Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-19, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. november 2012síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 19. november 2012 · Nr. 135 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tíðargrein Jens Marius Dalsgaard Erfaringar frá einum individualista Almenni listin Á heysti 2008 hoyrdi eg eina lýsing í útvarpinum um, at Runavíkar komm­una skipaði fyri einum ”al­ mennum” uppstillingarfundi fyri økið, sum eg búgvi í. Hetta kundi eg ikki góðtaka, tí tað er ikki ein upp­ gáva hjá kommununi, at skipa fyri uppstilingarfundum, sjálvt um tað er heilt vanligt her um leiðir - líkist eitt sindur leivdum frá systeminum eystanfyri, áðrenn múrurin fall. So eg møtti á fundinum og mótmælti. Uppstillingin her um leiðir hevur altíð verið eitt sindur løgin, tí man hevur snakkað um ein ”almennan” lista, men kortini hevur tað aldrin verið eitt veljarafelag til at taka sær av tí ”almenna” listanum. Viðhvørt hevur helst onkur fingið eina opin­ bering og hevur kallað inn, men tað er blivið for ópraktiskt, so tað end­aði á kommununi. Praktisk komm­unisma, eitt svar til Heðin Brú, sum segði, at vit ikki búgva her av praktiskum grundum. Komm­ unisman er praktisk, eg forstandi bara ikki, hví hon hevur so ringt orð á sær. Endamálið við hesum ”almenna” listanum hevur vist frá fyrstan tíð verið at forða fyri spjaðing av atkvøðunum her í økinum, tá fleiri listar í sama øki kundu gera, at smábygdirnar í kommununi komu at ráða, men eg rokni ikki við, at man fær nakran at siga hetta. Borgarlig innkalling Eg var rættiliga spentur um, tað í ár var kommunan, sum aftur fór at innkalla til fundin, men so var ikki. Bill Justinussen og Rodmundur Nielsen høvdu fingið eina opin­ bering um, at nú var neyðugt at inn­kalla til ein uppstillingarfund fyri tann ”almenna” listan, annars kundu vit risikera, at tað bert vóru skálamenn og søldfirðingar, sum stillaðu upp. Hetta var líkasum í síðstu løtu, men tað møttu nógv fólk til fundin, so áhugin var har. Valevnini Nú var at finna valevnini. Tradi­ tiónin er, at tey, sum sita í býráðnum og ynskja at halda fram, fyrst koma á listan. Hetta vóru 5, og so skuldu 10 afturat fyri at koma upp á tey 15 møguligu. Oyndfirðingar møttu mannsterkir við einum valevni og nøkrum og 80 atkvøðum, so hóast vit hoppaðu eitt sindur út um eingjagarðarnar og tvørtur um søld­firðingar, merkti hetta, at listin kundi fáa 8 umboð, eitt meira enn seinast. So við og við játtaðu fleiri at vera við; man stillar ikki fólk upp ímóti sínum vilja. Tá vit vóru komin upp á 13 kom stígur í, og ein kaffimunnur mátti til, tá tiðnaðu fólk. Eg játtaði sum nr. 14, hóast eg ikki hevði ein kjans at koma inn, eg betrakti hetta enn sum eina borgaraskyldu. Valevnini hava stórt sæð onki við hvønn annan at gera, so hví skal man hava ein lista? Jú tað er ein vissur fyrimunur, tí tað ber til at blíva hálaður inn saman við einum toppskorara. Stillarar Nú tá valevnini vóru funnin, var neyðugt at finna stillarar. Tað gekst betur: eftir eini løtu høvdu 25 stillarar stillað okkum upp, ella kanska vóru tað valevnini, sum høvdu stillað stillararnar undir. Er talan um ein lista? Hvat er endamálið við at hava stillarar, sum ikki vita, hvønn tey stilla upp? Tað eru ongi krøv til listarnar, har nýtist ongin organisatión at vera aftanfyri. Eitt er, at valevnini illa nokk kenna hvønn annan, men eg veit ikki, um stillararnir kenna hvønn annan. Tað er so onki samband millum stillarar og val­ evnini aftaná, at listin er gjørdur. Veljarafundur Tá ongin organisatón er aftanfyri listan, so er tað upp til valevnini at finna útav, hvat skal gerast. Vit komu saman og avráddu at hava ein veljarafund í Løkshøll. Tað bleiv sjálvandi ikki talað eitt orð um, hvat vit vildu við listanum. Hetta var ein rættur individualisti. Eg roknaði við, at tað millum tey 15 valevnini í sjálvdrátti var ríkiligt av ósemju til at halda ein veljarafund. Tá allir hinir listarnir eisini eru individualistiskir adressu­ listar, so er heldur ikki neyðugt at halda fund við teimum. Á fundinum í Løkshøll var ikki tann stóra ósemjan: Meira kaj­ kant, svimjihyl, nýtt graslíki og alt gott fyri øll. Kommunan stendur yvirfyri stórum vatn- og kloakk­ útbyggingum, men tað var breið semja um, at slíkt skal gjaldast úr kommunukassanum – ikki nakað við at krevja gjøld av ognunum, tað er rein kommunisma. Allar 15 bygdirnar skulu útbyggjast osv. Tað vísti seg seinni, at øll á øllum listunum eisini vóru samd. Breið semja. Valstríðið Valevnini hvørt sær hava brúkt nógv upp á plakatir, faldarar, skerm­ bíløt og onkrar blaðgreinar, men eg havi ilt við at síggja, at tað er nakað samband ímillum útreiðslurnar og atkvøðurnar. Tað er sjálvandi ringt at profilera seg, tá øll eru samd, so kann tað bara vera munn til munn metodan, sum er avgerandi. Eitt valstríð í djúpari semju. Er tað nøkur grund til at hava listar? Nei, eg haldi, at tey sum vilja stilla upp, kunnu bara skráseta seg hjá velnevndini. Valnevndin kann so gera ein alfabetiskan lista við øll­ um valevnunum, helst við bílæti. Bílætið eigur eisini at vera á at­ kvøðu­seðlinum. Tá ongin organisatón er aftan fyri listan, so er yvirhøvur ongin grund til at hava listar. Tað er bara meining við listum, um so er, at tað er ein hampuliga sterk organisatión aftan fyri listan. Ein organisatión, sum til dømis kann skipa fyri val­ stríðnum og hevur eitt program fyri, hvat listin vil. Tað er ongin grund til, at listar skulu hava fyrimun av upp­still­ ingini, tá tað ikki eru nøkur krøv til listan. Skulu vit hava stillarar? Upprunaliga hava stillarar helst garanterað fyri identitetinum hjá valevnunum á listanum og høvdu rætt til at stilla fólk upp á listan - uttan at spyrja tey. Nú er praksis blivið, at fólk skulu spyrjast fyri at koma á listan. Eg dugi satt at siga ikki at síggja, hvørja funktón stillarar hava, kanska er tað bara ein traditión. Stillarar hava ongan annan prakt­iskan týdning í dag enn at forða fyri ov nógvari uppstilling. Tá kringvarpið hevur funnið út av, at hugurin er lítil at stilla upp, so dugi eg ikki at síggja, hví tað skulu setast forðingar fyri uppstillingini.