Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-21, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. november 2012síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. november 2012 · Nr. 136 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 og komu við alskyns mati, klædnapløggum og peningagávum, sigur Sóleyg á Fríðriksmørk. Hon var sera fegin um, at nógv fólk komu á vitjan, tí tað er so gott at vita, at tað eru so nógv fólk, sum hugsa um ein, tá mann ikki hevur tað so gott. - Men fyri børnini var tað ikki altíð so stuttligt við øllum hesum fólkunum. Tá eg hugsi um tað, hevur tað verið ein ótrúliga stór broyting fyri tey, frá at hava ein friðarligan gerandisdag við mammu og babba, og til øll hesi fólkini, sum øll eru kedd, sigur Sóleyg á Fríðriksmørk. Hon dugir væl at skilja, at tey ikki altíð tímdu. - Minningarhaldið varð so hild­ið 12. apríl í Sjóvar kirkju, og Jógvan Fríðriksson, prestur, gjør­di alt fyri okkum, sjálvandi í sam­ráð við familjurnar, sum høvdu mist. Tað var ógvuliga gott, tí sjálv­ur hevur tú ikki tær stóru kreft­ir­nar og orkuna í slíkari støðu, sigur Sóleyg á Fríðriks­mørk. Hon sigur, at hetta var eitt gott minningarhald, har tey eisini fingu góða hjálp til ervið aftaná. - Eg tók ikki børnini við til minn­ ing­arhaldið, tí eg helt tað var betur, at tey vóru eftir hjá góðum fólkum og spældu. Tey vóru jú so smá, so eg ivist í, hvat tey høvdu fingið burtur úr, sigur Sóleyg á Fríðriksmørk. Ringasta løtan Soleiðis endaði so 12. apríl, og hon hevði ongantíð havt tað so ringt sum tá. - Eg gloymi ongantíð, hvussu ringt eg hevði tað við at reisa meg aftur í bygdarhúsinum. Eg føldi, at tað, sum nú stóð fyri framman, var nakað, sum eg ikki vildi vera partur av. Eg hevði bestan hugin at halda fast í stólin og bara sita har, sigur Sóleyg á Fríðriksmørk. Hon tordi ikki at reisa seg, men tað mátti hon. Men lívið gjørdist ikki nakar dansur á rósum. - Teir tríggjar fyrstu mánaðirnar kom kona til beiggja Símun Paula at hjálpa henni. Hon bleiv frítikin sínum egna ar­ beiði og hjálpti so okkum frá klokk­ an átta á morgni til klokkan fimm um dagin. Tað var kærkomin hjálp, tí tað er nóg mikið at takast við, við trimum smáum børnum, sigur Sóleyg á Fríðriksmørk. Eftir hetta fóru Hendrik og Marita í dagrøkt hálva tíð seinna­ partar. - Tá Simona Paula bleiv 15 mán­ aðir helt onkur heimasystir, at hon hevði havt gott av at koma í ann­ að umhvørvi eisini, og tí fór hon í dagrøkt hálva tíð eisini, sigur Sóleyg á Fríðriksmørk. Familjan hjá Sóleyg og hjá Símun Paula eru enn sum áður ótrúliga góð at hjálpa henni. Tú finnur ikki babba kortini Hendrik var um hetta mundi trý ár. - Hann spurdi ótrúliga nógv eftir pápa sínum. Genturnar vóru enn so lítlar, at tær dugdu ikki rættiliga at seta orð á. Hendrik hevði eisini verið so nógv saman við pápa sínum, tí hann gekk í skúla, tá Hendrik var lítil. Teir gjørdi Sjó­ borg­ina í stand, so hann var so nógv heima, so fyri han gjørdist tað ein stórur saknur, sigur Sóleyg á Fríðriksmørk. Hannus, beiggin, og pápin, Tony, vóru eisini ofta á vitjan, og Tony var hvønn dag inni á gólvinum, tá hann var heima. - So fyri Hendrik gjørdist tað ein stór­ur saknur. Hann gjørdist eisini bang­in fyri at missa meg, so hann vildi alla tíðina vera hjá mær. Og skuldi nakar hjálpa honum, var tað bara mamma, sum skuldi hjálpa, sig­ur Sóleyg á Fríðriksmørk. Dagarnir ganga, og Sóleyg held­ ur seg sjálva vera mest meinlík ein­ um robotti, sum bara gjørdi tað, sum hon skuldi. - Eg forsømdi ikki børnini, men eg var ikki altíð við hundrað pro­ sent. Sjálvandi vóru ikki allir dagar líka, og summar hevði tú bestan hugin at skræða úr kalendaranum, sigur Sóleyg. Onkrar dagar helt hon seg vera verðins vánaligastu mammu, tá hon hevði skeldað uttan ávísa grund. Ofta gjørdist ein mús til ein ele­fant. - Teir dagar, eg hevði tað gott, høvdu børnini tað eisini gott. Summ­ar dagar helt Hendrik, at eg skeld­aði ov nógv, so hann hevði eina loysn upp á tað. Hann ætlaði sær oman á keiina og leypa á sjógv. So fari eg bara til babba, segði hann. Tá hann hevði sagt hetta tríggjar ferð­ir orkaði eg ikki at hoyra hann siga tað meira, so eg segði við hann, at pápi tín eg langt úti, og hoppar tú á sjógv, finnur tú hann ikki kortini, sig­ur Sóleyg á Fríðriksmørk. Eftir hetta segði hann tað ongan­tíð aftur, men Sóleyg hevði ringa samvitsku av at hava sagt soleið­is við hann. Ill við Guð Men hvussu við Sóleyg sjálvari, hvus­su hevði hon tað við hendan miss­in. - Tað fyrstu tíðina gekk eg og hugs­aði meg svaka um, hvussu hetta var hent og hví. Hvussu høvdu teir tað síðstu løtuna, og eg royn­di at innliva meg í teirra støðu. Men eg fekk einki ítøkiligt svar, tí har var einki ítøkiligt svar, sigur Sóleyg. Har vóru eisini nógvir spurn­ing­ ar, sum hon ikki tordi at siga hart, men goymdi innan í sær. - Eg var ikki ill fyrstu tíðina, tí eg helt at tað mátti vera ein meining við øllum. Men sum tíðin leið føldi eg, hvussu øðin boblaði innan í mær. Eitt hevði eg tó sett mær fyri, at eg vildi ikki enda sum ein beiskur persónur, sigur Sóleyg. Men tað er eingin loysn at goyma hetta í sær sjálvum, so hon byrj­aði at spyrja Guð, hvussu hann kundi lata hetta henda. - Eg var ill inn á Guð, rættiliga ill, at Símun Pauli ikki kundi sleppa heim til okkum, tí eg hevði so nógv brúk fyri honum við trimum smá­ um børnum. Eg føldi tað so órætt­ víst móti honum, at hann ikki skuldi sleppa at uppliva síni børn, og at tey ikki skuldu sleppa at upp­ liva pápa sín, sigur Sóleyg á Fríð­ riks­mørk. Hon spurdi eisini, hví Guð ikki heldur hevði tikið hana, tí hon helt, at Símun Pauli dugdi so nógv betur við børnunum. - Men so hugsaði eg eisini, at eg hevði ikki vilja, at Símun Pauli skuldi gjøgnum tað sama, sum eg. Tað var so ringt, sigur Sóleyg á Fríð­ riks­mørk. Fólk søgdu eisini við hana í bestu meining, at fátt er sum faðir, einki sum móður. - Eg føldi meg ikki sum verðins fittastu mammu, og eg helt eisini, at tað var at seta niður á Símun Paula, sig­ur Sóleyg. Bað nógv til Guð Tá eitt menniskja kennir sorg, sæst alt út frá einum heilt øðrum vinkli, tá vendir alt á høvdinum. - Við trimum smáum børnum er tú í sving alla tíðina og hevur ikki stundir at sita niðri og hugsa. Tá eg nú hugsi aftur á tíðina er tað gott, at eg hevði børnini, sjálvt um eg mangan var móð. Hetta var ein møði, ið var nógv størri enn ein kvin­na fær, tá hon hevur átt, sigur Sóleyg. Hon var tí altíð troytt, tá kvøldið kom og fór tíðliga í song. - Men eg droymdi ofta keðiligar dreym­ar. Eg haldi, at alt, sum hevði for­trongt gjøgnum dagin, kom fram aftur í dreymum, og tí var eg ofta móð, tá eg vaknaði, sjálvt um eg hevði sovið nóg nógvar tímar, sig­ur Sóleyg á Fríðriksmørk. Fyri at yvirliva, mátti hon taka ein dag í senn. - Tað mátti eg læra meg, tí hvør dag­ur hevur nóg mikið í síni plágu, og at hugsa langsiktað kláraði eg ikki, tí tá leyp alt saman, sigur Sóleyg. Hon bað nógv til Guð um at geva henni mót at liva, tí alt sá so mein­ ings­leyst út. Sunt at gráta Eftir eina tíð fekk eg so nakað at stríðast við, sum ikki fór vekk aft­ ur, og tað var óttin. - Eg gjørdist bang­in fyri at sigla og flúgva og sjálvt at koyra bil. Bara eg skuldi við báti til Klaksvíkar, bleiv eg bangin. Hetta var ein strævin tíð, sum vardi rætti­liga leingi. Tá var tað óttin, sum stýrdi mær og ikki øvugt, sigur Sóleyg. Hon heldur, at tað kemst av, at tey hava upplivað so nógvar van­ lukk­ur í familjuni, at hon hevði mist álitið á alt. - Børnini spurdu, um tey ikki kun­du fara at ferðast, men eg segði altíð næsta ár, inntil tey gjørdust so stór, at eg ikki kundi siga tað meir. Síða­ni tá hava vit onkuntíð verið og ferðast, og tað hevur gingið væl, sig­ ur Sóleyg á Fríðriksmørk. Hon hevur altíð havt grátin fyri seg sjálva. - Eg havi ongantíð vilja grátið framm­an fyri børnunum ella øðr­ um fólkum. Eg veit ikki hví, men eg haldi mær dámdi best at gráta, tá eg var einsamøll, sigur Sóleyg. Men tað kemst als ikki av tí, at hon heldur tað vera skomm at gráta. - Tað er tvørtur ímóti sunt at gráta, tí gráturin hann linnar, sigur Sóleyg á Fríðriksmørk. Tað var í sambandi við missións­ vikuna í KFUM & K í Klaks­vík, at Sóleyg á Fríðriksmørk greiddi frá sínum upplivingum á minn­ing­ar­ degi teirra sjólátnu.