mánadagur 19. november 2012síða 31
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mánadagur 19. november 2012 · Nr. 135
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
atlantic airways deildin
Atlantic Airways Deildin menn
nr. Lið
Dystir
Vunnin mál
Tapt mál
Munur
Stig
1 KÍF
8
238
183
55
13
2 VÍF
8
219
188
31
12
3 H71
8
226
204
22
10
4 StÍF
8
215
191
24
8
5 Kyndil
8
207
204
3
7
6 Neistin
7
157
178
-21
4
7 Team Klaksvík
7
119
233
-114
0
Neistin argaði
Ári Roch í hornatøkum við Poul Kjartan Dam
Myndir: Álvur Haraldsen
Tróndur Arge
KÍF er framvegis oddalið í
Atlantic Airways deildini, eftir
at liðið vann ein greiðan sigur á
Kyndli í høllini á Hálsi. Støðan
gjørdist 21-26.
Tað gekk javnt á fram til
hálvleiks. Tá var KÍF á odda
við tveimum málum, men
stutt eftir hálvleik fór KÍF frá
teimum grønu. Miðskeiðis í
seinna hálvleiki hevði Kyndil
nakrar møguleikar at gera
tað spennandi aftur, men
teir tóku ikki av, tá teir fingu
møguleikan.
Í hinum endanum vóru
kollfirðingar eirindaleysir, tá
teir fingu møguleikan at økja
aftur. Millum annað skoraði
Rógvi Weyhe trý mál innanfyri
stutta tíð. Kyndil megnaði
ongantið at hótta leiðsluna hjá
KÍF seinastu minuttirnar.
Dysturin var hart spældur
og tað vóru nógvir steðgir,
umframt eitt reytt kort. KÍF
hevur nú 13 stig á fyrsta
plássið, meðan Kyndil hevur
mist sambandið við oddaliðið
á.
VÍF á øðrum plássi
Vestmenningar tykjast hava
fingið fatur á rætta endanum
í løtuni. Teir nærkast oddinum
í hvørjum, og hava nú vunnið
tveir torførar dyst á útivølli á
rað. Fyrst gjørdust teir fyrsta
liðið, sum megnaði at vinna
á KÍF, og í gjár vunnu teir við
sjey málum á Skála móti StÍF.
Í fyrra hálvleiki gekk javt
á og liðini skiftust um at
verða á odda. Hetta tril tíggju
minuttir vóru eftir, tá VÍF
fór frá strandingum, sum tó
svaraðu aftur fyri hálvleik, so
munurin bara var eitt mál í
hálvleikinum.
Í seinna hálvleiki var VÍF
omaná og legði seg tíðliga
nøkur mál omaná. Tað helt
allan dystin tí millum annað Eli
Muller spældi ein branddyst.
trondur@sosialurin.fo
KÍF aftur á
vinnarakós
KÍF reisti seg eftir ósigurin fyri VÍF
farna vikuskiftið við sigri á Kyndli.
VÍF er nú einsamalt á øðrum plássi
Neistin – H71
28-27 (14-11)
Neistin: Teitur Magnusson 7, Andras Joensen
5, Beinir Davidsen 3, Herbjørn Lava 3,
Torstein Balle 3, Jugoslav Djumic 2, Ári Roch
2, Terji Mørk 2, Rói Hansen 1
H71: Bogdan Florea 7, Poul Kjartan Dam 5,
Rógvi Sørensen 3, Rúni Højgaard 3, Bogi G.
Davidsen 3, Hallur Biskopstø 3, Ári J. Olsen
2, Tróndur Arge 1
Kyndil – KÍF
21-26 (11-13)
Kyndil: Birgir Poulsen 4, Høgni Klein Olsen
3, Josef Abrahamsen 3, Hørdur Fannar
Sigtórsson 3, Julian Johansen 2, Hans Áki
Dahl Christiansen 2, Finnur Hansson, Ludvík
Súnason 1
KÍF: Hans Eli Sigurbjørnsson 6, Rógvi Weyhe
5, Damir Oros 4, Andrias Nielsen 3, Teitur
Joensen 3, Gert Hansen 2, Nicklas Selvig 1,
Rúni Joensen 1, Ási Dam 1
StÍF-VÍF
23-30(12-13)
StÍF: Jógvan G. Oslen 6, Pætur Joensen 4,
Sveinur Justinussen 4, Borgar Danielsen 3,
Marius Joensen 2, Teitur Nilsson 2, Allan
Norðberg 2
VÍF: Filip Jojic 8, Joen Pauli Høgnesen 5,
Agnar Joensen 3, Andrias Eriksen 3, Sámal
Jákup Djurhuus 3, Martin Ritto 2, Magnus á
Rógvi 2, Holgar Danielsen 2, Bárður Brimvík
1, Magnus Müller 1
Úrslit: