mánadagur 19. november 2012síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mánadagur 19. november 2012 · Nr. 135
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Fremsta deildin kvinnur
nr. Lið
Dystir
Vunnin mál
Tapt mál
Munur
Stig
1 Neistin
6
196
144
52
12
2 Kyndil
6
133
140
-7
7
3 VÍF/Tjaldur
6
154
145
9
6
4 VB
6
144
152
-8
5
5 StÍF
4
97
117
-20
26
Stjørnan
6
122
148
-26
2
fremsta deildin kvinnur
Neistin hevur nú spælt móti
øllum hinum liðnum í deildini eina
ferð, og Kári metir, at har eru fleiri
lið, sum kunnu geva Neistanum
góða mótstøðu.
«Fleiri av hinum liðnum eru
eisini góð, men munurin í fleiri av
dystinum hevur verið, at okkara
leikarar eru betri fyri, sigur Kári
Horn.
Mikukvøldið skal Neistin spæla
móti Kyndil, sum er eitt av teimum
liðnum, sum eltir bláa oddaliðið.
Annika hevur tað gott
Dysturin fekk eina sera óhepna
byrjan, tá Annika Ljósstein fekk
álvarsligan
skaða
í
bringuna,
og
mátti
á
sjúkrahúsið
við
sjúkrabilinum. Hetta setti sjálvandi
sín dám á dystin, sum bara var seks
minuttir gamal tá. Annika sigur í
viðmerking á portalinum, at hon
hevur tað gott eftir umstøðunum.
Neistin – Stjørnan
27-22 (13-6)
Neistin: Barbara Brauer 9, Nicoleta R. Hansen
5, Jacklin Djurhuus 3, Ása á Neystabø 3,
Rakul Augustinussen 2, Marjun Danberg
2, Eir Berg 1, Barbara Johannesen 1, Bára
Hansen 1
Stjørnan: Ema Bezanovic 8, Una Olsen
4, Lovisa Lassen 3, Durita Mikkelsen 2,
Eyðvør Klakstein 2, Ella Petersen 1, Bára S.
Klakstein 1, Alina Anghel 1
Kyndil – VB:
23-21 (12-8)
Kyndil: Simona Jacob 6, Guðrið G. Eysturberg
5, Randi Wardum 4, Turið Arge 3, Ásleyg
Súnadóttir 2, Anja Heinadóttir 2, Jórun
Ludvig 1
VB: Gurið Mortensen 5, Marijana Trbojevic 5,
Rannvá Johannesen 3, Una Nolsøe 3, Tamara
Tadic 3, Helga Eyðunsdóttir 2
StÍF - VÍF/Tjaldur
21-28 (13-13)
StÍF: Adina Petrea 8, Liljan Djurhuus 7, Eilin
Hansen 5, Heidi Sevdal 4, Ansy Sevdal 1,
Rannva Jakobsen 1, Amanda Kristensen 1,
Tóra Seloy 1
VÍF/Tjaldur: Rebekka Justinussen 6, Paula
Høgnesen 5, Oddrún Danielsen 4, Birna
Tummasardóttir 3, Erla Petersen 2 og Lena
Weihe 1
Úrslit:
Tróndur Arge
Kyndil byrjaði júst sum móti
Stjørnuni, og vóru á odda 12-8
í hálvleikinum. Móti Stjørnuni
misti Kyndil alt á góvið í seina
hálvleiki, og tað var líka við at
henda aftur í dag. Miðskeiðis
í seinna hálvleiki var Kyndil
á odda 17-11, men bara fáa
minuttir seinni var 17-16.
Tað
eydnaðist
ongantíð
VB at koma upp á javnt, men
tað var ikki fyrr enn seinastu
tveir minuttirnar, at Kyndla
sigurin kom í hús. Fyri Kyndil
var
tað
serliga
málverjin,
Tomma Petersen, sum stóð ein
branddyst, og bjargaði fleiri
ferðir sínum viðleikarum, sum
eins og VB leikararnir gjørdu
nógv mistøk í opnum spæli.
VÍF/Tjaldur vann aftur
VÍF/Tjaldur hevur fingið vind
í seglini, og nærkast oddinum
í hvørjum. Tær vóru á vitjan
á Skála, har StÍF tók ímóti.
Aftaná 17 minuttir var lítið, ið
bendi á at VíF/Tjaldur skuldi
vinna ein tryggjan sjey máls
sigur.
Tá var StÍF á odda 13-8,
men megnaði ikki at skoraði
eitt tað einasta mál seinastu
13 minuttirnar, meðan VÍF/
Tjaldur arbeiddi seg upp á 13-
13.
Tíðliga í seinna hálvleiki
kom VÍF/Tjaldur eisini á odda,
og megnai restina av dystinum
at halda seg minst tvey mál
frammanfyri
vertirnar.
Heldur ikki tá heimaliðið var
í yvirtal tíggju minuttir fyri
tíð, megnaði StÍF at hála inn á
gestirnar, sum nú hava vunnið
tríggjar dystir upp í slag. Tað
gevur seks stig og tað er nokk
til eitt triðja pláss.
Adina
Petrea
var
toppskjútti fyri VÍF/Tjaldur við
átta málum, meðan Rebekka
Justinussen skoraði seks mál
fyri StÍF, sum fyri sínar fýra
dystir hevru fingið tvey stig.
Kyndil og
VÍF/Tjaldur
berjast um
annað plássið
Kyndil vann dystin um annað plássið í
fremstu deildini hjá kvinnum móti VB.
Tomma Petersen spældi ein brand dyst
í Kyndla málinum. Kyndil vann 23-21
Ása á Neystabø skoraði trý mál fyri Neistan