mánadagur 19. november 2012síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 19. november 2012 · Nr. 135
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
fremsta deildin kvinnur
Tróndur Arge
Í nakrar fáar minuttir í seinna
hálvleiki var tað spennandi í Høllini
á Hálsi, tá Neistin og Stjørnan
spældu. Annars var Neistin omaná
restina av dystinum. Neisitin hevur
fult stigatal nú tær hava spælt eina
ferð móti øllum hinum liðnum.
Ongin hevur megnað at koppa
havnar liðnum, sum hevur beina
kós móti FM finalunum. Venjari hjá
Neistanum er Kári Horn, sum í fjør
var venjari hjá VB.
Hann hevur alla orsøk til at
fegnast um gongdina. Men tað er
fyrr hent, at lið hava verið greitt á
odda í landskappingini, men ikki
megna at vunnið finalurnar sjálvar.
Hetta sóu vit millum annað í fjør, tá
KÍF lá greitt á odda á stigatalvuni,
men tapti í trimum spennandi
finalum fyri H71.
«Nú skulu vit fyrst tryggja
okkum eitt pláss í finlauni, áðrenn
vit fara at hugsa um hvussu vit
skulu spæla tær, sigur Kári Horn
greiður á málinum.
Hann vil ikki kanna sær nakran
bita sjálvt um tað er klárt fyri øll,
at Neisitin hevur bestu kortini á
hondini. Men tað er heldur ikki
uttan orsøk, tí í dystinum móti
Stjørnuni vóru eisini løtur, har
Neistin tók sær av løttum.
Dysturin
Fyrstu
løtuna
hevði
Neistin
trupulleikar
við
at
umseta
møguleikar til mál, men sum tíðin
gekk, so sást at Neisitin er betra
liðið. Stjørnan steðgaði upp í
álopsspælinum, og tá klokkan ýldi
fyri seinastu ferð í fyrra hálvleiki
var støðan 13-6 til Neistan.
Stjørnan kom út til seinna
hálvleik sum eitt heilt nýtt lið.
Ema Bezanovic gekk á odda,
og skjeyt hon ikki málini, so
átti
hon
fríspælingina.
Tað
eydnaðist tó Neistanum at halda
eina 3-4 málsleiðslu tað mesta
av hálvleikinum, men tríggjar
minuttir fyri tíð minkaði Stjørnan
um munin til 24-22, og høvdu bóltin.
Tað endaði tó við, at Neistin fór í
mótálop og avgjørdi dystin.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at
Stjørnan spælir ein betri seinna
hálvleik enn fyrra hálvleiki. Neistin
staðfesti oddasessin og er besta
liðið í deildini.
Undirmeta mótstøðuna
Tá Stjørnan minkaði um munin
niður í tvey mál var brádliga trýst
á Neistanum. Tær missa bóltin
í álopinum, og Stjørnan hevur
møguleika at minka um munin
niður í eitt mál. Í hálvleikinum
var ongin ivi. Tá var Neisitin nógv
betri, og tey flestu mundu halda, at
dysturin var avgjørdur.
«Vit
taka
for
lætt
upp
á
uppgávuna, tí vit halda at vit bara
kunnu vinna dystin. Vit missa ov
nógvar bóltar og tað er vandamikið,
sigur Kári.
Neisitin fekk fatur á bóltinum
og fór í mótálop. Í somu løtu, sum
Neisitin økti um munin til trý mál,
sást geitt at hetta var avgerandi
málið. Stjørnan, sum hevur bart
seg inn í aftur dystin í allan seinna
hálvleik, misti stevið. Tað endaði
við 27-22 sigri.
«Mín tankagongd er, at vit
fyrst og fremst skulu í finaluna.
So kunnu vit byrja at hugsa um
hvussu vit skulu spæla hana, sigur
Kári Horn um FM vónirnar.
Barbara og Ema
Tveir leikarar skaraðu burturúr í
dystinum á Hálsi. Fyri Neistan var
tað sum so mangan fyrr, Barbara
Brauer. Skotstyrkin ger, at hon er
vandamikil at kalla hvørja ferð hon
nærkast málinum. Tað eydnaðist í
løtum Stjørnuni at verja fyri, men
við sínum níggju málum var hon
høvðusorsøkin til, at Neisitin enn
eina ferð vann. Hon er besti leikarin
í føroysku kappingini, og heldur
hon fram at avrika á sama stigi,
so er ilt at síggja hvør skal steðga
Neistanum og Barbaru.
Fyri
Stjørnuna
var
Ema
Bezanovic stóri leikarin. Hon er
komin til Stjørnuna í ár, og hevur
staðið seg væl. Hon er ikki stór
av vøkstri, men smæðist ikki við
at smekka til av bakkplássinum.
Skotini eru hørð og neyv, men hon
hevur eisini ein góðan eginleika
at spæla sínar viðleikarar fríar.
Fleiri ferðir eydnaðist henni á
hegnisligan hátt at fáa bóltin inn á
strikuna. Í løtuni sær Ema út til at
verða lykilin hjá Stjørnuni til at fáa
vent gongdini. Ema skjeyt átta mál
fyri Stjørnuna.
Stamman er tann sama
Neisitin er í løtuni einaráðandi,
men tað er ikki heilt uttan orsøk.
Tað er ein langtíðarætlan, sum ger
at Neisitin í ddag bæði er oddalið,
og kann seta nýtt fólk við.
«Um tú hyggur fleiri ár aftur, so
hevur Neisitin bygt eitt lið rundan
um eina stammu, sum er har enn
í dag. Tað ger, at vit kunnu spæla
nýggjar ungar leikarar inn. So tað
er eitt gott arbeiði tey undanfarnu
árini, sum ger tað møguligt, sigur
Kári Horn.
Fyrst
skulu vit í
finaluna
Tað Kári Horn, sum er venjari hjá Neistanum. Hann ásannar, at
Neistin tók ov lætt upp á uppgávuna í løtum móti Stjørnuni, men
hann vil ikki tosa um nakran FM finalu fyrr enn plássið er tryggjað
Ema Bezanovic skjeyt
átta mál fyri Stjørnuna