Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-19, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. november 2012síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 19. november 2012 · Nr. 135 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak Til Bjørn Kalsø, landsstýrismann í mentamálum Tað er við stórari stúr­an at vit royna at skilja tey polit­ isku boð, sum Lands­stýrið við Lands­stýrismanninum í mentamálum á odda send­ir, tá mælt verður til at skerja íløguna í tað virkni og ta orku, sum føroysk menta­ fólk og listafólk uttan íhald standa fyri - hvønn dag í árinum - við einum fimt­ ingi. Vit fata myndlistina og aðrar føroyskar listagreinar sum avgerandi í teirri fram­ tíðarmynd, sum í hesum tíðum støðugt verður hildin fram fyri almenninginum, til tess at fáa fólk at trív- ast, støðast og fjølgast í land­inum. Tað er hin virkna og dynamiska mentanin, ið er meginnervin í landinum. Í góðum og ringum tíðum er tað altíð hin skapandi listin, sum í styrki hevur víst á eina gongda leið og við­virkað til at byggja land, øllum til frama. Grundað á hesa stað­ fest­ing, mótmæla vit teim­um skerjingum, sum Lands­stýrið við tær sum lands­stýris­manni í menta­ mál­um, hevur skotið upp at fremja í fíggjar­lógar­upp­ skot­in­um fyri 2013. Sam­ stundis heita vit á løgtings­ limir at vísa ábyrgd og finna ta neyðugu fígging, sum skal til at halda mentanar­ økinum gang­andi, og - helst - at upp­rað­festa menta­økið fíggjar­liga, sæð í ljósinum av teirru kreppu, sum før­ oyska samfelagið í hesum døgum er í. Viðvíkjandi tí niðurskurði sum landsstýrismaðurin í mentamálum skjýtur upp í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2013 Føroysk Myndlistafólk Føroya Listafelag 13-11-12 Forskrúvað hugsan um sosiala ábyrgd Leygardagin kom endiliga avtalan uppá pláss sum sigur, at føroyingar sum flyta til Danmarkar fáa fullan rætt til tær familjuveitingar, ið teir mistu við eini lógarbroyting hjá undanfarnu donsku stjórn. Aksel Johannesen setti hol á málið tá hann hevði sæt­ið fyri meg í vár, og eg havi so tingast víðari við stjórnina um tað. Í juni varð ein fyribilsavtala gjørd við Karen Hækkerup, sosial­ mála­ráðharra, og í sambandi við samráðingarnar um donsku fíggjarlógina setti eg sum krav, at tað kom uppá pláss. Fleiri hava fegnast um úrslitið - ikki minst stakir uppi­haldarar, sum taka út­ búgving í Danmark. Undir skip­anini, sum farna danska stjórnin setti í verk, hava hesi fólk als ikki kunna farið undir lesnaðin, um tey ikki hava fingið munandi hjálp frá t.d. foreldrum. Nøkur eru eisini, sum hava ætlað at steðga við útbúgvingini, um hetta ikki bleiv broytt. Okkara ábyrgd Men kritiskar røddir hava eisini verið at hoyrt: At hesi fólk nú fáa rímilig fíggjarkor í Danmark fer at økja um fráflytingina, er boðskapurin hjá fleiri á netinum. Til hetta eru trý ting at siga: Fyri tað fyrsta er tað sið- venja, at føroyingar og danir hava full rættindi í londunum hvør hjá øðrum. Og hví skulu vit, so leingi vit eru danskir ríkisborgarar, verða javnsett við fremmandar tilflytarar í Danmark? Fyri tað næsta kunnu allar útbúgvingar ikki tak­ ast í Føroyum. Fleiri av teim­um, sum fáa ágóðan av hesi broyt­ingini, høvdu ikki kunnað tikið ta úbúgving tey ynskja, um lógin ikki varð broytt. Fyri tað triðja er tað heilt skeivt at halda, at vit skulu minka um fráflytingina við at dúva uppá, at føroyingar fáa trong kor í Danmark. Tað er okkara ábyrgd at skipa so fyri, at tey, hvørs støða er trupul, fáa møguleika at klára seg í Føroyum. At halda at vit kunnu siga hesa ábyrgd frá okkum, um bara umstøðurnar eru verri í Danmark, er heilt for­ skrúvað. Sjúrður Skaale Føroyingar sum fara til Danmarkar fáa nú rætt til familjuveitingar. Men tað tekur onga ábyrgd frá føroyska samfelagnum Takk! Hugsið tykkum, at Tjóð­ veldi fekk lutfalsliga sama atkvøðutal í Tórs­havn­ar komm­unu, og at vit fingu høvið at bjóða til fram­hald­ andi væl samansjóðað sam­ starv, ið hevur ment okkum høvuðsstaðar-økið seinastu átta árini! Borgarar í Tórshavnar komm­unu kunnu líta aftur á tvey valskeið, har Tjóðveldi og Javnarflokkurin hava samstarvað og ment alt økið - útjaðaran og býin. Størsta ynski mítt til hetta valið var, at eg fekk møguleika at stuðla flokki mínum somikið væl, at hesi samgongu varð lív lagað. Í Nólsoy vóru 56 veljarar av 123, ið valdu okkum á Tjóðveldislistanum. Væl veit eg, at nakrir veljarar velja ó-politiskt, men tað gongur helst báðar vegir. Persónligu atkvøðurnar telja nógv fyri meg, og takki eg nólsoyingum fyri góðan stuðul. Eg ætli mær at gera mítt til, at umstøður okkara betrast - í Nólsoy, útjaðaranum sum heild og býlingum í Havn. Eg setti í kortið ávís avrik frameftir, og eg ætli mær at skumpa undir, at staðbundna nevndin og býráðið gera sítt til, at hesi avrik verða førd út í verk, tó at eg ikki gjørdist býráðslimur. Vón mín er, at allir borgarar hava í huga vallyftini, flokkarnir hava lokkað við seinastu vikurnar, og at vit javnan minna politikkarar okkara á, at starv teirra er at umboða okkum! Tí vóni eg eisini, at stað­ bundna nevndin verður væl stuðlað av býráðslimum, tá ið borgastjórin - formaðurin í øllum staðbundnu nevndum - fundast um tað, okkum er í huga, ið búgva uttan fyri miðbýin. Borgarar í Tórshavnar kommunu! Lat okkum eftir­ meta gyltu lyftini og hittast á konstruktivum fundum einar tvær ferðir um árið, soleiðis at vit tryggja okkum nærkontakt til býráðslimir okkara, ið komandi fýra árini eru vald at menna høvuðs­ staðarøkið. Bestu ynski um gott val­ skeið - eisini eftir 1. januar 2013. Jákup av Skarði Fólkið og heldur løgna D'hondt valskipanin hava talað! Við borgarstjóranum á odda vann Javnaðar­flokk­ ur­in stórsigur og fekk við 42% av atkvøðunum 7 av 13 býráðslimum. Søguliga flott úrslit, sum eg havi allarstørstu virðing fyri. Nú hevur borgarstórin tó eina stóra avgerð fyri framm­ an! Vil hann gera sam­gongu einsamallir, hetta við teprasta møgu­lig­um meiri­luta, og við tí av­leiðing, at allir sam­gongu­ limir hava veto­rætt í hvørj­um ein­stak­um máli. Betri og í mínum eygum einasta rætta avgerðin, vildi verið at tikið verandi sam­ gonguflokk við í sam­gongu. Flokkanir hava sam­starvað væl á Vaglinum í 8 ár. Við hesi loysn høvdu vit havt eitt søguliga sterkt býráð, við nærum 64% av atkvøðunum og 10 av 13 býráðslimum. Tá kundi borgarstjórin, býráðslimir og vit borgarar sovið róliga hvørja nátt, hetta uttan at skula hugsa um, at tað kanska býr onkur lítil »Gerhard« í bara einum av teimum 7 sum annars hava vetorætt..... Einaræði ella fólkaræði ? Brandur í Dali