuni gav sær eisini
tíð til at greiða frá søguni aftan fyri
nógvar av sangunum, sum hann
hevur gjørt løg til. Bárður gjørdi tað
ikki í líka stóran mun, men gjørdi
kvøldið lættari hjá áhoyrarunum
við nøkrum góðum og skeivum við
merkingum.
Fimm abbabørn hjá Jógvani, og
ein bróðirdóttir hansara framførdu
eisini til onkrar av sangunum, og
var tað rættiliga hugtakandi at
síggja, at triðja ættarlið eisini hevur
rakt tónan væl og virðiliga.
Yrkingar hjá ymiskum
skøldum
Jógvan eigur sjey av 12 løgum á
tí nýggju fløguni, Bárður eigur
hini fimm løgini. Fólkakæra skald
føroyinga, Hans Andrias Djurhuus
eigur seks av tekstunum, VIctor
Danielsen, abbi Jógvans, og lagabbi
Bárðs eigur týðingina til tveir
sangir. Miðvágsskaldið Mikkjal á
Ryggi, Levi Niclassen »Óðin Ódn«,
Astrid Joensen úr Elduvík og Bárð
ur á Lakjuni eiga orðini til hvør sín
sang á fløguni.
Talan er ikki bara um kristi
ligar tekstir, men eisini um merg
aðar fosturlandsyrkingar og ger
andisligar yrkingar. »Stormur« hjá
Mikkjali á Ryggi er ein mergjað
yrking, sum Bárður hevur megnað
eitt gjørt eitt dramatiskt lag til.
Yvirraskilsini fossaðu inn
Tá øll best hildu, at útgávukonsertin
varð liðug, so komu heili trý yvir
raskilsi til Jógvan á Lakjuni, sum
hátíðarhelt sín 60 ára føðingar
dag leygardagin. Fyrst kom lista
maðurin, Frits Johannesen upp
við fyrrverandi limum í gentukór
inum í Fuglafirði, og tær sungu ein
sang, sum Jógvan hevur tónsett.
Jógvan og Frits stjórnaðu gentu
kórinum í 1980-unum og 1990-
unum. Duppultkvartettin »Vega«,
sum Jógvan eisini er partur av;
sang ein jólasálm til eitt lag hjá
føðingardagsbarninum. Siloakórið
kom eisini upp at heiðra Jógvani.
Tey sungu sangin »Nú farast allar
rósur«, sum Jógvan hevur tónsett.
Og
Siloakórið
og
Gentukórið
sungu saman »Summi Fólk so feg
in«, sum Jógvan hevur tónsett.
So konsertkvøldið sum longu var
framúr gott, gjørdist sera minni
ligt.
Fegnaðust um kvøldið
Jógvan og Bárður vóru báðir framúr
glaðir fyri kvøldið, serliga Jógvan.
Maðurin, sum flestu føroyingar
kenna sum tingformann segði, at
talan gjørdist um eitt kvøld, sum
hann altíð fer at goyma sum eitt gott
minni í huga sínum. Bárður segði,
at tað var ein ávísur spenningur
áðrenn útgávukonsertina, tí talan
var um heilt aðrar tónleikarar, enn
teir, sum eru við á fløguútgávuni.
Men Bárður heldur, at tað gekk
framúr væl, eisini hjá børnunum,
sum vóru spent upp á uppgávuna
og tyktust als ikki at hava nervar
til framførslurnar framman fyri
einari fullsettari áhoyrarafjøld í
mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Spurdir um hann og pápin fara
at koma við einari aðrari fløgu í
framtíðini, svarar Bárður, at tað má
tíðin vísa.
Minnilig útgávukonsert
hjá feðgunum á Lakjuni
Mynd: Jenny á Lakjuni
ÚTGÁVUKONSERT Eitt fult mentanarhús í Fuglafirði gjørdist ramman um eina minniliga
útgávukonsert, har trý ættarlið framførdu. Best, sum fólk hildu, at útgávukonsertin
var liðug, so fossaði tað inn á pallin við tónlistarligum yvirraskilsum