mikudagur 21. november 2012síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 21. november 2012 · Nr. 136
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Gera skúla
ting um
næturnar
Sangleikur Ein fantastisk uppliving sum
fer við nógvari tíð. Tað halda Silja Samuelsen
og Mike, sum í hesum døgum kunnu síggjast í
høvuðsleiklutunum í sangleikinum Audition
Rannvá G. Fossaberg
Fríggjakvøldið
var
frum
framførsla av føroyska sang
leikinum Audition. Í hálvan
triðja tíma undirhildu 19 ára
gamla Silja Samuelsen og 24
ára gamli Mike ein fullsettan
sal í Norðurlandahúsinum
saman við eini 50 øðrum
leikarum.
– Vit gleddu okkum og
vóru rættiliga spent, beint
áðrenn framførslan skuldi
byrja. Kvøldið fyri høvdu vit
havt eina royndarframførslu,
og tá vóru nervarnir øgiligir,
men tíbetur gjørdu teir
ikki
stórvegis
um
seg
fríggjakvøldið, sigur Silja
Samuelsen.
Í
sangleikinum
spælir
hon leiklutin sum Bjarta á
Lofti, ein altjóða viðurkend
sangarinda, ið er favorittur
at vinna stóru europeisku
talentkappingina Audition.
Bjarta á Lofti er hart kroyst,
bæði av lívinum sum kend
stjørna og av gubba og man
ager sínum, Álvi á Lofti,
spælt av Mike.
– Seinastu tíðina hevur
alt snúð seg um sangleikin,
og vit hava ikki havt stundir
til stórvegis annað. Men tað
er tað vert, sigur Mike.
Vandu 14 tímar
hvønn dag
Audition-toymið fór undir
fyrstu venjingarnar sein
ast í august mánaði, eftir at
leikararnir sluppu gjøgn
um nálareygað til upptøku
royndirnar.
– Fyrstu tíðina vandu
vit hvønn gerandisdag eft
ir skúlatíð og til klokkan
sjey um kvøldið. Harafturat
fór annarhvør leygardagur
til
venjing,
greiðir
Silja
Samuelsen frá. Hon gongur
á triðja ári í Stundentarskúl
anum í Hoydølum. So hvørt
frumframsýningin nærkað
ist, bleiv meira og meira tíð
sett av til venjing. Tá komið
var til heystfrítíðina, vandu
tey hvønn dag.
– Meðan øll onnur høvdu
heystfrítíð og tóku sær av
løttum, brúktu vit hvønn dag
í feriuni upp á venjing. Frá
klokkan níggju um morgunin
til klokkan ellivu um kvøldið.
Og soleiðis hevur tað eisini
verið meir ella minni fram til
frumframsýningina,
sigur
Mike. Sjálvur gongur hann
ikki í skúla, so fyrireiking
arnar til sangleikin og allar
sýningarnar, sum er nú,
órógva onga skúlagongd. So
er ikki hjá Silju Samuelsen.
– Eg havi mist nógvar
undirvísingartímar seinastu
tíðina. Hóast tað er loyvd
frávera, so veit eg, at eg má
gera ein eyka innsats, tá sang
leikurin er liðugur, sigur Silja
Samuelsen og legur afturat:
– Eg skal tó eins og allir
hinir næmingarnir lata allar
tær kravdu uppgávurnar inn,
so seinastu tíðina havi eg eg
sitið til langt út á næturnar
og gjørt skúlating.
Stórtrívast á palli
Hóast
langar
dagar
og
strævnar vikur, eru tey bæði
Silja Samuelsen og Mike als
ikki í iva um, at tað er stríðið
vert. Tað merkja tey serliga,
tá tey standa á pallinum í
Norðurlandahúsinum,
har
tey ikki bara spæla sjónleik
men eisini syngja og dansa.
Tá kenna tey einki til møðina,
sum tey serliga hava merkt
seinastu dagarnir, áðrenn
fyrsta sýningin fór av bakka
stokki.
– Tað er akkurát, sum at
eg fari í ekstasu, tá eg eri á
pallinum. Tá koyrir mann
totalt upp á ein adrenalin
rús, sigur Mike, og Silja
Samuelsen tekur undir við
hesum.
audition
Seinastu tíðina hevur alt snúð
seg um sangleikin, og vit hava ikki
havt stundir til stórvegis annað.
Men tað er tað vert
– Eg skal so at siga goyma allan
Mike vekk, tá eg spæli, og tað hevur
verið ógvuliga avbjóðandi, sigur
Mike um leiklutin sum Álvur á Lofti