Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-19, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. november 2012síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 19. november 2012 · Nr. 135 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Góðan og sunnan døgurða á middegi Akkurát nú lurti eg aftur eftir matarserfrøðingi og tað er aftur hetta er um tær ræðu­ ligu vafflurnar, sum vit geva børnunum í barnagarðinum í Føroyum. Hvussu hevði tað verið, um vit góvu hes­um børnunum ein góðan døg­ urða um tólv-tíðina? Tá kundi tað verið gott við vafflum til millummálar. Eg havi búð í Svøríki í nógv ár, har lítli ommusonur mín eisini búði, og har var hann so heppin at langomman fylgdi honum til barnagarð kl. hálv­ gum tíggju um morgunin til kl. trý. Í hesari tíðini fekk hann tríggjar máltíðir: morg­ un­mat, døgurða og millum­ málar. Hann hevði ongan mat­pakka við, og nú eri eg ein av teimum, sum hati at hava matpakka. Tá ið eg arbeiddi í hand­ ils- og frystivirkinum í Fugla­firði, fingu vit eina fína matar­stovu, har ein megn­ ar­kvinna stóð og pass­aði okkum (Man­herta). Rund­ stykkir um morg­unin og okk­urt gott til mill­um­málar. Og vit fóru øll heim at eta døgurða. Tað var kanska tí, at vit orkaðu at skera øll hasi tonsini av fiski. DR1 sendi Jamie Oliver í USA, har hann stríddist at fáa amerikanarar at eta eitt sindur sunnari, tí har fleyt í kips og burgarum og hann tosaði eisini nógv um at eingilski skúlakøkurin var ósunnur. Tað sum eg helt vera løgið var, at danskarar tímdu at hyggja eftir hesari sendingini, av tí at teir eiga ongan skúlakøk. Teir hava jú matpakkar. At børn fáa at eta á dagstovni og í skúlunum kundi verið sera gott fyri tey, og nú hoyra vit at tað ikki eru øll børn í Føroyum, ið hava ráð at fáa døgurða. Dansk­ arar eta døgurða um kvøldið, sum kannska tað einasta land í heiminum. Ja, ikki veit eg! So eg haldi at nú skuldu vit kanska farið og hugt eftir, um vit ikki skuldu givið okkara børnum góðan mat á stovnum og í skúlunum her í Føroyum. Heilt stutt afturat … tað var streyka í Svøríki í mill­um tey sum arbeiddu í køkunum og tey sum arbeiddu á stovn­ unum. Tá kom ein lækni/ serfrøðingur í sjón­varpið og segði, at hetta var ein stór kreppa fyri børnini, av tí at tað ikki var gott at bara hava matpakka. Og tá hugsaði eg, at tað hava dansk­arar alt árið. So næstu ferð tit tosa um kost til okkara børn, tosið tá ikki um vafflir, men hvussu tey kunnu fáa ein góðan, sunnan døgurða í døg­urðatíð. Kannska nógvan fisk og epli. Matpakka hevur man við til útflugt og í gongu­ ferðir. Birita Gøtuskeggi kjak Nú er valt! Jógvan Arge býráðslimur fyri Tjóðveldi Nú er valt, og borgarstjórin kann stýra einsamallur í Tórshavnar kommunu við sjey av 13 býráðslimum. Vit í Tjóðveldi, sum hava verið í samgongu við Javn­ aðarflokkin síðan 2005 og hava stýrt kommununi bæði væl og virðiliga, fingu eftir umstøðunum eitt gott val, nú samstarvsflokkur okk­ara vann so stóran sigur. Vit ynskja Javnaðar­ flokk­inum og Heðini Mort­ en­sen hjartaliga til lukku við úrslitinum. Við sínum 2637 persónligu atkvøðum og reinum meirluta hevur Heðin Mortensen fingið eina sera stóra ábyrgd lagda á sínar herðar. Hendan ábyrgd og und­ irtøka byggir á avrikini, sum hansara flokkur og Tjóð­veldi í felag hava framt síðan 2005. Vit meta saml­ aða valúrslitið sum eina sera dygga álitisváttan á okk­ara samgongu, hennara ar­beiðslag og hennara av­ rik. Tí hava vit boðað frá, at vit fegin halda fram í sam­gonguni hóast reina meirilutan hjá okkara sam­ starvspartnara seinastu átta árini. Framhald av sam­ starvinum er besta trygdin fyri, at kósin verður hildin, og at røttu úrslitini verða framd. Takki samstundis hjarta­liga teimum 445, sum atkvøddu fyri mær persón­ liga á valinum. Varð fyrstu ferð valdur í 2000 og fari nú undir fjórðu býráðssetuna í Tórshavnar býráð. Álitis­ váttanin fløvar. Takki øllum valevnum Tjóðveldis fyri gott avrik í valstríðnum og á valinum. Hetta hevur verið ein áhuga­verd og gevandi tíð. Spell, at vit ikki rukku fjórða umboðnum. Tað var nær við. Takki Jákupi Símuni fyri gott samstarv og avrik í býrássetuni og ynski Marini Katrinu til lukku við afturvalinum. Jákupi Dam í Kollafirði ynski eg til lukku við ný­ valinum. Ikki eiti á debut á politiska pallinum. Tað boðar frá góðum.w Vitan, Lívskor og Mentan Upplegg frá undirritaða. Evni Fólkafráflyting, politiskur pallborðsfundur fyri næmingum í Hoydøl­ um í Hoyvíkshøllini tann 12.11.12 Góðan Morgun tit! Vit standa í dag framman fyri tí størstu hóttanini mót­ vegis føroyska samfelagnum nakrantíð. Tað er ein keðiligur veru­ leiki, at fólkatalið í Føroyum gongur skeiva vegin og at vit á hvørjum ári missa okkara dýrabarasta tilfeingi til granna­lond okkara. Útrokningar frá hag­tals­ stovuni eru púra greiðar. Í ár 2048 verða vit, við núverandi kós, ein tjóð á 30.000 túsund fólk. Men eisini er ein útrokn­ ing, sum sigur at um vit taka tær røttu avgerðirnar verða vit ein fólkarík tjóð á 70.000 túsund fólk. Hvørja kós vilja tit? Vit í SU eru púra greið, her skal vend koma í og tað beinanvegin. Vit skulu mennast og kunnu vit taka til læru frá øðr­um býum rundan um okk­ um sum: Reykjavík, Århus og Tromsø, har tey gera stórar íløgur í fólki. Vit skulu gera íløgur í vitan, lívskor og mentan. Tá ið eg sigi vitan, er tað uppraðfesting av útbúgving og gransking: Marknagilsdepilin skal byggjast beinanvegin, so røttu karmarnir eru til okk­ ara miðnámslesandi. Setrið skal samlast und­ ir einum taki, við fleiri til­ boðum, campus og øktari gransking. Vit skulu vera eitt land, sum kann bjóða øðrum av og sum lokkar. Meira gransking, gevur meira vitan, meira vitan, gevur meira vinnu, og við vinnuni kemur størri vøkstur og arbeiðspláss til há og lág. Lívskor Vit skulu hava ein fjølbroyttan bústaðarmarknað har tey lesandi, tey støku og har familjan kann leiga til ein bíligan penga. Livikostnaðurin skal nið­ ur, við at vit royna nýggjar marknaðir av. Sum nú er keypa vit alt gjøgnum eitt av heimsins dýrastu londum, her skal ein broyting henda. Mentanin skal raðfestast Fyri at kunna støðast í einum landi, Muga vit hava nøkur rásarúm og tilboð til fólkið, ið her býr. Vit skulu branda okkara mentan og draga fólk til eitt ríkt stað. Har vit gera karmarnir til tess. Eitt orðatak sigur: “Viljin at vilja, skapar evnini at kunna” Vit vilja og tað krevur, at vit øll taka eitt tak saman og seta kósina! KOMA TIT VIÐ? Takk fyri. John av Reyni formaður Sosialistisk Ung