Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-21, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. november 2012síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 21. november 2012 · Nr. 136 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kommunuval Listi A Nr. B Nr. C Nr. D Nr. E Nr. H Nr. Framsókn Nr. Atkvøður 527 1 133 7 197 4 137 6 240 3 0 0 Atkv./2 264 2 67 99 11 69 120 9 0 0 Atkv./3 176 5 44 66 46 80 0 0 Atkv./4 132 8 33 49 34 60 0 0 Atkv./5 105 10 27 39 27 48 0 0 Atkv./6 88 22 33 23 40 0 0 Atkv./7 28 Gunvá við Keldu 302 Maria Olsen 60 Signhild V. Johannesen 182 Beinta Klakkstein 93 Óluvá Klettskarð 211 Elisabeth Mercedis 138 Hansa Nybo 15 Ella Norðberg Heinesen 29 Herfríð Sørensen 87 Einki valevni ? Einki valevni ? Útrokning av býráðslimum pr. flokk - bert atkvøður hjá kvinnuligum valevnum í Klaksvík Eirikur Lindenskov Um vit taka valúrslitið í Klaks­víkar kommunu og reinsa allar atkvøðurnar hjá monnunum burtur, so býtið ikki verið so nógv øðrvísi í mand­at­býtið, enn tað var. Fólka­flokkurin varð­veitti síni fimm um­ boð, meðan Sjálv­stýri og Tjóðveldi mistu hvør sítt til Javnaðarflokk og Sam­ bands­flokk. Fólkaflokkurin hevið fing­ið 527 atkøvður og fimm kvinn­ur valdar. Trupulleikin hevði verið tann, at bara tríggj­ar stóru á listanum. Tjóðveldi hevði 240 kvinnu­at­kvøð­ur, sum hevði ver­ið nóg mikið til tvær kvinn­ur í býráðið. Javnaðarflokkurin hev­ur 197 kvinnu­at­kvøð­ ur, og tað hevði givið tvær kvinnur í bý­ráð­ið. Sjálvstýrisflokkurin hevði 137 kvinnuatkvøður, tað hevði givið eitt umboð í bý­ráð­ið. Sambandsflokkurin hevði fing­ið 133 atkvøður og eisini eitt umboð í bý­ ráð­ið. Kvinnubýráðið í Klaksvík hevði sæð soleiðis út: Fólkaflokkurin: Gunvá við Keldu Elisabeth Mercedis Herfríð Sørensen Einki valevni Einki valevni Tjóðveldi: Óluvá Klettskarð Ella Norðberg Heinesen Javnaðarflokkurin: Signhild V. Johannesen Hansa Nybo Sjálvstýrisflokkurin: Beinta Klakstein Sambandsflokkurin: Maria Olsen Í Klaksvík velja kvinnur Fólka­flokk KVINNUR Um bara atkvøðurnar hjá kvinnuligu valevnunum taldu við á valinum í Klaksvík, so vann Fólkaflokkurin eins stórt og hann gjørdi á valinum Áki Bertholdsen - Tá ið hugsað verður um umstøðurnar, eri eg errin av, at vit fingu so gott úrslit á býráðs­valinum í Havn, tá ið hugs­að. Tað sigur Poul Michelsen, for­maður í Framsókn. - Hetta vísir, at Framsókn kann saktans standa seg í poli­ti­kki uttan at hava Poul Michel­sen uppi í, leggur hann afturat. Hevði Framsókn fing­ið nakrar heilt fáar at­kvøð­ ur afturat, sum kunnu teljast á fingrunum, hevði hann nápað tann sjeyn­da býráðslimin frá Javn­að­ar­ flokkinum. - Tað var bara harmiligt, at tað ikki eydnaðist, men hetta valið er prógv um, at flokkurin hevur eina framtíð, sigur floksformaðurin. Sjálvur stillaði Poul Michelsen ikki upp. - Eg havi verið í býráðs­ politikki í 12 ár og tað hevði eg stillað upp aftur nú, hevði tað næstan verið eitt for­ nermilsi ímóti skipanini, sigur hann. - Og nakað annað er so tað, at kann Framsókn ikki klára seg uttan at hava Poul Michelsen í fremstu røð, hevur flokkurin onga fram­ tíð kortini, sigur hann og sip­ ar til, at hann er komin upp í árini nú. Hinvegin ivast hann ikki í, at hevði Framsókn ikki far­ið í tvíningar, tá ið Janus Rein, sum mannar flokkin í Løgtinginum saman við Poul Michelsen, noktaði at stilla upp til býráðið og fór úr Framsókn, hevði tað eydn­ast at fingið eitt umboð í býráðið. - Ístaðin fyri stillaðu vit upp við einum lista, har nógv val­evni eru rættiliga ung til tað og lutfalsliga ókend og púra óroynd í Politikki. - Og í roynd og veru eri eg stolt­ur av, at tey kláraðu tað so væl. - Vit fóru til val, sum ein flokk­ur við einum boðskapi og hóast vit ikki fingið um­ boð í býráðið, eydnaðast tað hjá okkum, tí valevnini prógv­aðu, at Framsókn av­ gjørt hevur tilverurætt. Meiningsleyst Annars var frammi undan vali­num, at ætlanin var at fáa teir smáu flokkarnar, Fram­sókn, Sjálvstýrisflokkin, og kanska Miðflokkin við, at stilla upp saman. Men tað vildu tey í Fram­ sókn ikki. - Tað er púra mein­ings­ leyst, tí Framsókn er ein flokk­ur við sínum egna poli­ tikki og tískil vildi tað verið burt­urvið at kasta saman við øðrum flokkum, og kanska fing­ið ein býráðslim valdan, sum vit als onki vita um og sum kanska ikki dregur somu politisku línu, sum vit. - Tað kann tað ikki verða talan um, leggur hann aftur­ at. - Kundu vit ikki klára at fáa býráðslim valdan í okkara egna navni, er tað tekin um, at Framsókn eigur ikki pláss í býráð­num hesuferð og longri er tann søgan ikki, sigur Poul Michel­sen. - Er flokkurin ikki nóg sterk­ur til at hann kann standa einsamallur, hevur hann onki at gera í politikki. Her kann viðmerkjast, at sum úrslitið av valinum var, hevði tað verið Kristianna Winther Poulsen, sum hevði verð­ið vald, um so var, at teir smáu flokkarnir stillaðu upp saman og um veljarin fram­ vegis hevði valt, sum hann gjørdi. Gallupp oyðilegði Poul Michelsen heldur eisini, at Gallupp kanningarnar, sum Sosialurin gjørdi upp und­ir býráðsvalið, vóru avgj­ ørt ikki til fyrimunar fyri Fram­sókn. Ein veljarakanning gav fram­sókn eitt umboð sum skuldi í lutakast við E og C og ein veljarakanning gav Fram­sókn akkurát ikki eitt um­boð­, og tað varð eisini enda­liga úrslitið. - Kanningarnar vístu, at vit fingu onki umboð í bý­ ráð­ið og eg ivist ikki í, at tað hev­ur fingið veljarar at aftra seg við at velja okkum fyri at at­kvøð­an ikki skuldi fara fyri skeytið. - Eg haldi, at tað kom rætti­liga væl til sjóndar, sigur Poul Michelsen. Eg eri errin av teimum yngru KOMMUNUVAL Eg eri errin av, at úrslitið var so gott, hóast mótbrekkan var brøtt, sigur Poul Michelsen, formaður í Framsókn