mánadagur 19. november 2012síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 19. november 2012 · Nr. 135
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Villur útvarpar
stjóri og hon
Hvonn Live er beinleiðis
sending, sum verður send
av Hvonn í Havn, og í send
ingini verður prátað við
gestir, live-tónleikur er at
hoyra og annað.
Hesaferð
vóru
gestir
úr norði og suðri og úr út
landinum.
Fyrrverandi danski hond
bóltsspælarin Rikke Nielsen
var ein av gestunum. Hon
var á sinni ein av kvinnunum
á danska landsliðnum, men
hon hevur eisini eina sera
áhugaverda søgu at siga frá.
Eftir at hon gavst at spæla
vegna skaða, kom hon í
ósemju við gamla felag sítt,
og tað bleiv til eitt sakarmál.
Samstundis fyrireikaði hon
brúdleyp og var upp á vegin,
og tá hon fekk ein knút á
hálsin helt hon, at tað var
ikki nakað. Tað vísti seg
seinni at verða krabbamein,
og dóttirin, sum hon og
maðurin fingu, fekk staðfest
Downs syndrom.
Leygarkvøldið
greiddi
Rikke Nielsen á ein sera
positivan hátt frá teimum
ógvusligu
upplivinginum,
hon hevði verið úti fyri, og
hvussu hon taklaði støð
urnar.
Skifti hest
Jógvan Skorheim verður
á nýggjárinum borgastjóri
í Klaksvík. 30 ára gamli
politikarin
hevur
gjørt
skjóta karrieru, og hann
skal nú stýra landsins næst
størstu kommunu. Í sending
ini leygarkvøldið var spurt,
hví hann hevur vunnið so
skjótt fram, og hvat tað er,
sum drívur verkið.
Eftir
kommunuvalið
slitnaði samstarvið mill
um Fólkaflokkin og Sjálv_
stýrisflokkin í Klaksvík, og
Jógvan Skorheim fór ístaðin
at samstarva við Javnaðar
flokkin og Tjóðveldi, har
hann
fekk
borgarstjóra
sessin. Jógvan Skorheim
legði dent á, at flokkurin
vildi hava so stóra ávirkan
sum gjørligt, og at tað ikki
endiliga snúði seg um, at
hann skuldi verða borgar
stjóri. Hann helt seg ikki
hava gjørt nakað skeivt við
at steðga samstarvið við
Fólkaflokkin.
Villur útvarpari
TB-útvarpin Niels Petersen
legði eisini leiðina fram
við á Hvonn leygarkvøldið.
Niels er blivin landskendur
sum tann ídni útvarparin
av dystum hjá TB, og hann
sparir ikki upp á krútið, tá ið
hann útvarpar.
Niels helt, at hann onk
untíð fór í so langt í sínari
útvarping, men hann legði
dent á, at hann gjørdi nakað,
sum hann brendi fyri. Niels
segði eisini, at hann ætlaði
at halda fram at útvarpa
fótbóltsdystir í TB Studio
komandi kappingarár.
Jan Ottosen er ein profilur
í
føroyskum
hondbólti.
Hann er venjari hjá VÍF,
eftir at hann í fleiri vandi
KÍF. Jan Ottosen greiddi
leygarkvøldið
frá
sínum
yrki sum hondbóltsvenjari,
hvørjar
avbjóðingarnar
kunnu verða, og hvussu tað
var skifta úr Kollafirði til
Vestmenna at arbeiða.
Live-tónleikur var eisini
leygarkvøldið. Tað var Lív
Næs, sum í næstum
verður aktuell við
nýggjari
fløguút
gávu,
sum
fram
førdi tveir sangir.
Brøðurin
Tróndur
og Brandur Enni
spældu eisini sam
an við henni. Lív fer
at geva fløgu út við
sangum, har løg eru
sett til yrkingar hjá
abba hennara.
Sendingin leyg
arkvøldið var sein
asta Hvonn Live
sendingin í hesum
árinum.
Hvonn
Live verður aftur
at hoyra á Rás2 í
januar.
Leygarkvøldið sendi Rás2 seinastu Hvonn Live sendingina í hesum
árinum, og áhugaverdir og aktuellir gestir løgdu leiðina
Niels Petersen er blivin landskendur sum útvarpari í TB Studio
Myndir: Álvur Haraldsen
Jógvan Skorheim verður nýggjur
borgarstjóri í Klaksvík á nýggjárinum