Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-21, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. november 2012síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mikudagur 21. november 2012 · Nr. 136 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ov nógvar deildir í kring­ varpinum Tá ið Dia Midjord í summ­ar tók við sum stjóri í Kringvarpi Før­oya hevði hann sum stýris­ lim­ur vitan um, hvussu stóð til fíggjarliga hjá stovn­inum. Hann var greiður yv­ ir, at peningur lá á kistu­ botninum, men at hesin fór at verða uppi skjótt. – Tá ið eg tók við, helt eg meg hava 60 mió. krón­ur at arbeiða við, men tað vístu seg bara at vera 55 mió. krónur, sigur Dia Midjord við Rás2. Hann sigur, at stýr­ið fyri kringvarpið fleiri ferðir hevur vent sær til politisku myndug­leik­ arnar, men einki hevur rinið við. Stýrið hevur havt uppskot eitt nú um at sleppa und­an mvg, at hækka kring­varps­ gjaldið og annað, men einki hevur borið til. Nú hevur kring­varps­ stjórin fingið boð um at høgga bremsurnar í sum skjótast, so hallið í ár verður so lítið sum gjørligt. Endalig støða er ikki tikin til, hvussu upp­ sagn­irnar falla. Ein tanki er bygnaðar­ broytingar. Stjórin ivast í at neyðugt er við seks deildum, tí torført er at fáa so nógvar leiðarar at syngja sama lag. – Men tað er ikki nóg mikið við tí, starvsfólk mugu eisini sparast burt­ur, sigur Dia Mid­ jord. Enn kann hann ikki siga, um tað ber til at siga øllum upp, men tað heldur hann hevði verið tann mest rættvísi mátin. Randi Jacobsen – Hatta ljóðar ógvusligt, og eg haldi, at Kringvarpið hevur ein forkláringstrupulleika yvir fyri almenninginum. Tað sigur Jógvan Jesper­ sen, sum fyrst var stjóri í Út­ varp Føroya og síðan í sam­an­ lagda stovninum Kringvarpi Føroya. Hann tosar um, hvussu stovnarnir blivu klaskaðir saman við ongar lýsing av nøkrum. Tað fyrsta árið var neyð­ ugt at góðtaka at hava tvær milliónir krónur í halli, tí sam­anleggingin kostaði. Ikki bar til at fáa nakra játtan til tær útreiðslurnar. Jógvan Jespersen fór bein­anvegin undir ætlanina um at byggja upp á og upp í útvarpshúsið, so øll starvsfólkini í samanlagda stovninum kundu vera har. Húsið varð teknað, jørðin fingin til vega, og keyparar vóru til ognirnar hjá sjón­ varp­inum. Men so komu boðini frá landstýrismanninum um, at politiskur meiriluti ikki var fyri at byggja út í Sortudíki. Tá valdi Jógvan Jespersen at siga seg úr starvinum. Hann sigur, at tey fyrstu árini eftir samanleggingina bar til at spara. Nøkur fólk vórðu søgd úr starvi, men spart varð eisini á tann hátt, at tá ið fólk fóru, vórðu størvini ikki sett aftur. Tað er ein sannroynd, at lønirnar so við og við eru hækkaðar, og inntøkurnar eru ikki hækkaðar sam­svar­ andi. Jógvan Jespersen vil ikki gera viðmerkingar til rað­ festingina hjá leiðsluni, hvat spart verður burtur. Hann sigur seg tó ikki skilja avgerðina um at spara øll fríyrkisfólkini burtur, tí tey hava gjørt sendingarnar meira fjølbroyttar, og stovn­ urin hevur ongar sosialar skyldur yvir fyri teimum. Heldur ikki skilir hann, at útvarpið ikki longur fer at senda um náttina, tí tað kostar so lítið. - Einastu vinnararnir eru teir politikarar, sum ikki vilja hava slíkar stovnar, og nú vita vit, at teir eru í meiriluta, sigur Jógvan Jespersen. Kringvarpið hevur ein forklárings­ trupulleika Torført er at skilja, hví kringvarpið skal koyra 30 fólk til hús fyri at spara tríggjar milliónir krónur, sigur Jógvan Jespersen, fyrrverandi stjóri í Kringvarpi Føroya Roknskapirnir hjá Kringvarpi Føroya sóu ikki so galnir út í 2010 og 2011, og Bjørn Kalsø, landsstýrismaður var tí ikki greiður yvir, at tað stóð so illa til fíggjarliga, sum tað nú eina ferð ger. Hann heldur tað vera skeivt at siga, at politikar­ ar­nir ikki hava latið við seg komað, tí allir stovnar hava fingið greið boð um at halda nýtsluna innan fyri fíggjarkarmarnar. Tað er skylda teirra at gera tað alla tíðina. Bjørn Kalsø sigur, at bæði leiðsla og stýri hava vitað, at hann ongan møguleika hevur at útvega stovninum eyka­játtan. Allir stovnar verða viðfarnir eins. Hann heldur tað vera eitt álvars­mál, tá ið stjórin sigur, at Kring­varp Føroya ikki longur er mentur at halda public service sáttmálan. Hetta merkir, at antin má nakað gerast, so sáttmálin kann haldast, ella má sátt­ mál­i­n tillagast. Bjørn Kalsø sigur við Rás2, at hann hevur tikið upp aftur arbeiðið við at flyta alt virksemi hjá Kringvarpi Føroya í Sortudíki, byggja út har og selja allar ognirnar í M. A. Winthersgøtu. Tá ið hevði givið skynsamari rakstur. Hann vísir aftur møgu­ leikan at hækka kringvarps­ gjaldið, tí tað er ikki so langt síðan, gjaldið seinast hækk­ aði, og haraftrat eru hús­ ar­haldini fíggjarliga hart sperd. -– Stovnurin hevur brúkt ov nógv síðan samanleggingina. Tað skerst ikki burtur, sigur Bjørn Kalsø, sum nú vil hava at greitt at vita frá leiðslu og stýri, hvørjar ætlanirnar eru. Hann vil ikki venda spurninginum við beint nú, hvat politiska ynskið er til stovninum. - Tað r ein bráðfeingis støða, sum nú er íkomin, og hon má loysast fyrst. Kringvarpið sjálvt eigur trupulleikan Bygnaðurin má broytast, so tað vera færri milumleiðarar, men tað slepst ikki undan uppsagnum, sigur Dia Midjord, kringvarpsstjóri við Rás2 Bjørn Kalsø, landsstýrismaður sigur við Rás2, at leiðsla og stýri fyri Kringvarp Føroya hava fulla ábyrgd av stovninum. Hann hevur ongar ætlanir um at koyra stýri ella stjóran frá Jógvan Jespersen valdi at fara frá sum stjóri í kringvarpinum, tí politiskur meirluti ikki var fyri at flyta alt virksemið niðan í Sortudíki Eingin ætlan var nakrantíð gjørd fyri, hvussu samanlagdi stovnurin skuldi virka