Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-31, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. mars 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 63 • mikudagur • 31. mars 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Havnarmaðurin Rúni Weihe, ið telist mill- um okkara fremstu flogbóltsleikarar, hevur í ár vunnið greipuna í norskum flogbólti við felagi sínum BK Tromsø FLOGBÓLTUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Leygardagin var seinna finalan um norska meist- araheitið í flogbólti hjá monnum leikt. Í Noreg verður spælt best av trimum dystum í finaluni, og dyst- urin leygardagin var næsti finaludysturin millum BK Tromsø við Rúna Weihe á liðnum og Dragsvoll. Fyrstu finaluna vunnu Rúni og liðfelagar hansara á úti- vølli 3-2 eftir ein sera spennandi dyst. Greiður sigur Dysturin leygardagin í Tromsø gjørdist ongantíð eins spennandi og tann fyrra finalan, tí megin partin av dystinum hevði Tromsø greiða yvirvág. Bert í fyrsta settinum var veruligur spenningur í, men til endans vann Tromsø settið 27-25. Síðani gjørdist munurin á liðnum sjónlig- ari, og tey bæði næstu sett- ini vann Tromsø ávíkavist 25-17 og 25-20. Í norskum fjølmiðlum stendur at lesa, at Tromsø var betra liðið, og serliga var tað álopsspælið hjá Tromsø, ið gjørdi munin. Við sigrinum leygardagin hava Rúni Weihe og BK Tromsø tryggjað sær greip- una í norskum flogbólti í ár. BK Tromsø vann nevnliga fyri kortum eisini norsku steypafinaluna, tá ið teir í finaluni vunnu 3-2 á KVBK. Ungt men vinnandi felag Felagið BK Tromsø hevur ikki so nógv ár á baki. Flogbólturin í Tromsø datt niðurfyri fyri nøkrum árum síðani, men fyri okkurt um tveimum árum síðani bleiv felagið endurreist undir navninum BK Tromsø, og ikki kann sigast annað, enn at tað hevur gingið framúr væl síðani tá. Hesi bæði árini hevur tað nevnliga eydnast BK Tromsø at vinna ikki færri enn trý gullheiðursmerkir og eitt silvurheiðursmerki. BK Tromsø hevur í hes- um kappingarárinum leikt 31 dystir, og teir hava vunn- ið 26 av hesum dystum. Bert tvær ferðir hava teir verið við undirlutan í norsku landskappingini, meðan teir tríggjar dystir taptu í europeisku kapping- ini. Ikki kann sigast annað, enn at hetta kappingarárið hevur verið eitt rimmar ár hjá Rúna. At gerast greipu- vinnari fyrsta árið, ið hann roynir seg í norskum flog- bólti, er ikki hvørjum mani beskorið. Harafturat hevur tað eisini gingist rættuliga væl á landsliðnum, sum jú teimum flestu flogbólts- áhugaðu føroyingum kunn- ugt, vann EM-kvalif- ikatiónina, ið var leikt í Skotlandi stutt fyri jól. Í hesari kapping varð Rúni eisini kosin besti leikari í kappingini, umframt at hann eisini bleiv valdur sum besti smashari í kapp- ingini. Rúni Weihe hevur tó eis- ini verið nógv darvaður av einum skaða í rygginum í ár, men hetta hevur tó ikki forðað honum í at leikt fyri tað. Undan seinnu finaluni í vikuskiftinum hevði Rúni tikið pínustillandi heilivág í fleiri dagar, so at hann var førur fyri at leika í finaluni. Nú fær Rúni so frið til at fáa ryggin frískan aftur, áðrenn hann í summar aftur skal á vøllin við føroyska landsliðnum, sum skal royna at spæla seg víðari í EM-høpi. Sosialurin ynskir Rúna Weihe hjartaliga til- lukku við greipuni! Í farnu viku var freistin úti at skjóta upp valevnir til formanssessin og hinar nevndar- sessirnar í fótbólts- sambandinum, og har vóru ongi nýggj nøvn FSF-AÐALFUNDUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Sum vit skrivaðu í síðstu viku, eru tað tvey valevnir, ið bjóða seg fram til for- manssessin í Fótbóltssam- bandi Føroya. Annar er Óli Holm í Vági, meðan hin er Christian Andreasen á Argjum. Báðir eru teir gamlir í garði í FSF, so óansæð hvør ið verður valdur, er tað eingin ivi um, at nýggi formaðurin í FSF hevur royndar innan øki. Fimm uppskot til nevndarsess Til hinar nevndarsessirnar í FSF eru fimm valevnir skotin upp. Teir fimm (allir eru mannfólk) eru Per Hansen, Rúni Heinesen, Bjarki Mohr, Magnus á Stongum og Karl Vidtfeldt. Rúni Heinesen og Karl Vidtfeldt sita báðir í nevnd- ini í FSF, men standa fyri vali í ár. Framhaldandi aðalfund- urin hjá FSF verður í høl- unum hjá fótbóltssamband- inum, og hann byrjar klokkan tíggju leygarmorg- unin. Á skránni er val av nevndum og varalimum, umframt val av ríkisviður- kendum grannskoðara. Síðsta punkt á dagsskránni til fundin er ymiskt, og har hevur FSF eitt uppskot um broting í »kappingarreglun- um fyri fótbólt«. Uppskotið hjá FSF snýr seg um tað sonevnda flyt- ingarvindeyga. T.v.s. nær leikarar kunnu skifta mill- um feløg. FSF skýtur upp, at tað millum kappingar- árini bert er loyvt at skifta felag, frá tí at kappingar- árið endar og okkurt um átta vikur fram. Í summar- stegðinum skal verða loyvt spælarum at skifta felag eftir seinasta leikdag í fyrra hálvu og til við tveir dagar, áðrenn seinna hálva byrjar. Rúni Weihe noregsmeistari Landsliðsleikarin í flogbólti, Rúni Weihe, hevur um vikuskiftið vunnið norska meistaraheitið í flogbólti við felagi sínum BK Tromsø savnsmynd Ongar broytingar í uppstillingini Rúni Heinesen var eitt skifti í uppskoti sum formansvalevni í FSF, men trekti seg. Tó bjoðar hann seg fram aftur sum nevndarlimur í Fótbóltssambandinum 21 20 Nr. 63 - 31. mars 2004 UTTAN ÚR HEIMI Nýggjar meininga- kanningar vísa, at tað stendur at kalla á jøvnum millum tey bæði forsetavalevnini í USA VALSTRÍÐ Árni Joensen fartekst@mail.dk Hoyringin í amerikanska Senatinum av tí, sum hendi upp undir 11. september í 2001, hevur elvt til atfinn- ingar at George W. Bush, forseta og stjórnini, men hetta tykist ikki hava ávirk- að undirtøku hansara stór- vegis. Ein meiningakanning, sum stovnurin Pew Re- search Center, hevur gjørt, og sum varð almanna- kunngjørd í gjár, vísti, at John Kerry hevði fingið 47 prosent av atkvøðunum og Bush 46 prosent, var for- setavalið nú. Í einari kann- ing fyri einum mánað síð- ani fekk Kerry 52 prosent og Bush 43. Gallup almannakunn- gjørdi eisini eina kanning í USA Today gjár. Eftir henni hevði Bush fingið 51 prosent og Kerry 47. Eygleiðarar í USA høvdu væntað, at hoyringin í Senatinum fór at ávirka undirtøkuna hjá Bush, og tað vísti ein kanning í tíðar- ritinum Newsweek eisini. Har søgdu 65 prosent, at tey hildu ikki, at forsetin hevði gjørt nóg mikið fyri at forða atsóknini 11. september í 2001. Eina viku frammanundan høvdu 57 prosent ta áskoðanina. Sambært Gallup-kann- ingini í gjár halda 54 pro- sent av amerikanarunum, at stjórnin hjá Bush kundi havt gjørt meiri fyri at forða atsóknunum at World Trade Center og Pentagon. Fyrrverandi norski uttanríkisráðharrin, Thorbjørn Jagland, heldur, at tað var skeivt av Tony Blair at vitja libyska leiðaran. MIÐEYSTUR Árni Joensen fartekst@mail.dk Thorbjørn Jagland, sum nú er formaður í uttanríkis- nevndini hjá Stórtinginum, heldur lítið um ta søguligu vitjanina hjá bretska for- sætisráðharranum í Libya í síðstu viku. - Menn tosa um eitt demokratiskt Stórmiðeyst- ur, og tað fyrsta, ein av teimum fremstu ger, er at vitja ein av einaræðisharr- unum har. Mær kunnugt verður libyska fólkið ikki betur viðfarið nú enn fyrr, sigur Thorbjørn Jagland við Aftenposten. Hann heldur eisini, at tað var illa um- hugsað av Blair at fara til Libya bara nakrar fáar dagar eftir, at ísraelsmenn avrættaðu Hamas-leiðaran Ahmed Yassin. Thorbjørn Jagland vitjaði í síðstu viku palestinska forsetan, Yasser Arafat, og hann heldur, at politikkurin hjá ísraelsmonnum og Vest- urheiminum at avbyrgja Arafat tænir ikki ætlanini um demokrati í Miðeystri. - Tað fyrsta stigið til veruligt demokrati í Mið- eystri er eitt palestinskt ríki, sum helst verður eitt meiri nútímans demokrat- iskt samfelag enn tey flestu av hinum londunum í øki- num, sigur Thorbjørn Jag- land. Fangar avrættaðir Tveir pakistanskir tænastumenn, sum sótu fangar hjá Taliban- og al- Qaeda-viðhalds- monnum á mark- inum ímillum Pakistan og Af- ghanistan, eru avrættaðir Pakistansku myndug- leikarnir siga, at teir báðir menninir vórðu tiknir til fanga saman við tólv øðrum paki- stanum í síðstu viku. Tólv av monnunum vórðu latnir leysir leygardagin, og hinir báðir eru síðani funnir aftur deyðir. Teir vóru avrættaðir, siga paki- stansku myndugleik- arnir. Fleiri túsund paki- stanskir hermenn hava seinastu vikurnar leit- að eftir limum í Tali- ban og al-Qaeda á leið- unum við afghanska markið. Bardagarnir hava kravt 120 manna- lív, og 166 fólk eru tikin. Høvuðsmálið við átakinum var at finna leiðaran í al-Qaeda, Osama bin Laden, men hann var ikki at finna. Fyri nøkrum døgum síðani vildu pakistanar vera við, at teir høvdu tikið mann- in, sum skal hava verið fregnartænastuleiðari hjá al-Qaeda, men í gjár varð fráboðað, at hann er ikki tikin kortini. Talan var um ein annan mann. Ætlan um stóra atsókn avdúkað 36 kilo av spreingievninum TNT skuldu nýt- ast til fleiri yvir- gangsatsóknir í Manila, men løg- reglan avdúkaði ætlanina. YVIRGANGUR Árni Joensen fartekst@mail.dk - Yvirgangsmenninir ætlaðu at søkja at stór- handlum og jarn- breytastøðum í høv- uðsstaðnum, segði for- setin í Filipsoyggjun- um, Gloria Arroyo, við BBC í gjár. Hon legði afturat, at ein tílík atsókn hevði uttan iva kravt líka nógv mannalív sum atsókn- in í Madrid 11. mars. Løgreglan hevur tikið fýra menn í sam- bandi við avdúkingina, og hildið verður, at teir hava samband við tann muslimska yvirgangs- felagsskapin Abu Sayaf. Hesin felags- skapurin stríðist fyri sjálvsstýri har suðuri í Filipsoyggjunum. Hann er best kendur fyri sínar nógvu burt- urflytingar, men amerikanararnir vilja vera við, at felags- skapurin hevur tilknýti til al-Qaeda. Eygleiðarar í Manila hefta seg við, at tíðind- ini um tær avdúkaðu ætlaninar koma júst nú. Forsetaval verður í Filipsoyggjunum um ein góðan mánað, og tá ætlar Gloria Arroyo at verða afturvald. Skeivt av Tony Blair at vitja Gadafi Nú stendur á jøvnum millum Kerry og Bush C M Y K 20