mikudagur 21. november 2012síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 21. november 2012 · Nr. 136
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Tað hevur gjørt mun, at
Biotech, sum er livravirkið
á Eiði, setti prísin fyri livur
upp í seks krónur fyri kilo.
Hetta hevur gjørt, at fleiri
ísfiskatrolarar
eru
farnir
at taka livur, og soleiðis fáa
manningarnar, sum sigla við
hesum skipum, eitt fittligt
ískoyti til hýruna.
Erlendur
Johannesen,
stjóri á Biotech á Eiði, sigur, at
tað eru ávísir ísfiskatrolarar,
sum taka livur, og hann
heldur, at virkið á Eiði nú í
heyst hevur keypt livur frá
umleið 16 ísfiskatrolarum –
ella átta pørum.
Livur og innvøli
– Uttan at gera nøkrum
órætt, kann eg nevna, at
ísfiskatrolararnir,
Stekur
og Bakur, Heykur og Falkur,
Jaspis og Ametyst - og ikki
minst ísfiskatrolarar heima
hoyrandi í Hvalba eru óførir
at koma við livur.
Stjórin sigur, at virkið á
Eiði rindar seks krónur fyri
kilo, og tá fevnir hetta um
livur úr øllum fiski av toska
ætt, sum hann tekur til.
– Vit rinda soleiðis seks
krónur fyri kilo av eitt nú
toska-, upsa-, hýsu-, longu-og
brosmulivur, sigur Erlendur
Johannesen.
Hann leggur aftrat, at
Biotech keypir eisini innvøla
úr fiski, men tá er prísurin
lægri, tí innvølur heldur sær
ikki eins væl og rein livur.
Kærkomið íkast
Hóast patrolarar hava kryvji
maskinu í dag, er vanligt,
at tann stóri upsin verður
kruvdur við hond. Livur
á fiski, sum fer gjøgnum
kryvjimaskinu, fer í pettir,
og tí kann henda ikki takast
burtur úr og seljast sum rein
livur.
Sum Sosialurin hevur skilt,
er áhugin hjá fiskimonnum
við nøkrum ísfiskatrolarum
at taka livur og soleiðis fáa
eitt íkast til hýruna so stórir,
at heil hál verða kruvd við
hond – og ikki bara tann
størsti fiskurin.
Vit hava eisini skilt, at
fiskimenn við tøku av livur
hava megnað at økt um hýr
una á túrum við millum 1500
og 2000 krónum, sum svarar
til stívliga 10% av hýruni ein
vanligan ísfiskatúr.
Umborð
á
línuskipum
er menn ikki eins ágrýtnir
at taka livur sum umborð
á ísfiskatrolarum, og tað er
meiri undantakið, at línu
menn yvirhøvur taka livur
heim við at selja.
Hetta skuldi kortini ikki
verið ein ómøgulig upp
gáva, tá ein og ein fiskur
kemur inn um lúnningina
í senn.
So, kanska fara eisini
línuskipini at taka livur
sum frá líður, tá hetta gevur
manningini eitt fitt hýru
ískoyti.
vilmund@sosialurin.fo
Við tøku av livur hava fiskimenn megnað at økt um hýruna á túrum við millum 1500 og 2000
krónum, sum svarar til stívliga 10% av hýruni ein vanligan ísfiskatúr
Partrolarar hava havt nøk
ur vánalig ár. Serliga illa
royndist árið 2007 við niður
skrivingum upp á veiðiloyvi
og skip á 73,5 miljónir krón
ur. Árið 2009 royndist betri
enn 2008. Hetta kemst eitt
nú av, at veiðinøgdin øktist
í 2009.
Grannskoðarafyritøkan
Nota vísir á, at árið 2010
eisini royndist illa hjá par
trolaraflotanum.
– Í 2011 er tó staðfest ein
stór framgongd í tí, sum
rópt verður ebidta. Tó er
hetta ikki nóg mikið til at
venda gongdini - frá at geva
hall til at geva avlop.
Nota sigur, at støðug
hall hjá partrolaraflotanum
í mong ár hevur tart upp á
fíggjarstøðuna, sum soleiðis
er versnað seinnu árini - og
ikki er nøktandi við árslok
2011.
–
Veiðinøgdin
fyrstu
tíggju mánaðirnar í ár er
á sama støði sum í 2011, og
sama ger seg galdandi fyri
miðalprísin.
Lagt verður aftrat, at
miðalprísurin
tó
øktist
fyrstu átta mánaðirnar í 2011
í mun til sama tíðarskeið í
2010.
– Nøkur pør hava fiskað
makrel í 2011 og í 2012 og
hevur hesin fiskiskapur
givið eitt avmarkað eyka
íkast til raksturin. Oljuprís
urin er aftur hækkaður í
2012.
Nota sigur, at saman
umtikið verður ikki roknað
við nakrari framgongd fyri
partrolaraflota í ár, men
við einum úrsliti, sum er á
nøkulunda sama støði sum
í 2011.
vilmund@sosialurin.fo
Gongdin hjá partrolarum broytist lítið
Eingin framgongd er hjá partrolaraflotanum í ár.
Úrslitið verður helst á nøkulunda sama støði sum í 2011
Mynd: Vilmund Jacobsen
Tøka av livur eitt kær
komið íkast til hýru
Virkið Biotech á Eiði hevur higartil í ár keypt sløk 300 tons av livur, sum virkið framleiðir til livralýsi. Livravertíðin
er frá oktober til apríl, og virkið rindar 6 krónur fyri kilo. Tøka av livur gevur eitt gott íkast til manningarhýruna