Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-19, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. november 2012síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mánadagur 19. november 2012 · Nr. 135 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Heri Simonsen “Fanklubben Heia Bortelaget (av Lerkendal)” – Koyr á útiliðið. Soleiðis eitur eitt fjepparafelag í Tróndheimi veruliga. Hetta kraftoriginala fjepparafelagið varð stovnað av nøkrum alisfrøðislesandi í apríl í 1992. Tróndheimur er ein rættiliga stórur universitetsbýur, og haraftrat heimbýurin hjá norska stórliðnum Rosenborg, sum hevur vunnið ræðuliga nógv heiti í Noregi ta seinastu fjórðingsøldina. Endamálið við Fanklubben Heia Bortelaget er at stuðla øllum liðunum, sum spæla ímóti Rosenborg á Lerkendal leikvøllinum í Tróndheimi. Fólkini í Fanklubben Heia Bortelaget halda, at Rosenborg, sum var meistari 13 ár á rað millum 1992 og 2005 hevur vunnið alt ov nógv í norskum fótbólti, og tí er neyðugt at stuðla øllum útiliðum, sum royna seg ímóti Rosenborg á Lerkendal leikvøllinum. Hava ein serligan lit Fanklubben Heia Bortelaget hevur valt at hava ein uttanveltaðan lit, sum kann verða ein stuðlandi litur hjá øllum útiliðunum, sum spæla ímóti Rosenborg. Hevði hesin kraftoriginali fjepparafelagsskapurin valt sær tann reyða ella bláa litin, so høvdu tey ikki dekkað øll lið, sum spæla ímóti Rosenborg. Tí hava tey í Fanklubben Heia Bortelaget valt sær litin rosa. Fjeppararnir eru í rosalittum troyggjum, hava rosalitt turrikløð, og hava rosalittar bannarar við sær á Lerkendal leikvøllin. Lata steyp til djarvar dómarar Fanklubben Heia Bortelaget mugu fíggja nøkur steyp gjøgnum ár og dag. Tað er nevnliga soleiðis, at reglugerðin hjá hesum serliga fjepparafelagsskapinum tilskilar, at liðskipararnir hjá øllum fótbóltsliðum, sum vinna á Rosenborg á Lerkendal leikvøllinum fáa eitt steyp til ognar. Fanklubben Heia Bortelaget fara enn longur við sínum sjáldsomu tiltøkum. Teir lata eisini steyp til dómarar, sum døma brotsspark til útiliðið, sum spælir á Lerkendal leikvøllinum. Fanklubben Heia Bortelaget letur eisini steyp til dómarar, sum tey meta hava uppiborið at fáa eitt steyp til ognar, t.d. við at døma ella rættari burturdøma Rosenborg. Rosenborg hevur nógvar fjepparar. Summir av hesum duga at flenna eftir, tí sum Fanklubben Heia Bortelaget ger, meðan aðrir øsa seg, og halda, at fjepparafelagsskapurin ikki eigur at gera slíkt í einum býi, har tey lesa og arbeiða. “Gott” kappingarár Fanklubben Heia Bortelaget kunnu fegnast um eitt rættiliga gott kappingarár í 2012. Tað hevur bert eydnast Rosenborg at vinna 8 av teimum 15 heimadystunum í Tippuliguni. 5 eru endaðir við javnleiki, meðan Rosenborg hevur tapt tveir heimadystir, sum so hevur kostað Fanklubben Heia Bortelaget tvey steyp. Hønefoss og Fredriksstad eru bæði heiðraði av Fanklubben Heia Bortelaget aftaná 0-1 sigrar á Lerkendal leikvøllinum. Rosenborg “bert” nummar trý Í Fanklubben Heia Bortelaget stórfegnast tey um, at Rosenborg misti møguleikan at gerast norskur meistari í 2012. Tí tað heiti hevur Rosenborg vunnið alt, alt ov ofta eftir teirra tykkji. Molde vann norska meistaraheiti. Strømsgodset úr Drammen gjørdist nummar tvey, meðan “fíggindin” hjá Fanklubben Heia Bortelaget, Rosenborg “bert” gjørdist nummar trý í bestu norsku fótbóltsdeildini hetta kappingarárið. So talan er um eitt “gott” kappingarár hjá hesum kraftoriginalu, norsku fótbóltsfjepparunum. “Heia bortelaget” stórfegnast í Noregi Eitt hitt mest sjáldsama fyribrigdið í altjóða fótbólti, er tann kraftoriginali fjepparafelagsskapurin “Heia Bortelaget”, sum ikki hevur sín líka í øllum heiminum Tróndur Arge - Vit skuldu havt vunnið dystin. Hatta er ein dystur, har við hava bóltin meginpartin av dystinum, men teir skora upp á ein deyðbólt, og so upp á eitt mótálop síðst í dystinum, sigur Høgni í stuttari viðmerking úr Malta. Høgni var ikki heilt nøgdur við avrikið hjá sær sjálvum, tí hann veit at trýstið er størri á hann en tað er á onkrar av hinum leikarunum. - Eg spældi ikki ein av mínum bestu dystum. Tá man er útlendingur, so er kravið jú nakað hægri, og tad veit eg full væl, so eg má bara fara í arbeiðshandskarnar og venja tað harðari, sigur ein bersøgin Høgni. Fyrri hálvleikur bjóðaði uppá meir frammrætta spæl frá Gudja, og mitt í fyrra hálvleiki legði ein bulgarskur framherji mótstøðuliðið á odda. Hetta hendir eftir eitt frísparksinnlegg har áleyparin sleppur at standa púra einsamallur og stúta bóltin í kassan. Høgni vil vera við, at ein spælari framdi fríspark, men dómarin lat ikki við seg koma. Hálvleikstøðan var eisini 1-0, greiður Henry M Petersen frá, sum var til dystin. Pieta legði eitt øgiligt trýst á í seinna hálvleiki. Miðskeiðis í seinna hálvleiki fingu Pieta eitt brotspark sum teir brendu. Teir hildu á at trýsta og javnaðu eftir eitt hornspark í 65. minutti. Tað var greitt teir vildu hava øll stigini, men hetta gav pláss fyri skjótálopum frá mótstøðuliðinum, sum eisini skoraðu til 2-1 fimm minuttir fyri tíð. Hetta kom sera illa við, tí nú er Pieta Hotspurs á fimta plássi og eru 4 stig frá uppflytingarplássunum, vísur Henry á. Høgni Madsen spældi allan dystin í miðverjuni, og hevði onkra góða sending, sum kundi blivið til okkurt meir. Tað var yvir tjúgu hitastig, men tað ávirkaði ikki Høgna so nógv. - Tad var væl heitari enn hvat eg eri vanur við, men tað var á góðari leið. Spældi i miðverjuni, so tad gekk, sigur Høgni at enda. Hetta er fyrsti dysturin hjá Høgna fyri nýggja felagið, sum hann hevur sáttmála við hetta árið út. Pieta Hotspurs FC hevur 11 stig á sætta plássi. trondur@sosialurin.fo Høgni og Pieta taptu Høgni Madsen og nýggja felagið hjá honum, Pieta Hotspurs FC, taptu í gjár 2-1 fyri Gudja United. Høgni Madsen spældi allan dystin í miðverjuni Tróndur Arge Hallur kom inn miðskeiðis í sein­ na hálvleiki fyri Nicklas Helen­ ius. Kenneth Emil Petersen legði AaB á odda í fyrra hálvleiki. Stutt fyri tíð staðfesti Rolf Toft sig­ur­in við málið til 2-0. Hallur var nakað merktur av nervum, tá hann í farnu viku byrjaði inni móti FCK. Hvussu var so at koma inn hesaferð? – Jú tað var fínt nokk, púra van­ligt. Nervar vóru ikki partur av spælinum meir, og so vildi eg gjarna hevna tað frá síðstu viku. Eg kom inn á høgra mið og royn­di at bjóða av, sigur Hallur Hans­son. Tann sokallaða venjara­ effekti­n riggaði hjá silkeborg, sum í gjár vann 3-2 á Sønder­ jyskE. Tíverri var tað uttan Chris­ tian Lamhauge Holst, at nýggi venjarin, Viggo Jensen, fekk sín fyrsta sigur. Við sigrinum hevur Silkeborg lagt Brøndby IF og René Joen­ sen aftur um seg, so hesir nú liggja niðast. Brøndby IF spældu javnleik móti Esbjerg. René Joensen var á bonkinum allan dystin. Hallur og AaB vunnu Hallur Hansson kom inn í seinna hálvleiki fyri AaB, tá teir í dag vunnu á fyrsta sinni síðani 20. oktobur. AaB vann 2-0 móti AC Horsens