Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-21, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. november 2012síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 21. november 2012 · Nr. 136 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 audition – Tú fært eina ótrúliga orku, tá tú stendur á senuni. Eg haldi, at tú fært hesa ork­ una av at síggja hvussu hin­ ir leikararnir eisini geva seg, og sjálvandi eisini tí tú sært allar áskoðararnir, sum eru komnir fyri at fáa eina upp­ living, sigur Silja Samuelsen. Men at standa á palli og framføra á henda hátt er ikki ókent fyri tey bæði ungu havnarfólkini. Fyri tveimum árum síðani vóru tey við í sangleikinum Jesus Christ Superstar, og haðani hava tey royndir, sum tey halda er ein stórur fyrimunur, nú tey aftur fáast við sangleik. – Av tí at vit hava roynt hetta fyrr, vita vit hvussu rútm­an so at siga er. Av tí sama vistu vit eisini beinan­ vegin, hvussu nógva tíð hetta fór at krevja av okkum, sigur Mike. – Nøkur, sum eru við fyri fyrstu ferð, eru blivin rætt­iliga sjokkerað, av at venjingarnar og sjálvar sýn­ ingarnar fara við so nógvari tíð. Tað er komið óvart á onkr­an, sum síðani valdi at hoppa frá, meðan tað enn var tíð til tað, sigur Silja Samuelsen. Høvuðsuppgávan bíðar Áhugin fyri Audition hevur verið framúr stórur, og longu áðrenn frumframførslan hevði verið, var útselt til fleiri sýn­ingar. At nógv fólk longu nú hava sæð leikin, merkja tey bæði Silja Samuelsen og Mike, tí nógv verður tosað um leikin í hesum døgum. – Afturmeldingarnar hava verið rættiliga blandaðar. Summi eru ógvuliga fegin um tað, tey hava sæð, men onnur eru meira atfinningarsom. Men tað er eisini í lagi, tí talan er um konstruktivan kritikk og góð ráð, um hvussu vit kunnu gera tað bet­ur, greiðir Mike frá. Hann for­telur tó, at leikluturin sum Álvur á Lofti hevur verið ein stór avbjóðing. – Eg skal so at siga goyma allan Mike vekk, tá eg spæli leiklutin. Mál, sangur og krops­mál er alt annarleiðis enn hjá mær sjálvum, og tað hev­ur verið ógvuliga avbjóð­ andi, sigur Mike. At vera við í eini verkætlan sum sangleikinum Audition hevur givið teimum báðum leikarunum blóð upp á tonn­ ina til at halda fram við leik­ list og sangi. – Eg ivist ikki í, at henda luttøkan í Audition er við til at lata nakrar hurðar upp í fram­tíðini, um so er, at eg havi hug til at fáast við sjón­ leik ella kanska onkran ann­ an sangleik, tí við hesum vita fólk, hvør eg eri. Eg havi tó ongar ítøkiligar ætlanir enn, sigur Silja Samuelsen. Luttøkan í Audition hevur eisini verið við til at sannføra Mike enn meira, um at hetta slagið av undirhaldi er nakað, honum dámar væl. – At spæla við í einum sang­leiki er fantastiskt, og hóast mær dámar væl sjón­ leik, so má eg viðganga, at tað hóast alt er sangurin, sum til­ talar meg mest, sigur Mike. Bæði eru tey glað fyri, at tey fingu møguleika at vera við í Audition og ivast ikki í, at tað verður rættiliga tómt ta fyrstu tíðina, tá tey eru lið­ ug við allar sýningarnar. – Eg skal skriva høvuðs­ uppgávuna beint tá eg eri liðug við hetta. Nú eri eg bliv­ in von við at vera saman við eini 80 fólkum hvønn dag, so eg gleði meg ikki so nógv til at skula sita einsamøll inni í kamarinum við eini teldu, sigur Silja Samuelsen. rannva@sosialurin.fo 19 ára gamla Silja Samuelsen í leiklutinum sum superstjørnan Bjarta á Lofti Myndir: Heinesen Myndir