mikudagur 21. november 2012síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 21. november 2012 · Nr. 136
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Gjógvin millum rík og fátæk
Vit uppliva í hesi tíð í okkara lítla
landi broytingar, í samfelagnum
sum heild og millum borgara og
borgara, ið sum frá líður kunnu
fara at vísa seg at vera stórar, og
um illa vil til, enntá víðgongdar. Tað
víðgongda rákið er annars nakað,
vit vanliga seta í samband við
vinstravongin. Ein kann í hesum
sambandi eitt nú nevna ta fronsku
kollveltingina í 1789 og ta russisku
í 1917.
Tað rák, eg her sipi til, er av lut
vís øðrum slag. Tað rekur ósætt, at
kalla í loyndum, uttan harðskap,
yvirlýsingar ella rakstrarróp. Tann
einstaki borgarin veit nóg illa, hvat
fer fram, hómar nóg illa nakað
mynstur og kennir valla tær maktir,
sum flyta talvfólkið. Og tó eru tað
hansara lív og lagna, sum verða
ávirkað, kanska á radikalan hátt,
av tí loynda talvinum.
Men høvuðsevnið í hesi kronikk
er tað hugtak, sum ein kann rópa
tað góða lívið. Er nakað til, sum vit
kunnu rópa tað góða lívið? Um so
er, hvat týdning hevði hetta hug
tak hjá okkara forfedrum, ella í
miðøld ella í klassiskari tíð? Hvussu
verður hetta góða lívið virt í dag?
Og hvussu verður tað, um tað
yvirhøvur er til, ávirkað av 21. aldar
rákum og stevnum?
Og, kanska ikki minst, hvat er
tað góða lívið? Kunnu vit seta fram
nøkur eyðkennir, sum skilmarka
hetta hugtak og tess grundvirðir?
Fyri at varpa ljós á evnið, fari
eg stundum at vísa til, hvat heim
spekingar og búskaparfrøðingar
hava sagt, og hvat vit kunnu lesa
um hetta evni í Nýggja Testamenti.
Og lat tað vera sagt beinan vegin,
at hesar hugleiðingar í stóran mun
spretta úr lesnaði, bókini HOW
MUCH IS ENOUGH – the Love of
Money, and the Case for the Good
Life, sum kom út fyrr í ár.
Rithøvundarnir
eru
Robert
Skidelsky, sum er búskaparfrøðingur
og Edward Skidelsky, sonur hansara,
sum er heimspekingur. Tann fyrri
er professari við lærda háskúlan í
Warwick. Tann seinni undirvísir í
heimspeki við háskúlan í Exeter.
Lutfallið er 1 til 263
Tá ið í innganginum eitt víðgongt
rák varð umrøtt, var ikki bara hugs
að um okkara smáu oyggjar. Veru
leikin er ofta tann, at vit hava ein
smáheim, eitt mikrokosmos, sum
virkar í samspæli við ein stórheim,
eitt makrokosmos. Er okkara land
ein smáheimur, eru ríkini fyri sunn
an og vestan, t.e. Europa og USA,
stórheimurin.
Um vit nú hyggja at sjálvum
meginríkinum vestanfyri, USA, so
varnast vit eisini í hesum landi, um
vit líta at søguni, eitt rák av víð
gongdum slag. Sum dømi kann eg
nevna, at í 1970 var í USA gjógvin
millum ein arbeiðara við miðalinn
tøku og ein forstjóra, hvat inntøku
viðvíkir, í miðal minni enn lutfallið
1 til 30. Men í dag er í sama landi
tann sama gjógvin sum lutfallið 1
til 263.
Hetta merkir, at í dag er støðan
tann, at tá ið ein vanligur arbeiðari
forvinnur 1000 dollarar, forvinnur
tann múgvandi borgarin í sama
tíðarskeiði 267.000 dollarar. Men
av tí at hetta eru miðaltøl, verður
støðan í roynd og veru stundum
tann, at meðan tann fátæki borgarin
forvinnur 1000 dollarar, forvinnur
tann ríki borgarin í sama tíðarskeiði
kanska 2 ella 3 milliónir.
Nøgd og dygd
Eitt rák sum tað, eg her havi sipað
til, er ikki eitt umskifti ella ein
vend, men heldur ein kollvelting.
Ein av mongum áhugaverdum
spurningum er nú hesin: Hvussu
ávirkar henda radikala broyting til
veruna hjá tí ríka? Um nakað finst,
sum kann rópast tað góða lívið,
ognast tann ríki, bankastjórin ella
fíggjarbarónurin ella eigarin í eini
meginfyritøku, hesa perlu?
Eg fari at velja eitt subjektivt
svar og vísa til sjónvarpssendingar,
har ljós verður varpað á tilveruna
hjá m.a. teimum fíggjarbarónum,
sum frá 2008 kastaðu USA og Eu-
ropa út í svára og drúgva kreppu.
Tað er ikki óvanligt, fáa vit at vita,
at ein slíkur harri umframt annað
marglæti eigur kanska 10 hús, 15
bilar og 2-3 privatflogfør.
Hansara lukka tykist okkum
kanska fullkomin, men er í hansara
egnu eygum ikki fullkomin, men
relativ. Tí vinmaður hansara eigur
kanska 15 marglætishús, 20 bilar,
6 privatflogfør og 6 glæsilig stutt
leikaskip. Hann er ikki nøgdur og
hansara misnøgd verður ikki minni,
tá ið hann sær vinmansins spildur
nýggja golfvøll, ella at kranarnir í
hansara húsum eru av gulli, ella tá
ið hann varnast eina av vinmansins
nýggju frillum, sum ber av øllum
øðrum kvinnum í glamour og
smartness.
Latum okkum fyribils sleppa
hesum leiðiliga evni. Men lat tað
fyrst vera sagt, at tað neyvan er
kvalitetur, sum eyðkennir hesa
tilveru, men heldur kvantitetur,
nøgd og ikki dygd. Um sjálvt lívs
innihaldið hjá summum av hesum
harrum – tó sjálvsagt ikki øllum
– fáa vit at vita, at frammaliga í tí
eru rúsevnir, serstakliga kokain,
og kostnaðarmiklar og marglætis
kendar skøkjuvitjanir.
Ein sær stundum hesi fólk daga
á skíggjanum, men varnast fá tekin
til nakað, sum minnir um andaliga
kjølfestu, fagurfrøðiligan fínleika
ella
bara
vanligt
gløggskygni.
Summir tykjast enntá ikki hava
stórvegis av innliti í sítt egna fak,
um tað eitt nú er bankaleiðsla ella
fíggjarfrøði. Hóast hesir menn
at síggja til eru klótunnar harrar,
minnir ongin teirra um ein Kant ella
ein Mandela, tíansheldur Seneca,
Sokrates ella Kristus.
Yvirflóð og lukka
Tað kann vera ómakin vert nú at
víðka okkara sjónarvinkul, so at
vit síggja, ikki bara eina smala yvir
stætt, men alt samfelagið. Um vit
Tað góða lívið
Kronikk – fyri partur
Vøkstur og ræðandi ójavni eru tíðarinnar tekin. Men hvat var málið? Hava vit
gloymt ein lærdóm, sum var ein sjálvfylgja í forn- og miðøld?
John Maynard Keynes. Ein ov
bjartskygdur spádómur
Eins og Faust gjørdi menniskjan
ein sáttmála við Illamann