mikudagur 21. november 2012síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mikudagur 21. november 2012 · Nr. 136
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kommunuval
Randi Jacobsen
Kvinnurnar
verða
eftir
nýggjár verri umboðaðar í
teimum 30 kommunustýri
num, enn tær hava verið
seinastu fýra árini.
Fyri fýra árum síðan 31
prosent av valdu kommunu
stýrunum kvinnur, við hetta
valið fall talið niður á 30
prosent.
- Eg kenni ikki orsøkina,
og spurningurin er neyvan
so einfaldur, sigur Sigga Óla
dóttir Joensen, forkvinna í
Demokratia.
Talið av kommunustýris
limum í landinum er fallið
eitt sindur siðan seinasta
val, tí kommunur hava lagt
saman. Tí eru færri sessir at
stríðast um.
Men tað vóru eisini væl
fleiri kvinnur, sum hesa ferð
stillaðu upp samanborið við
fyri fýra árum síðan. Seinast
stillaðu 243 kvinnur upp, nú
bara 211.
- Eg eri bangin fyri, at
fleiri kvinnur aftra seg í at
stilla upp, og tað er ilt at gera
nakað við. Tað ber ikki til at
noyða kvinnur at stilla upp.
Tær mugu vilja tað sjálvar,
sigur Sigga Óladóttir Joen
sen.
Hon varð hesa ferð vald í
býráðið í Fuglafirði sum ein
asta kvinna. Har gekk ómeta
liga illa at fáa kvinnur á list
arnar. Demokratia gjørt eitt
stórt arbeiði við at fáa kvinn
ur at stilla upp. Fleiri fundir
vóru, og kvinnur í politikki
greiddu frá, hvat politiskt
arbeiði.
- Vit fara í næstum at hava
nevndarfund í Demokratia,
og tá mugu vit fara at tosa
um, hvat vit kundu havt
gjørt øðrvísi, og hvat vit
kunnu gera betur til næstu
ferð, sigur Sigga Óladóttir
Joensen.
Randi Jacobsen
Tað hevur verið ein ávís frá
flyting úr Sunda kommunu
seinastu árini, men nú skal
eitt miðvíst arbeiði ger
ast fyri at finna útav, hvat
gerast kann fyri at fáa ungar
familjur at búseta seg í
kommununi og um tað ber
til at fáa fólk at venda aftur
til kommununa.
Tað sigur Heðin Zacharia
sen, sum á kommunuvalinum
fekk eitt ordans herðaklapp
frá borgarum í kommununi..
- Samstundis eru øll onn
ur eisini vælkomin, at bú
seta seg her, sigur Heðin
Zachariasen.
Hann hugsar sær, at bý
ráðið skal fara at spyrja fólk
í kommununi, hvat vantar.
Og fólk við øllum ymiskum
útbúgvingum og royndum,
høg sum lág, skulu hoyrast,
sigur Heðin Zachariasen.
Betri skúlar
Eisini
hevur
hann
sett
sær fyri at virka fyri betri
skúlaviðurkiftum í kommu
nuni.
Skúlaspurningurin
er nógv frammi, nú arbeitt
verður við at útbyggja Norð
skála-Oyrar skúla.
Heðin
Zachariasen
droymir um, at skúlarnir í
kommununu kunnu teljast
millum teir bestu í landi
num, so lærarar støðast, og
aðrir góðir lærarar eisini
hava hug at søkja um arbeiði
á skulunum í Sunda kommu
nu.
Hann leggur stóran dent á,
at øll, sum vald eru í býráðið,
taka lut í arbeiðinum við at
menna kommununa. Eingin
ger slíkt arbeiði einsamallur.
- Eg vil gera alt fyri, at
vit fáa eitt gott samstarv í
kommununi, sigur Heðin
Zachariasen.
Nývalda byráðið skipaði
seg í seinastu viku við Heð
ini Zachariasen sum býráðs
formanni.
Hini í nývalda býráðnum
eru: Sonni Samuelsen, Hans
David Dam, Asbjørn Djur
huus, Elias Hammer, Thordis
Dahl Hansen, Trygvi K. Joen
sen, Ulla Joensen, Sofus
Debes Johannesen, Eyðgerð
Mørkøre Kruse og Magnus
Pauli Dahl-Olsen.
Vil hava kommununa at vaksa
Heðin Zachariasen, sum nú aftur er valdur til borgarstjóra
í Sunda kommunu, vil at gera alt, hann er mentur, fyri at
fáa tær ungu familjurnar at trívast í kommununi
Kvinnurnar
mugu vilja sjálvar
- Tað ber ikki til at noyða kvinnur at stilla
upp. Tær mugu vilja tað sjálvar, sigur Sigga
Óladóttir Joensen, forkvinna í Demokratia
Javnaðarflokkurin í Tórs
havnar Býráð er enn ikki
liðugur at umhugsa støðu
na eftir kommunuvalið
týsdagin.
Heðin Mortensen, sum
er afturvaldur til borgar
stjóra, sigur, at teir sjey
býráðslimirnir hjá flokki
num hava tosað nógv sam
an um, hvussu tey skulu
skipa seg.
Samstundis
sita
tey
saman og gera eitt upplegg
um, hvørji mál skulu fremj
ast hesi næstu árini og
hvussu raðfestast skal.
Tá ið flokkurin er liðug
ur við uppleggið fara tey at
tosa við aðrar flokkar um
samstarv.
- Tað má vera aðalmálið
at samstarva við aðrar
flokkar, men vit mugu
hava eitt útgangsstøðið at
fara til hinar flokkarnar
við.
Sostatt
vil
Heðin
Mortensen
ikki
vátta
frammanundan, at sam
gongan við Tjóðveldi fer at
halda fram.
- Allar hurðar standa
opnar, sigur Heðin Morten
sen.
Javnaðarflokkurin fekk
sjey býráðslimir á valinum
í Havn og kann sostatt
skipa meirilutan einsa
mallur, tí tað eru 13 býráðs
limir tilsamans.
Men borgarstjórin sigur,
at tey í Javnaðarflokkinum
ætla at royna samstarv við
aðrar flokkar.
- Vilja flokkar vera við,
fáa teir sjálvandi eisini høvi
at seta síni fingramerki
á uppleggið, sigur Heðin
Mortensen.
Hann dugir einki at siga
um, nær tey vera liðug,
men tey hava góðar stund
ir, so tey halda fram at tosa
saman hesar næstu dagar
nar.
Men tey arbeiða eftir
at vera liðug í Javnaðar
flokkinum hesa vikuna
og so fara tey at seta seg í
samband við aðrar flokkar
í næstu viku.
Í Tjóðveldi vilja tey
fegin, at samgongan ímill
um Tjóðveldi og Javnað
arflokkin heldur fram við
10 býráðslimum av teim
um 13. Og fyri at fáa alt at
ganga upp, skjýtur Tjóð
veldi upp at skipa tríggjar
nevndir afturat í býráð
num, so at tær vera 10 til
samans og soleiðis kann
hvør býráðslimur fáa ein
formansess.
Heðin Mortensen sigur,
at tey hava ikki viðgjørt
tann spurningin.
- Men tað tykist eitt
sindur
stórfingið,
sum
hann málber seg.
Heðin og tey
hugsa enn
Samráðast
Í Javnaðarflokkinum í Havn eru tey ikki liðug at gera støðuna upp, men Heðin
Mortensen vil samstarva við aðrar flokkar og allar hurðar eru opnar, sigur hann