Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-19, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. november 2012síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 19. november 2012 · Nr. 135 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið atlantic airways deildin Neistaverjan gav meistar­ unum ein vals Pætur Albinus Í høllini á Hálsi sunnudagin tók Neistin ímóti meistarunum úr H71. H71 hevði fyri neyðini at fáa tvey stig fyri at halda fast í næstfremsta plássinum í bestu mansdeildini, meðan nýggja Neistaliðið bara hevur sum mál at skava sær nøkur stig saman og leypa varg í hjá øðrum liðum. Tað sást undan dystarbyrjan, at heimamenninir tóktist serstakliga uppsettir, meðan H71 í vanligum meistarastíli tók tað púra róligt. Neistin argaði beinanveg H71 fekk ynsktu byrjanina og kom á odda 3-1, men síðani varð álopsspælið darvað av einari sera væl leikandi Neistaverju og steðgaði málskjótingin fullkomiliga upp. Neistin gagnnýtti at kalla allar møguleikar og komu teir á odda 5-3. Hoyvíkingar royndu at stríða seg inn aftur í dystin, men av tí at stórskjúttin Bogdan Florea longu tá ið fyrri hálvleikur var hálvrunnin hevði fingið tvær útvísingar, so var hóttanin hjá H71-álopinum ov lítil at vika bláu verjuna. Ikki fyrr enn venjaratoymið hjá H71 tók time-out, kom vend í. H71 kom á odda 10-9, men við einari frálíkari løtu undan hálvleikinum slapp Neistin til hálvleiks við 14-11-leiðslu. Heimaliðið dróg frá H71 byrjaði seinna hálvleik í undirtali, og tók Neistin av møguleikanum at fáa eina góða byrjan í seinna hálvleiki. Teir komu á odda 18-13, og hesa løtuna var hýrurin stak góður ímillum heimaáskoðarar- og leikarar, sum høvdu ein óvæntaðan sigur í eygsjón. Andras Joensen var ein brandur í skjótálopunum, og tók av hvørjum einasta møguleika, tá ið viðleikarar hansara fangaðu bóltin í verjuni og sendi hann avstað. Eisini Teitur Magnusson var ein somikið støðug hóttan útifrá, at við støðuna 23-19 til Neistan valdi H71 at mansverja hann. H71 nær við comeback At mansverja Teit Magnusson pilkaði í stóran mun álopsspælið hjá Neistanum sundur.Tá ið góðir 10 minuttir restaðu í, gjørdi H71 eitt veruligt hál og kom upp á javnt 25-25. Teir høvdu eisini ein gyltan møguleika at leggja seg á odda 26-25, men heldur enn hetta slapp Neistin í álop og Bogdan Florea fekk sín triðju útvísing og harvið reyða kortið. Hetta gav Neistanum nýggjar møguleikar í einari kroystari støðu, og við eitt var 27-25 til Neistan og tíðin var um at ganga undan hjá hoyvíkingum. Teir settust tó ikki aftur og tá ið tveir minuttir vóru eftir at leika, javnaðu teir til 27-27. Hetta skuldi tó vísa seg at vera dagurin hjá Neistanum, tí í einum rokmiklum dystarenda var Neistin eitt mál betri og vann dystin 28-27. Hondbóltur H71 misti eitt týðandi fet í oddastríðnum sunnudagin, tá ið teir púra óvæntað taptu 27-28 ímóti Neistanum í høllini á Hálsi - Tað riggaði alt. Vit høvdu allar marginalarnar við okkum, sum vit skuldu hava fyri at vinna ein dyst. Vit standa væl í verjuni og fáa mál upp á teir møguleikar, sum vit hava. Tað hjálpir so øgiliga væl. Fyrr hevur tað verið stong út, men í dag var tað stong inn, so tað er bara sakin, segði ein væl nøgdur Áki Mørk eftir dystin, og vildi hann eisini serliga peika á skjótálopini, sum tryggjaðu teimum nógv mál. Áki Mørk hevði ikki nakra serliga hvíta kanin at hála upp úr hattinum til júst henda dystin. - Tað var ikki stórt øðrvísi enn til aðrar dystir. Vit skuldu bara vísa ein góðan vilja allatíð og berjast alt tað, vit áttu, sigur Áki, sum serliga vil peika út ein faktor, sum gjørdi, at teir vunnu hesaferð. - Ofta hevur tað fyrr verið tað, at vit fara niður við høvdinum í 10-15 minuttir og tapa dystin upp á tað. Tann løtan í dag er stutt. Vit fara niður í fimm minuttir, men so koma vit beint upp aftur, sigur Áki Mørk og sigur málið vera, at teir framvegis ætla at gera fortreð við hini liðini og vónandi fáa nøkur stig afturat. Vit spurdu venjaran hjá H71, Petur Mittún, um tað ikki er ov vánaligt at tapa ímóti einum so blaðungum Neista-liði. - Eg vil fyrst siga, at hetta ikki er eitt blaðungt Neista- lið. Har eru nógvir royndir leikarar við. Tá tað so er sagt, so er hetta avgjørt ikki nøktandi, sigur Petur Mittún, sum ikki er nøgdur við hvussu hansara leikarar fóru seg fram í dystinum. - Vit fóru at spæla upp á teirra premissir. Styrkin hjá teimum er jú verjan, og vit spæla óskipað og ov nógv ein og ein. Verjan hjá okkum er tætt við at vera ein katastrofa í dag. Teir skjóta 28 mál í dag, hóast teir hava ligið um 20-21 mál í hinum dystunum. Tað boðar frá einari verju, sum ikki var klár, sigur hann. Petur Mittún miðjar fram­ vegis eftir at koma í finaluna. - Nú er KÍF farið eitt sindur frá hinum liðunum, men vit vóna at kunna blanda okkum upp í tann partin, og um tað hevði rokkið til eitt finaluplass, so hevði tað verið fantastiskt, segði H71-venjarin at enda. albinus@sosialurin.fo Áki Mørk: Alt riggaði Petur Mittún: - Verjan ein kata­strofa Glaðir Neistamenn