mikudagur 21. november 2012síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 21. november 2012 · Nr. 136
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Grannskoðarafyritøkan
Nota hevur nú gjørt sína
árligu
roknskapargreining
yvir gongdina hjá fiskiskipa
flotanum fyri 2011. Hetta
er eitt arbeiði, sum felagið
hevur gjørt heilt aftur til
1996, tá byrjað varð at greina
gongdina í fiskiskipavinn
uni.
Neyva
hagtalsgrundar
lagið, sum felagið eigur yvir
gongdina í fiskiskipaflot
anum hesi árini, er tí vorðið
rættiliga stórt og virðis
mikið.
Greiningin byggir í fyrsta
lagi á roknskapartøl hjá
ymisku
feløgunum,
sum
eiga og reka skipini - og á tøl,
sum felagið hevur fingið frá
Føroya Fiskimannafelag.
Ymiskt gongd
Afturvendandi í fleiri ár hevur
verið,
at
botnfiskaflotin
undir Føroyum – lemmatrol
arar, partrolarar, línuskip
og garnaskip – liggja held
ur tungt í sjónum fíggjar
liga, meðan gongdin hjá
uppsjóvarflotanum og verk
smiðjuflotanum er á líkinda
leið.
Um uppsjóvarflotan sigur
greiningin, at hesi skip hava
klárað seg rímiliga væl í nøk
ur ár, og árið í fjør var eitt
gott ár.
– Sæð undir einum er
uppsjóvarflotin kortini ikki
nóg væl konsolideraður, eins
og gjaldførið kundi verið
væl betri. Tó eru tað skip í
bólkinum, sum eru væl fyri.
Lakari veiðivirði
Nota sigur, at gongdin hjá
uppsjóvarflotanum higartil í
2012 hevur víst, at veiðivirðið
er heldur lakari, samstundis
sum oljuútreiðslurnar eru
øktar.
– Tí kann roknast við, at
úrslitið í 2012 hjá uppsjóvar
flotanum verður heldur lak
ari enn í 2011, sigur Nota í sín
ari roknskapargreining.
Nota roknar við, at árið í ár verður heldur lakari hjá uppsjóvarflotanum enn 2011 var
Mynd: Vilmund Jacobsen
Úrslitið
hjá
línuskipum
væntast at vera óbroytt í
2012 í mun til í 2011.
– Línuskipini hava havt
nøkur vánalig ár. Vegna
minking í veiðinøgd og
miðalprísi seinastu árini
hevur
stór
afturgongd
verið, tó at 2010 og 2011
royndust heldur frægari.
Tað sigur grannskoðara
fyritøkan Nota í síni greining
av fiskiskipaflotanum. Fel
agið hevur annars neyv
hagtøl yvir gongdina øll ár
ini aftur til 1996.
– Framgongdin hjá línu
skipum hevur tó ikki verið
nóg stór til, at bólkurin
samanlagt hevur avlop.
Lagt verður aftrat, at
talið av línuskipum er
minkað úr 24 niður í 17 skip
árini 2007 til 2011.
– Støðug hall í mong ár
hevur tært upp á fíggjar
støðuna, og gongdin hjá
línuskipum er ikki nøkt
andi.
Nota vísir til tøl hjá Før
oya Fiskimannafelag fyri
árið í ár, og her verður sagt,
at fyrstu 10 mánaðirnar í
2012 er veiðivirðið á nøku
lunda sama støði sum sama
tíðarskeið í fjør.
– Tí kann úrslitið hjá
línuskipum
væntast
at
vera óbroytt í 2012 í mun
til í 2011, sigur Nota í sínari
roknskapargreining.
vilmund@sosialurin.fo
Hóast framgongd, hevur bólkurin við
línuskipum framvegis hall
Línuskip óbroytt úrslit
Vilmund Jacobsen
Hóast nøkur minni góð ár í
2008 og 2009, hava 2010 og
2011 víst rímiliga góð úrslit
hjá
verksmiðjutrolarum.
Skipini hava gott gjaldføri
í 2011, og soliditeturin er
góður, tó at bæði gjaldføri
og soliditetur eru fallin í
2011.
Tað sigur grannskoðara
fyritøkan Nota.
Felagið hevur ikki neyv
hagtøl fyri veiðinøgd og
miðalprís
fyrstu
tíggju
mánaðirnar í 2012, men
ábendingar eru um, at
samlaða veiðinøgdin fyri
2012 verður umleið á sama
støði sum í 2011.
Nota vísir á, at eingin
fiskiveiðisáttmáli var við
Noreg í 2011, og Føroyar
hava heldur ongan sátt
mála við Noreg í ár.
– Miðalprísurin liggur
á umleið sama støði higar
til í ár sum sama tíðar
skeið í fjør. Hinvegin eru
oljuútreiðslurnar øktar.
Samanumtikið væntar
Nota, at ársúrslitið hjá
verksmiðjuskipum fyri 2012
fer at liggja á umleið sama
støði sum í 2011.
Verksmiðju
skip rímiliga
góð úrslit
Ársúrslitið hjá verksmiðjuskipum fyri 2012 fer
at liggja á umleið sama støði sum í 2011
Føroyski rækjuflotin, sum
nú bara telur tvey skip,
hevur havt nógv trupul ár
á rað.
– Tó er gongdin batnað
árini 2010 og 2011. Hóast
batar er fíggjarstøðan hjá
rækjuskipum ikki góð við
árslok 2011.
Tað er niðurstøðan hjá
grannskoðarafyritøkuni
Nota, sum eisini hevur
greinað
gongdina
hjá
rækjuskipum.
Nota sigur, at tað hevur
ikki eydnast at fáa neyv
hagtøl fyri miðalprísir og
veiðinøgd fyri fyrstu tíggju
mánaðirnar í 2012.
Tí sigur greiningin einki
um, hvussu gongdin hjá
rækjuskipum hevur verið
higartil í ár.
vilmund@sosialurin.fo
Gongdin hjá
rækjuskipum
batnað
Uppsjóvarflotin
klárar seg rímiliga væl
– Sæð undir einum er uppsjóvarflotin ikki nóg væl konsolideraður, og
gjaldførið kundi verið væl betri. Tó eru tað skip í bólkinum, sum eru væl fyri