Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-21, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. november 2012síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. november 2012 · Nr. 136 mikudagsblaðið Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Tað er rumbul millum ný­ valdu bygd­a­ráðs­lim­ir­nar á lista A á Eiði. Rólant Poulsen, sum til á nýggjárinum er borgarstjóri, er fyrst valdur í nýggja bygd­a­ráð­ið, og ný­valdi Jógvan í Skorini er næst­vald­ ur á lista A, sum eigur fýra av sjey og har­við meir­i­lut­an í nýggja bygdaráðnum. Teir fýra í meirilutanum skriv­aðu undan viku­skift­i­ num undir semju. Hon bar mill­um ann­að við sær, at Ról­ant Poul­sen skuldi halda fram sum for­mað­ur, og at Jógv­an í Skor­ini skuldi verða næst­for­mað­ur í nýggja bygd­ ar­ráðnum. Nú er semjan burtur, og Jógv­an í Skor­ini hev­ur sam­an við teim­ u m t r i m ­ um á lista C skip­ að seg í meir­ i ­l u t a , og tað ber við sær, at Jógv­an í Skor­ini verð­ur nýggj­ur bygd­ ar­ráðs­for­mað­ur. Við útvarpið hjá Kring­ varp­i­num segði Jógvan í Skor­ini sunn­u­dag­in, at hann kendi tað sum á­lit­is­brot, tá ið Ról­ant Poul­sen stutt eft­ir, at teir høvdu skriv­að und­ir semj­una, ringdi og bað hann skræða papp­ír­ið, sum teir høvdu und­ir­skriv­að. Or­søk­in var, at nú hevði ann­ar av hin­ um báð­um giv­ið til kenn­ar, at hann ikki var nøgd­ur við semj­una, og tískil var neyð­ ugt at fara undir nýggja telv­ ing. Rólant Poulsen stað­festi í út­varp­i­num, at hann verð­ur for­mað­ur til á nýggj­ár­i­num, og at tað so verður í komm­ un­al­pol­i­tisk­um høpi púra ó­royndi Jógv­an í Skorini, sum verð­ur borg­ar­stjóri. Frá­far­andi for­mað­ur­in fjaldi ikki, at hann var for­tørn­að­ur inn á, at ein á hans­ara lista var far­in í part við minn­i­lut­ a­num, sum har­við er vorð­in meir­i­luti. – Hetta er óhoyrt, segði Ról­ant Poulsen. Politiska minnið er til­ tik­ið stutt, men tíbetur ber til at kaga í tølini fyri at staðfesta, hvussu gongdin hevur verið: Tølini siga, at skifti millum list­ar fyri at fáa minniluta til meiriluta er ikki heilt ókent og ó­hoyrt á Eiði, og søgan sig­ur, at Rólant Poulsen áður hev­ur átt sín lut í slíkum leiki. Fyri tólv árum síðani – á bygd­ar­ráðs­valinum ­í­ 2000 – vann listi A fimm limir í bygd­ar­ráð­ið á Eiði, og listi B vann tveir limir. Hesir báðir á B list­a­num vóru Tordur Nicl­ a­sen og Ról­ant Poulsen. Tað eydn­að­ist teimum at fáa tveir av teim­um fimm á lista B í sín part og at velja Tord Nicl­asen sum formann. Tann einasti í nývalda byg­d­ar­ráð­num, sum var við fyri tólv ár­um síð­ani, tá ið tað eydn­að­ist min­n­i­lutanum við tveim­um at vinna sær meir­i­ lutan í bygd­ar­ráð­num, er Ról­ ant Poul­sen. Fyri hini seks í ný­valda bygd­ar­ráðn­um kann tað vera óhoyrt, at minn­i­lut­in verð­ur til meir­i­luta, tí onk­ur í meiri­l­ut­a­num vel­ur at taka undir við minn­i­lutanum. Men ikki fyri Rólant Poul­ sen! Tað var ikki hissini deyðadómur yv­ir Kring­varpið, sum nýggi kring­varps­ stjór­in varpaði út mán­a­dag­in. Hann æt­lar at siga upp til 30 fólk­um úr starvi, nið­ur­leggja tíð­indi í út­varp­i­ num um vik­u­skift­ið, nið­ur­leggja Deg og Viku, droppa ment­an­a­r­send­ing­ar og guds­tæn­ast­ur og mangt annað. Sum snarljós av himli er tað ging­ ið upp fyri Dia Midjord og Rúna Hein­e­sen, at tær 13 mill­i­ón­ir­nar, sum vóru í kass­a­num hjá út­varp­i­num, tá stovn­ar­n­ir vórðu lagd­ir sam­an í 2005, nú eru brúktar. Hvar hava leiðsla og stýri ver­ið? Tey mugu hava snork­sov­ið. Slíkt á­byrgd­arloysi eigur at fáa av­leið­ ingar. Onnur hava so sanniliga verið gjøgnum fíggj­ar­lig­an rutsju­túr. Mun­urin er bara tann, at vit onnur hava lag­að okk­um til støð­una, með­ an Kring­varp­ið bara hev­ur koyrt víð­ari út frá ynskj­um um inn­tøk­ur – og til­vit­að brúkt pengar, sum ikki vóru. Tá end­ar galið! Tað er ein politisk prov­o­katión, tá bæði stjóri og stýr­is­for­mað­ur hótta við at siga 15 – 30 fólk­um úr starvi – og kanska øll­um! Skulu øll starvs­fól­k­ini hald­ast á pínu­beink­i­ num, ella er hetta kenslu­porno fyri at leggja trýst á pol­i­ti­k­ar­ar­nar? At pol­i­tik­ararnir eru feikir – og summ­ir óreinir – tá tað snýr seg um Kring­varp­, tað vita øll. Sam­bært pub­lic service sátt­mál­a­num so ætla pol­itik­ar­ar­nir, at Kring­varpið skal tjena so nógv upp á hand­ils­lýs­ing­ar, at grund­a­r­lagið verð­ur tikið undan øll­um hinum miðlu­num. Men tað kann altso ikki koma sum eitt sjokk fyri leiðsluna, at peng­ ar­nir eru brúktir. Pengar hvørva ikki so­leið­is sum døgg fyri sól, hetta hevur leiðslan vitað –  men hev­ur ikki tikið neyð­ugu stigini í tøk­um tíma. Hetta er so stórt ábyrgdarloysi, at ábyrgdin eig­ur og skal plaserast Sjálvandi skulu vit hava eitt gott pub­lic service kringvarp. Og tað kann ger­ast ord­i­ligt. Men tað verður ikki gjørt við at brúka yvir evni. At 10 prosent mangla í eini fíggj­ ar­ætl­an er peanuts, tá tað snýr seg um at reka vinnu. Men stýrir tú ikki eftir hesum fakta og ratio­nal­is­erar til­svar­andi, so end­ar galið. Tað er rein­ur log­ikkur. Og at halda – sum kring­varps­stjór­in sig­ur, at »onk­ur má koma við pengu­num«, tað er bein­leið­is barns­ligt! Politiski myndugleikin eigur at tryggja fíggj­ar­liga grund­ar­lag­ið und­ir Kring­varp­i­num. Annaðhvørt við eini játt­an á fíggj­ar­lóg­ini, við at hækka kring­varps­gjald­ið ella við at skerja am­b­i­t­ións­ni­voið hjá stovn­i­ num. Men størstan týdning hevur tað, at stovnurin verður rikin við skili. Tað ber ikki til at reka al­menna kring­varp­ið við spæli og hand­ils­lýs­ ing­um. Gev­ið stovn­i­num frið at arbeiða við eini fastari fíggj­ar­ætl­an uttan lýsingar og spæl – og latið privatu miðl­ar­nar fáa frið at gera tað, sum teir eru best­ir til! Hví kemur tað sum eitt sjokk nú, at kassin er tómur? Hvussu skal fjórða stats­valdi­ð klára at ans­a eft­ir makt­ hav­ar­u­num, tá tað ikki megn­ar at ansa sín­um egna penga­kassa? – Vit hava víst á yvir fyri mynd­ug­leik­a­num, at vit mangl­a peng­ar, og tað sær ikki út til, at nak­ar vil geva okk­um pengar. Orðini eigur Dia Mid­jord, kring­varps­stjóri, í út­varp­i­ num í gjárkvøldið. Ein slík útsøgn frá ein­um stovns­leið­ara boð­ar ikki frá góð­um, tí hetta er ein himm­ al­róp­andi fall­itt­er­kler­ing, tí ein stjóri kann ong­an­tíð sita og bíða, til »onk­ur kem­ ur við pengum«. Men hetta vísir, at Kring­ varp­ið hevur koyrt við full­ari ferð – vitandi um, at kass­in er tóm­ur, og at tey bara hava rokn­að við, at »onk­ur fór at koma við peng­um«. Altso heilt erligt Dia Mid­jord og Rúni Hein­e­ sen! Hava tit als einki skil fyri, hvussu eitt virki skal rek­ast? Sum stjóri og sum for­mað­ur, so er tað tykkara fremsta skylda alla tíðina at hava fing­u­r­in á puls­i­ num og fylgja við fíggj­ar­ ligu gongd­ini. Man kann ikki sita púra ó­vit­andi og bíða, til eing­ir peng­ar eru eft­ir at gjalda rokn­ing­ar­nar við. Man kann ikki bíða og rokna við, at »onkur fer at betala«. Tað er sim­pult­hen for býtt, tí so endar tað við, at alt fer á heysin! Tað kann gott vera, at land­ið má taka um end­ an í Kring­varp­i­num, sum Dimma­lætt­ing sig­ur í odda­ grein í gjár. Dimma tos­ ar um am­pu­ter­aða fjórða stats­vald­ið, sum ikki ork­ar at ansa eftir makt­hav­ar­a­ num. Men hvat nyttar eitt fjórða statsvald, sum ikki megn­ar at ansa eft­ir sín­ um egna peng­a­kassa? Tað máttu tey á Dimmu vit­að, sum sjálvi søpl­aðu 30 mill­ i­ó­n­ir burt­ur av eg­i­n­ogn­ini – utt­an at tað fekk av­leið­ ing­ar fyri leiðsluna! Sjálvt fjórða statsvaldið má hyggja í seg sjálvan við­ hvørt – og spyrja sjálvan seg: Dugi eg nú so óluksáliga væl, sum eg sjálvur haldi? Tá 4. statsvaldið fór á heysin Tað er ikki heilt óhoyrt á Eiði Tað góða lívið Hanus Kamban Tíðargrein á síðu 16-17 Er val­ skipan­in nøktandi? Sámal Matras Kristiansen kjak á síðu 18 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leiðslan má leggja frá sær Rólant Poulsen er royndur í leikum at fáa minniluta til meiriluta...