Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-21, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. november 2012síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 21. november 2012 · Nr. 136 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 nú fara eini áttati ár aftur í tíðina og steðga, eitt nú við árið 1930, so kunnu vit kanska siga, at vælferðin í vesturheiminum síðani tá er tvey- ella trífaldað. Okkara forbrúk er nógv vaksið, okkara bústaðir somuleiðis, okk­ara undirstøðukervi og ferðslu­møgu­ leikar mentir á radikalan hátt, okk­ ara hentleikar margfaldaðir. Men hvussu við tí hugtaki, vit kunnu rópa lukku, sum er ein týðandi partur, og kanska hjartað, í tí góða lívinum? So merkiligt tað kann ljóða, kunnu vit eisini her vísa til kann­ ingar. Vísindamenn hava nevni­liga skapt lukkumálarar ella eydnu­ baro­metur og gjørt hagtøl, sum lýsa lukku­standin í londum vestanfyri. Sum dømi kann eg taka eitt yvir­ lit yvir hagtøl fyri brutto­tjóðar­ inntøku og lukku í Bretlandi árini 1973-2009. Talið fyri vælferðina er at kalla tvífaldað, men lukkutalið er óbroytt, ein fløt strika. Hóast ein kann ímynda sær, at summi fólk niðri á samfelagsins botni eru illa fyri, hvat lukku viðvíkir, og summi rík kanska sera lukkulig, tykist sum heild onki beinleiðis samband vera millum ríkidømi og lukku. Hvat er avleiðingin av hesum? Er okkurt, vit hava gloymt? Er okk­ urt, vit einaferð vistu, men ikki vita meira? Tað er týðiligt, at nøkur lond, teirra millum Bretland og USA, hava sett sær fyri at økja ójavnaðin millum rík og fátæk. Men er nøkur meining í hesum stavnhaldi? Gagna armóðin og neyðin tí fátæka? Gagnar tað stundum at kalla mark­ leysa ríkidømið tí ríka? John Maynard Keynes Her fari eg at taka ein mann fram, hvørs navn kanska summi kennast við. Hann æt John Maynard Keynes og var enskur búskaparfrøðingur. Í 1928 helt Keynes ein fyrilestur fyri lesandi á tí lærda háskúlanum í Cambridge. Tvey ár seinni, tá ið heimskreppan av álvara hevði høgt sínar kløur í londini fyri vestan, fullfíggjaði hann sítt handrit. Keynes spáddi í hesi ritgerð, at eina øld seinni fór vesturheimurin at hava fullført kapitalismunnar verk­ætlan, latið alla uppslítandi og ein­táttaða fram­leiðslu upp í hendurnar á maskin­um, minkað arbeiðs­dagin til 4-5 tímar og frísett menn­iskj­una, so hon slapp at halga seg eini tilveru við høpi í og við sonnu­m inni­haldi. Keynes lýsti sína fram­tíðar­sjón við hesum orðum: Eg síggi okkum frígivin til at venda aftur til nakrar av teim­um ivaleysastu og tryggastu megin­ regl­unum í átrúna og siðbundnari dygd – at havisjúka er ein last, at okurskrav er misbrot, at kærleikin til pengar er andstyggiligur, og at tey ganga sannast dygdarinnar, skilsins og vísdómsins veg, sum hugsa minst um morgindagin. Eina ferð enn fara vit at virða stavn­ haldið meira enn miðilin og taka tað góða fram um tað nyttuga. Vit fara at æra tey, sum kunnu læra okkum at henta tíman og dagin í rættlæti og væl, tey deiligu menniskju, sum eru før fyri at njóta tilveruna utt­ an umveg, liljurnar á markini, sum hvørki arbeiða, ei heldur tær spinna. Sum vit síggja á teimum reglum, her eru endurgivnar, man Keynes hava verið ein maður við klassiskum førn­ingi. Í endanum hoyra vit eitt ekkó frá tí rómverska skaldinum Horats, sum í eini odu ráddi eini vinkonu at “heysta dagin” (carpe diem), og frá Kristusi, sum í Matteus­ ar evangelium, í sætta kapitli, tekur soleiðis til: Og hví stúra tit fyri klæðunum? Gevið tykkum far um liljurnar á mark­ini, hvussu tær vaksa; ikki tær arbeiða, ei heldur tær spinna; men eg sigi tykkum, at ikki sjálvur Sálo­ mon í allari dýrd síni var skrýddur eins og ein teirra. Ein faustiskur handil Keynes var ein gløggur maður, ein búskaparfrøðingur, sum hevði djúp­tøknan analýtiskan førleika og setti fram nýggj og slóðbrótandi búskapar­lig ástøði. Men spá­maður var hann ikki. Víst gera maskin­ urnar meira og meira. Men okkara arbeiðsdagur er framvegis at kalla óbroyttur, einir 8-10 tímar, hjá summ­um væl meira. Hóast ein ávís­ur partur av borgarum dugir at liva eitt gott lív, hava vit sum heild gloymt at heysta dagin. Og orðini um liljurnar á markini hefta vit okkum sjáldan við, um vit yvirhøvur skilja tey. So hvat er farið av sporinum? Tað, sum Keynes sipaði til, var, at manna­ættin – sum Faust á sinni – hevði gjørt ein sáttmála við Illa­ mann. Vit valdu fyri 2-300 árum síðani kapitalismuna, við teimum veldugu fyrimunum, hon gav okk­ um, men eisini við tí grammleika, teirri órættvísi og tí kúgan, sum vóru ein óbøtiligur partur av val­ in­um. Men kapitalisman var bara miðil­in, ikki endamálið. Málið var nak­að annað, nevniliga - tá ið vit høvdu ognast kapitalismunnar mongu, eiggiligu fruktir, teirra mill­ um vælferð fyri øll - tá at fáa tam­ar­ hald á hesum okkara mefisto­fel­iska tænara og at fara undir at gróður­ seta tað góða lívið. Málið burturkámað Tað sum tykist vera hent er, at miðil­in, sum skuldi vera eitt stig á eini leið móti nøkrum øðrum, hev­ ur trokað málið burtur, so at nú bara miðilin er eftir. Tann søgu­ køni sær ivaleyst straks, at her er eitt samfall við ríkir eystanfyri, við teirra kommunistisku kós. Líka­sum tað kommunistiska harð­ ræðið skuldi vera ein miðil til at koma inn í tað stættaleysa ríkið, skuldi kapitalismunnar grammleiki føra menniskjað fram at tí góða lívinum. Líkleikin er kanska størri, enn vit halda, tí eins og Keynes í 1930 talaði eitt nú Nikita Khrusjtsjov, aðalskrivari í Sovjetsamveldinum, í mínum ungu døgum, fyrst í seksti­ árunum, um at arbeiðarar í Sovjet­ samveldinum um hálva øld seinni fóru at hava ein fýra tíma arbeiðs­ dag. Vit kunnu sostatt staðfesta, at í tí faustiska handli, sum fyri um tveimum-trimum øldum síðani varð gjørdur við Illamann, hava menniskjuni verið við undirlutan. Men sjálvt vandamálið er nógv eldri og er viðgjørt í eini ørgrynni av tekstum. Í søguni “Skipbrotið” eftir Heðin Brú liggja menninir, sum grammir royna at ogna sær farmin í tí burturgingna skipinum, at enda niðri í lastini, summir teirra blindaðir, vassandi hálvfullir í einum greyti av mjøli, grýnum og skitti. Í søguni um tey fátæku hjúnini og flundruna, vil konan fyrst gerast kongur, so keisari, síðani pávi og at enda Várharra. Hon gloymdi at steðga á, kanska meðan hon enn var kongur, og velja tað góða lívið. Hon endaði aftur í díkinum. Og hjá Matteusi lesa vit í 6. kapitli, versi 24: Eingin kann tæna tveimum harr­ um; tí at annaðhvørt vil hann hata annan og elska annan, ella vil hann halda seg aftur at øðrum og van­ virða annan. Tit kunnu ikki tæna Gudi og mammon. eftir Hanus Kamban Konan í ævintýrinum vildi gerast Várharra