mánadagur 19. november 2012síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 19. november 2012 · Nr. 135
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leo Poulsen
Hesin maðurin greiddi frá,
at hann helst er komin at
kenna ákærda gjøgnum ein
rumena, sum býr hjá sær.
Ákærdi er so sloppin at lána
garasjuna hjá hesum eldra
manninum, at umvæla bilin
hjá fyrrverandi konu Pidda í.
Maðurin
greiddi
frá,
at teir ongantíð komu at
kennast heilt, og at ákærdi
bert
sjáldan
var
inni
í
húsinum hjá sær.
Vitnið segði, at hann
als ikki nýtti talutíð, og at
hann ongantíð hevði loyvt
ákærda at keypa talutíð á
sína telefon ella á telefonina
hjá fyrrverandi konu Pidda.
Somuleiðis greiddi mað
urin frá, at hann ongantíð
hevði givið ákærda sítt visa
kort, heldur ikki at keypa
eykalutir til bilin fyri.
Hetta vitnið greiddi frá,
at hann hevði skrivað navn,
føðidato, kontonummar og
PIN-kotu á ein lepa, sum hann
hevði koyrt í mappuna. Hann
hevði tó fyri vana at leggja
mappuna á borðið, tá hann
settist, og hann heldur tí, at
ákærdi kann hava fingið fatur
á PIN-kotuni tann vegin.
Hann greiddi eisini frá, at
hann einaferð hevði sagt fyri
ákærda, at hann hevði mist
visakortið burtur. Ákærdi
fór tá beinanvegin at leita,
og stutt eftir kom hann aftur
við visakortinum. Og tað
undraðist vitnið um.
Maðurin segði, at hann
einaferð hevði lánt ákærda
2000 krónur, men tær hevði
hann fingið aftur.
Vitnið segði, at hann van
liga ikki tók pening út úr
pengaautomatunum, men at
han kanska hevði gjørt hetta
einar tvær ferðir gjøgnum
summarið í fjør.
Royndi at taka
pening út
Tvær bankakvinnur vórðu
eisini avhoyrdar í morgun,
og tær arbeiða báðar í Eik
Banka í Fuglafirði.
Fyrru ferð tann ákærdi
var inni í deildini í Fuglafirði,
royndi hann at taka pening
út við kassan. Men banka
kvinnan kendi mannin sum
átti kortið, og royndi at ring
ja til hann, tó uttan at fáa fat
ur á honum.
Ákærdi fekk tískil ongan
pening útflýggjaðan ta ferð
ina.
Eina aðru ferð var ákærdi
eisini komin inn í deildina
hjá Eik Banka í Fuglafirði, og
tá vildi hann fáa PIN-kotuna
til visakortið hjá hesum eldra
manninum.
Nú bar tað ikki til at fáa
kotuna
útflýggjaða,
men
hendan bankakvinnan varn
aðist eisini, at hóast talan
var um ein útlending, so var
navnið á kortinum føroyskt.
Hendan
bankakvinnan
ringdi eisini til navnið á
eigaranum av kortinum, og
hesaferð fekk hon fatur á
viðkomandi. Hann visti einki
um, at ákærdi hevði visa
kortið hjá sær.
Maðurin
fekk
beinan
vegin illgruna til ákærda og
segði hetta við hann. Eldri
maðurin gav ákærda manni
num møguleikan at gjalda
pengarnar aftur, men tað
hevði ákærdi ongan møgu
leika fyri.
Talan er um eina upp
hædd á einar 60.000 krónur.
Sakarmálið heldur fram
seinnapartin, tá drápsmálið
aftur verður tikið upp.
Pidda-málið
Ákærdi stjól visakortið
Fyrrapartin í dag hava vitnir verið avhoyrd, sum hava við stuldurin
av visakortinum hjá eldra manninum á Nesi at gera
Randi Jacobsen
Nevningatingið fríggjadagin
snúði seg mest um teknisku
kanningarnar hjá danska
Rejseholdet
av
húsunum
hjá Pidda, av húsunum, har
ákærdi búði til leigu og av
Skoda bilinum.
Fólk, sum arbeiða við slík
um málum, hyggja við øðr
um eygum enn onnur, og
út frá myndum, sum tiknar
vórðu, greiddi ein serkønur
politistur frá, hvat hann sá,
og hvat kanningarnar seinni
vístu.
Hann leiddi nevningar,
dómarar og hini upp gjøg
num húsini við myndum. Úr
bilhúsinum, inn í gongina,
inn á baðirúm, kømur, upp
gjøgnum trappurnar, eftir
gongini inn í stovu og køk og
í kamarið.
Maðurin segði beinanveg
in av tað hevði gjørt kann
ingarnar so nógv torførari,
at fleiri fólk høvdu verið inni
í húsunum hjá Pidda, áðrenn
politiið fór inn at kanna hús
ini.
Fólk hava sett síni spor,
og har hevur verið vaskað og
ruddað.
Maðurin greiddi gjølla frá
teimum ymisku mátunum
at kanna blóð og áseta DNA
hjá tí ákærda og hjá Pidda í
húsunum í Runavík.
Hóast har hevur verið
vaskað, var farvegur eftir
blóði funnin allastaðni, bæði
í bilhúsinum, í gongdunum,
trappuni, veggunum, á baði
rúminum, í stovuni og ikki
minst í kamarinum. Summa
staðni var ikki vaskað, har
blóð var.
Drigin
Á Nesi vóru fleiri blóðdálkað
klæðir funnin, og har varð
millum annað funnin ein
jakki, sum kundi bent á, at
tann sum hevur verið í jakka
num, hevur drigið eitt bløð
andi fólk.
Í Skodabilinum, sum fyrr
verandi kona Pidda átti, men
sum ákærdi koyrdi í, var
eisini nógv blóð, men eyð
sýnt var, at roynt hevur verið
at vaskað blóðið burtur. Tað
var tó ikki gjørt nóg væl, tí
undir máttuni var blóð og
aðrastaðni í bilinum við.
Út frá øllum kanningun
um metti danski kriminal
politisturin um, hvat kann
vera hent:
Ein ógvuslig hending er
farin fram í kamarinum hjá
Pidda, sum síðan er drigin
út á gongina, oman gjøgnum
trappurnar og út í bilin.
Einki annað enn blóð av
Pidda er funnið.
Maðurin kundi ikki siga,
um Piddi hevur verið deyður
beinanvegin.
Sligin og drigin út
Kanningarnar visa, at ein ógvuslig uppgerð er farin fram í kamarinum hjá Pidda, og at hann
síðan er drigin út av kamarinum, gjøgnum gongina, niðurundir og síðan út í bilin
Ákærdi kroatin er í seks viðurskiftum ákærdur fyri peningaligt svik við einum visakorti hjá einum eldri manni á Nesi
Tenking: Janus Dam Guttesen