Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-19, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. november 2012síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 19. november 2012 · Nr. 135 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Frá 1. januar 2013 til 31. des. 2017, hava nýggja stað­bundna nevndin og býráðið í Tórshavnar komm­unu møguleika at bera fram gyltu vallyftini, ið floymdu miðlarnar í heyst. Tað er eingin møgu­leiki at fáa alt fram, ið lovað var, men eg hugsi mær, at vallyftini kunnu verða í huga, tá ið rað­ festingar verða settar. Realistiskar ætlanir fyri Nólsoynna kunnu vera, at kommunan bjóðar nývaldum hagastýri á fund fyrst í komandi ári at fáa vetrarfriðingina í lag. Harafturat er no- break annleggið til vatn­ reinsan skjótt at seta upp, so okkum er tryggjað vatn, tó at streymurin fer. Her er talan um tiltøk, ið ikki kosta nógvan pening, men mál, ið eiga at verða førd út í verk nú! Fíggjarlógin fyri 2013 er komin somikið áleiðis, at ymsar íløgur mugu bíða til næstu fíggjarlóg. Lat okkum tí minna ný- og afturvaldu á týdningin, útjaðarin hevur fyri høv­ uðstaðin. Hugsi, at vit fáa mest burturúr, um vit stuðla staðbundu nevnd­ ini, við uppskotum til mál at taka upp, og við at møta fjølment á fundum tey skipa. Eg hugsi mær, at fíggj­ arkarmarnir fyri 2014 eiga at umfata: Læknaviðtalu, skúla- og bygdarbókasavn, tyrlupall, ruskíløt, vatn á Malarenda og at feiði­ bilurin ger eitt rend út til Nólsoyar hvønn mán­að. Nú tríggir kommunu­ læknar eru settir í starv pr. 1. nov. eigur at verða tik­ið upp aftur við komm­unulæknafelagið, at fáa læknaviðtalu í fasta skipan aftur. Høl­ ini í Tilhaldinum eru góð og vit eiga at bjóða nóls­ oyingum møguleikan at fáa læknaprát í oynni. Hyggja vit longri fram, vóni eg, at vit í 2015 fáa, sambýli, bátadrátt, gøtu norðanfyri og gøtu út á Borðuna. Sambýli og bátadrátt hava vit hoyrt um í farnu býráðs-sam­ gongu, men enn er einki hent. Talan er um at rað­ festa peningin, og tí meti eg tað realistiskt at hetta hendir í 2015. Valstríð fer sjálvsagt at seta sítt merki á 2016, men vit eiga allíkavæl at kunnu fáa: Heilsuhøll og eina ítøkiliga útstykking. Heilsuhøllin hevði verið betri minnið um Ova Joen­sen, sála, tí við henni kundu vit fingið eina høll, ið kommunan hev­ur ráð at byggja og reka. Ferðasambandið til Havnar er so nógv batna, at vit hava góðar møgu­ leikar at svimja í Havn. Útstykkingin rokni eg við fyllir nógv millum ný- og afturvaldu poli­ tikk­arnar. Hetta var part­ur í valstríðnum og er ein háttur at fáa borg­arar at støðast, sam­stundis sum nýggir borg­arar fáa møguleika at flyta til høvuðstaðar- komm­ununa. Vónandi fáa vit í Nólsoy eina roynd­ar-útstykking, har kommunan tillagar um­ støð­urnar soleiðis at tal­ an verður um íbúðir ella smærri bústaðir, at selja ella leiga borgarum fyri bíligan pening. Skipað eina verkætlan í Nólsoy, so kann hon tillagast í øðrum økjum - og í bý­ num! Eg ynski staðbundnu nevndini og býráðnum hepna hond. http://www.tjodveldi. fo/politikarar/bloggar. aspx?NewsID=3351 Nýtt valskeið, nýggir kustar og nógv lyfti! Jákup av Skarði Almannamálaráðið Útgreining av eldraøkinum í Norðoyggjum handað Í samband við ætlanina at leggja eldraøkið til komm­ unurnar at umsita, vóru í summar settir starvsbólkar í teimum seks eldraøkjunum at útgreina eldrarøktina í sínum øki. Uppgávan var eisini at koma við boðum uppá, hvussu eldrarøktin kann verða skipað, tá hon verður kommunalt málsøki. Tey fyrstu úrslitini av hesum útgreiningararbeiði eru nú komin undir land. Í dag vóru umboð fyri Klaksvíkar komm­unu og handaðu lands­stýris­kvinn­ uni í almannamálum úr­ slit­ið av arbeiðinum í Norð­ oyggjum. Í samband við hand­anina segði Annika Olsen. – Eg eri fegin um at komm­ unurnar hava tikið hetta arbeiði í so stórum álvara og at tær hava lagt so stóra orku í at útgreina eldraøkið. Hetta er ein týdningarmikil partur av fyrireikingararbeiðinum og tað vísir, at kommunurnar eru búnar og til reiðar at taka við avbjóðingini. Útgreiningararbeiðið er ein týðandi partur av grundarlagnum, tá stýris­ bólkurin fyri útleggingina skal taka avgerð um, hvussu eldrarøktin skal leggjast til rættis, eftir hon verður kommunalt málsøki. Málið er at spurningurin um útleggingareindir og av­ gerðin um myndug­leikabýtið á eldraøkinum verður tikin á komandi stýrisbólkafundi, sum verður áðrenn árs­ skiftið. Í næstum verður ein orð­ aður eldrapolitikkur liðugur og verður hesin eisini við­ gjørdur á aðalorðaskifti í løg­tinginum. Umboð fyri Klaksvíkar kommunu handaðu í dag Anniku Olsen útgreining av eldraøkinum í Norðoyggjum. Útgreiningin er týðandi lutur í fyrireikingini at leggja eldrøkið til kommunrnar at umsita Tey, ið hava mannað starvsbólkin eru: Hans Jákup Kallsberg, Viðareiðis kommuna, Heini O. Heinesen, Kvívíkar kommuna, Turið Zachariassen, Hvannasunds kommuna, Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir, Klaksvíkar kommuna, Elsba Lutzen og Per Johannessen, Almannaverkið, Anna Maria Joensen, skrivari. Á myndini eru Annika Olsen, landsstýriskvinna, saman við Elsebeth og Onnu Mariu. www.sosialurin.fo