Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-21, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. november 2012síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. november 2012 · Nr. 136 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 So leypi eg á sjógv til babba Soleiðis segði tann tá trý ára gamli Hendrik við mammu sína, Sóleyg á Fríðriksmørk, tríggjar ferðir, tá hon skeldaði. Pápin, Símun Pauli á Fríðriksmørk, gekk burtur á vári 1998 við Sjóborg, saman við pápa og beiggja Sóleyg, sum sat eftir við trimum smáum børnum. Hesum greiddi hon frá í KFUM&K í Klaksvík minningardag teirra sjólátnu Leo Poulsen 2. apríl 1998 gjørdist ein lagnu­ dagur fyri tað tá bert 27 ára gomlu Sóleyg á Fríðriksmørk. Hendan dag­in gekk Sjóborg burtur við mann og mús, og Sóleyg misti alt í einum mannin, pápan og beiggj­ an. Pápin, Tony Thomsen, var skip­ari og førdi eisini Sólborg, Símun Pauli á Fríðriksmørk, beiggin Hannus Thomsen, Atli Bjarta­son og Hilbert Fonn, sum var vestmenningur, men giftur inn á Strendur. Longu sum 14 ára gomul hitti Só­leyg Símun Paula, sum seinni bleiv maður hennara. – Vit giftust 15. mai 1993, tá eg var 21 ára gomul og Símun Pauli 26, sigur Sóleyg á Fríðriksmørk. Í oktober í 1994 varð fyrsta barnið føtt, sonurin Hendrik. Tá gekk Símun Pauli á Føroya Sjó­ mans­skúla og Sóleyg á lærara­ skúla. Í august í 1996 varð eldra gent­an fødd, og hon fekk navnið Marita, og í januar 1998 varð triðja barn­ið, Simona Paula, fødd. - Nú áttu vit trý fitt og væl­ skapt børn, og alt sá so ljóst út, sigur Sóleyg á Fríðriksmørk. Maðurin, Símun Pauli, var heima frá januar fram til 31. mars hetta árið, tá Sjóborg fór sín síðsta túr. - Tá gleddi hann seg at sleppa til skips aftur. Eg spurdi hann, um hann ikki kundi verða heima ein túr aftrat, men tað vildi hann ikki. Orsøkin til, at eg spurdi, var, at teir vanliga vóru fýra mans við báti­num, men nú Símun Pauli eisini fór við, blivu teir fimm mans, og tí vildi eg hava hann at vera heima ein túr aftrtat, sigur Sóleyg á Fríðriksmørk. Einki serligt veður Hon sigur, at maðurin kendi seg sum eina ónyttu at blíva við at liggja heima. - Men tað helt eg als ikki. Hann var so óførur við teimum eldru børnunum, so eg hevði góð­ar stundir at taka mær av tí ný­føddu gentuni, sigur Sóleyg á Fríðriks­ mørk. 31. mars klokkan 20.30 skuldi mann­ingin so vera umborð á Sjó­ borg, og tað seinasta, Símun Pauli gjørdi saman við børnunum, var at biðja Faðirvár. - Hann legði so øll trý í okkara song, hóast tey høvdu hvør sítt kamar. Tá eg spurdi hann hví, svaraði hann, at hann so fegin vildi hava tey at gerast góð systk­ in, sigur Sóleyg á Fríðriks­mørk. 2. apríl gjørdist dagurin, sum broytti alt fyri Sóleyg. - Tann morgunin ringdi eg umborð, og babba tók telefonina. Vit tosaðu eina løtu og hann segði, at teir skuldu inn á Toftir at landa klokkan 18.30. So læt í honum, at tað var eitt sindur av vindi, og tá han segði soleiðis, visti eg, at so var veðrið einki serligt, sigur Sóleyg á Fríðriksmørk. Símun Pauli og hinir vóru har frammi og skaffaðu, og tí vildi hon ikki órógva. - Annars gekk annar apríl sína van­ligu gongd, eg hevði vitjan av einari grannakonu, og tá klokkan var hálvgum seks ringdi mamma og spurdi, um eg hevði frætt nak­að frá Símun Paula, men tað hevði eg ikki. Eg segði henni so, at eg hevði tosað við babba um morgun­in, og at teir skuldu landa á Toftum klokkan 18.30, sigur Sóleyg á Fríðriksmørk. Læsa ræðuleikan úti Hon hugsaði als ikki um, at nakað var á vási, og var púra trygg. - Um 20-tíðina vóru genturnar sov­nað­ar, og Hendrik sat á gólvi­num og spældi við bilar, og eg sjálv stóð framman fyri vaskinum. Tá gekk hurðin, og inn koma Marta, systur mín, Sámal, mað­ur hennara og mamma, og eg sá beinan­vegin, at har var okkurt heilt, heilt galið, sigur Sóleyg á Fríð­riks­mørk. Hon sigur, at tey sóu út sum tríggir robottar og kvettu ikki í tvey. - Eg spurdi so hvat feilti, og tá fingu tey so sagt, at Sjóborg var ikki komin fram, og at teir vóru farnir at leita, sigur Sòleyg á Fríðriks­mørk. Hon fataði ikki beinanvegin hvat tað var, tey søgdu. Tað kundi ikki bera til. Sjóborg var jú á veg inn. - Tað komu skjótt fleiri og fleiri fólk inn, og tá eg so sá, at prest­ ur eisini kom at vitja, hevði eg bestan hugin at læsa hurðina fyri honum. Ikki tí at eg havi nak­að sum helst ímóti presti, men eg havi hug at læsa hendan ræðu­ leikan úti, sigur Sóleyg á Fríðriks­ mørk. Hon helt onkursvegna, at um hon kundi læsa hurðina, helt alt fram soleiðis, sum tað átti at vera. - Hetta er ringasta náttin, eg havi upplivað. At sita og bíða og desperat lurta eftir telefonini og vóna, at hon fór at ringja og siga, at teir vóru funnir aftur í øllum góðum, sigur Sóleyg á Fríðriks­ mørk. Hon minnist eisini tøgnina. - Øll sótu og hugsaðu sítt, sigur Sóleyg á Fríðriksmørk. Gott minningarhald Hon sovnaði hesa náttina klokk­ an fýra, men vaknaði longu aftur klokkan sjey. - Tá misti eg alla vón um, at teir fóru at koma aftur, og tað var ein ræðulig kensla, sigur Sóleyg á Fríðrik­smørk. Næstu dagarnar minnist hon ikki til fulnar. - Tað komu nógv fólk at vitja, og tey vóru sera hjálpsom í meldrinum Hann ætlaði sær oman á keiina og leypa á sjógv. So fari eg bara til babba, segði hann. Tá hann hevði sagt hetta tríggjar ferðir orkaði eg ikki at hoyra hann siga tað meira, so eg segði við hann, at pápi tín eg langt úti, og hoppar tú á sjógv, finnur tú hann ikki kortini