mánadagur 19. november 2012síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 19. november 2012 · Nr. 135
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
sorg fyri hann, at ikki bar til at fáa
heilsuváttan.
Royndi nógv
Hermann fór tí á VBV at taka
preliminereksamen, men hann
fullførdi ikki skúlan.
- Tað er helst um hetta mund
ið, at hann loysti seg frá Brøðra
samkomuni og fór yvir til tað
meira verðsliga lívið.
- Aftan á VBV fór hann at ar
beiða fyrst í Sjóvinnubankanum
og síðan á Skipafelagnum Føroyar.
- So fór hann at læra til laborant,
men gavst áðrenn próvtøkuna.
- Í Danmark fekk Hermann
nógvar góðar vinir millum føroy
ingar, og hann fann skjótt saman
við teimum, sum fingust við tón
leik.
- Hann kom eisini ofta inn
á
Kannibálin,
har
føroyskir
studentar plagdu at hittast. Har
var eitt blómandi lív við góðum
orðaskifti. Hermann helt seg ikki
aftur.
-
Hann
flutti
aftur
til
Føroya og fór at arbeiða á
Landsskjalasavninum.
- Har treivst hann væl, tí hann
var so áhugaður í søgu, siðsøgu og
mentan.
- Hermann var javnaðarmaður
frá ungum árum, og hann var
við til at stovna Sosialistiskt
Ungmannafelag, har hann var
ógvuliga virkin frá byrjanini.
- Eitt skifti var hann vikarur,
og aftaná arbeiddi hann við jørð
og betong.
Ein meistari í V4
- Men so byrjaði útvarpið við V4,
og tað var tíðarkevjandi arbeiði,
at Hermann næstan kundi liva
av tí.
- Tað var ein hørð tíð, men
honum dámdi hetta sera væl.
- Í 1972 fór hann undir at geva
út myndarblaðið Eygað saman við
Niels Juel og Jógvan Arge.
- Seinni gav hann út mynda
blaðið Nú, til tíðin fór frá tó.
Gávurnar til at syngja, spæla
og skemtað hevði hann fingið í
báðar aftur. Og tær komu honum
til góðar, tá ið hann sang fyrst til
dans og seinni í útvarpinum, ikki
minst barnasangirnar, og tá ið
hann feraðist kring landið við V4,
sang og undirhelt.
Í 1982 fekk hann barnadreym sín
um at sleppa til skips uppfyltan.
Hann var burturi í hálvt ár, og
tað var á hesum túrinum, at hann
týddi vísurnar hjá Evert Taube.
Undangongumaður
Søgan
um
ævisøguna
um
Hermann er long og litrík.
- Sigast kann um Hermann,
at hann var við í nógvum av tí
nýggjasta. Hann var í tónleikara
felag, fór at lesa til laborant, var
við til at stovna Sosialistiska
Ungmannafelag, og hann var
við til at geva út fyrsta føroyska
myndarblaðið. Hann var Føroya
størsti undirhaldari, og Føroya
fyrsti Evert Tabe-tulkari. Tað
var ein verulig andsøgn, at ein
slíkur livandi maður skuldi gera
enda á lívi sínum, sigur Tórður
Johannesarson.
Hermann, Hannus, Hallgrímur og Tonny
Hermann, brøðurnir Heri og Hannus og foreldrini Judith og Edmund
Hermann var ikki minst kendur fyri sínar leiklutir
í V4-sendingunum í útvarpinum