mánadagur 19. november 2012síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 19. november 2012 · Nr. 135
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Randi Jacobsen
Í 1988 doyði Hermann Jacobsen
brádliga bara 46 ára gamal.
Men Hermann livir framvegis
í minninum hjá nógvum vinum
og hjá øðrum, sum minnast øll
hansara avrik sum sjónleikari,
sangari, skemtari og mangtr annað.
Og hann fer helst at liva mong ár
aftrat á henda hátt.
Bróðursonurin Tórður Jóhan
nesarsson sá upp til Hermann, sum
var barnavinur.
Hann minnist, hvussu skelkað
øll familjan var, tá ið Hermann
doyði, og mamma Hermann var
so ólukkulig. Øll familjan sat við
ósvaraðum spurningum, hví lívið
hjá Hermanni skuldi enda, sum tað
gjørdi. Men tá orkaði hann so ikki
meira.
Tórður Jóhannesarson fór á
Fróðskaparsetrið at lesa og skrivaði
tá serritgerð um føroyska táttayrk
ing, og tá varnaðist hann, hvussu
nógv Hermann í grundini hevði av
rikað og lagt eftir seg.
Hetta fekk hann til at gera
útvarpssendingar um Hermann,
og hann syrgdi fyri, at fleiri føgur
komu út við sangum og tættum við
Hermanni og øðrum.
Stórt arbeiði
Ein
dag
kom
góði
vinmaður
hansara, Sveinur Ísheim Tummas
arsson til hansara og segði, at nú
mátti hann fara víðari og skriva um
Hermann.
Hann so gjørdi, og tvey tey sein
astu árini hevur hann brúkt hvørja
einastu fríløtu til at granska og gera
samrøður við fólk, sum kendu og
stóðu Hermanni nær.
- Lívsleiðin hjá Hermanni var
nokkso løgin. Hann breyt á fleri
øðrum upp úr nýggjum, og hann
sprongdi fleiri mørk gjøgnum alt
sítt lív, sigur Tórður Jóhannesarson.
Hermann Jacobsen var føddur
19. januar 1942 og hevði sostatt fylt
70 ár í ár.
Ommusystirin Masa og mað
ur hennara Herluf Arnason vóru
partur av barnaheiminum hjá Her
manni, og teir tríggir beiggjarnir
nevndu tey fyri ommu og abba.
Masa arbeiddi seinnapartin á
Ellisheiminum. Hermann fór ofta
við henni til arbeiðis, og í uppi
haldsstovuni plagdi hann at spæla
upp á eitt pumpuorgul.
Tað var eitt heilt serligt heim,
sum Hermann vaks upp í. Har
komu altíð fólk, og lív var í.
Eiun góð ommusystir
Hermann átti eina ommusystir,
sum nevndist Seymi-Sanna, og hon
hevði ein heilt serligan týdning fyri
Hermann. Hendan konan var ber
søgin og hevði sína meining. Hon
seymaði og bant og gekk nógv nið
an í Sjónleikarhúsið, har hon seym
aði búnar og annað, og hon spældi
eisini sjónleik.
Tað mundi vera soleiðis, at
Hermann eisini kom í Sjónleikar
húsið.
Hermann tosaði ofta um Seymi-
Sannu, tí tey vóru so góð.
− Orsøkin til hetta er ikki heilt
greið, men Hermann gjørdi ikki
altíð, sum fyri var skrivað, skrivar
høvundurin.
- Longu sum smádrongur fór
Hermann at nápa portvín frá
Seymi-Sannu, men Sanna tók tað
ikki illa upp, tvørturímóti. Hvat
hann enn gjørdi, fyrigav hon.
-
Seymi-Sanna
ætlaði
upp
runaliga, at ein annar skyldmaður
skuldi arva seg, men hon broytti
testamentið og gjørdi Hermann til
arving sín.
- Orsøkin til, at hann arvaði
Seymi-Sonnu,
hevur
Hermann
sjálvur sagt vera, at hann báði
bannaði og drakk og líktist als ikki
nøkrum baptisti.
- Hermann yrkti ta fyrstu vísuna
sum smádrongur. Hann var so lítil,
at hann dugdi ikki at tosa.
Nógvur tónleikur
- Í barnaheiminum í Sverrisgøtu
varð nógv spælt og sungið. Pápi
Hermanns
spældi
mandolin
og hevði góða sangrødd. Sum
smádrongur fór Hermann at syngja
saman við bróður sínum Hannusi.
Mamman varnaðist beinanvegin,
at
dreingirnir
høvdu
góðar
tónagávur. Hon keypti teimum
eina knøttharmoniku, og skjótt
funnu teir lagið. Hermann segði
sjálvur, at hann spældi strálandi, tá
ið hann var sjey ára gamal. Tað var
ein tveyraddað knappharmonika
við átta bassum, seinni fingu teir
eina við 16 bassum. Tá sjangraðu
beiggjarnir, Hannus spældi guitar,
og Hermann harmoniku. Hannus
var tá fimm ára gamal.
- Tað var nógvur sangur og
tónleikur í barnaheiminum.
- Tá ið teir vóru vaksnir, fóru teir
at spælka til dans saman.
- Hetta dámdi mammuni einki
serligt, men ikki verri enn so, at
hon streyk skjúrturnar fyri teir, tá
ið teir skuldu spæla.
- Alt húskið hoyrdi til Brøðra
samkomuna,
men
upprunaliga
vóru tey kirkjufólk.
- Dreingirnir gingu tí í sunnu
dagsskúla í Ebenezer.
- Aftaná skúla ætlaði Hermann
sær til skips, og tað var ein stór
Hermann
sprongdi
mong mørk
Lívið skuldi vera stuttligt og rættvíst. Tað vildi listamaðurin
Hermann Jacobsen, sum dugdi so nógv. Bróðursonurin hevur
skrivað eina bersøgna ævisøgu um sín kæra pápabeiggja
Høvundurin Tórður Johannesarson við bókini, sum júst er komin út
Trímenningarnir Hermann Jacobsen og Eyðun Joensen í góðum lag
Hermann spældi eisini sjónleik.
Her saman við Róland Samuelsen,
sála í leikinum Hoyr um
annan – hygg um teg sjáldan